Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum

- Ein av fyriskiparunum kontaktaði meg á facebook, og spurdi um eg vildi vera við. Tað ljóðaði spennandi, og eg segði ja, sigur Herdis Sandberg Rasmussen, tá ið VP spyr

Teir báðir filmarnir, sum Filmsfelagið sýnir í felag í dag eru hin japanski Eftir illveðrið og hin finski Ljós í myrkri

Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelagnum, fer í kvøld at innleiða sýningina við filminum ”Tulipanfepur”, sum byggir á skaldsøgu hjá bretsku Deborah Moggach, har leikur fer fram í Amsterdam í 17. øld

Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boðin við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 filmum úr øllum heiminum. Filmstevnan verður 28 sept til 8 okt

Hósdagin 21. september kl 17 letur Finleif Mortensen upp framsýning við oljumálningum í Smiðjuni í Lítluvík

Mikudagin 20. september kl 20:30 byrja Filmsdagar í Felag

Forkunnug listasýning letur upp í dag í skúlanum og uttanfyri skúlan í Tjørnuvík. Sýningin er gjørd í samstarv við LISA. Framsýningin er opin frá 18.-23. september frá kl.15.00-19.00

Í næstu viku verður nýggi Wenders filmurin Submergence heiðursfilmurin, ið sleppur at byrja altjóða filmstevnuna, sum á 65. sinni er í spanska saltfiskabýnum San Sebastian

- ÓMEGD er ein leikur, ið fær okkum at lata eyguni upp fyri einum álvarsligum vandamáli, sum av órøttum rakar tyngst og harðast hjá teim veikastu, ið longu frammanundan eru á botni

- Virðislønin fyri besta film á fyrstu føroysku Minnilutafilmstevnu, FIMFF 2017 Jury Award Best Feature Film, fer til eina sjáldsama heimildarsøgu um ein djarvan persón, sum gerst fyrimynd í heimlandinum

FIMFF dómsnevndin til arbeiðis á Hotel Tórshavn á middegi í dag. Í kvøld verður avdúkað í Perluni, hvør filmur fær virðisløn á Føroya fyrstu minnilutafilmsstevnu, Faroe Islands International Minority Film Festival

Klippfisk og Tórshavnar kommuna hava skrivað undir samstarvsavtalu um at menna filmsspírar

Til stevuna er prentað hin flottasta skrá sum nakrantíð er gjørd til eitt tílíkt tiltak her á landi. Altjóða filmsstevnan heldur fram m.a. við TOM OF FINLAND (Dome Karukoski 2017) í kvøld klokkan 21:00

”Dreymar við havið” er eitt so stórt frambrot í føroyskari filmsgerð, at hann tekur allar stjørnur, ið tøkar eru. Fult stigatal frá BirkBlogginum! Filmurin gongur fyri fulllum húsum og nú eru eisini skúlasýningar lýstar

 

Tær hanga í Hvítu húsunum í Washington, D.C., í Müllers Pakkhúsi á Vestaru bryggju, og komandi vikuna verða myndir eftir Hanus Skálagarð eisini at síggja í Smiðjuni í Lítluvík í Bøgøtu í Havn

- Hetta er eitt búgvið coming of age drama uttan beiskleika; men poetiskt; eitt ungdómsdrama, sum letur seg upp, sum Ester sigur, og verður borið av einglum, fyri at vera í terminologiini hjá handritahøvundinum, Marjun Syderbø Kjælnes

Tilsamans 46 uppskot komu inn, tá Mentamálaráðið heitti á fólk um at siga sína hugsan, og tvey av uppskotunum høvdu - umframt skrivliga frágreiðing - eisini visuelt tilfar, sum undirbyggir uppskotini

So var september her, og nevndin í Føroysk Filmsfólk fegnast um, at hesin av sonnum kann kallast ein filmsmánaður

Norðurlandahúsið boðar í dag frá, at Geytin verður aftur leygardagin 24. februar í 2018. Tá verður Áskoðarvirðislønin, sum Tórshavnar kommuna higartil hevur latið, eisini latin. Tiltakið Geytin varð fyrstu ferð hildið í 2012

Í dag møttust tey í Smyrjibreyðsbúðini í Steinatúni í Havn, at gera klárt til Q&A í Filmsfelagnum mikukvøldið, tá nýggi filmurin Dreymar við havið verður frumsýndur í Havnar Bio

Jane Fonda (79) og Robert Redford (81) spæla saman í nýggjum Netflix-drama, «Our Souls at Night» og eru tveir grannar, hon einkja og hann einkjumaður, sum so gerast góð

- Eins og filmurin "Tangerine" er gjørdur við fartelefon, er sama galdandi fyri tey 42 verk, ið Gukki Møller sýnir fram undir heitinum "Rivur í sálini" í Listaskálanum. Meðan amerikanski filmurin er um transpersónar, er grønlendska framsýningin um seksuelt misbrúk

- Við amerikanska Kim Levin sum kurator brúkti Tummas Jákup hálvt annað ár at arbeiða við fotomyndum, so ítøkiligani, at hann stoytti klorin á og skavaði í teimum. Klorifiseraðar raderingar

Hetta sigur grønlendski listarmaðurin Gukki Nuka, sum 14 ára gamal var kynsliga misbrúktur

Leygarkvøldið 9. september verður frumsýning á Tjóðpallinum av nýskrivaða leikinum ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr metsølubókini “Um bara hann sló meg”

Ein áhugaverd listaframsýning verður komandi dagarnar í Smiðjuni í Lítluvík við listakvinnuni Ingu Samuelsen

Jennifer Aniston (th), Emma Stone (miðjan) og Jennifer Lawrence (tv) eru sambært Forbes Magazine best løntu kvinnuligu sjónleikarar í heiminum í 2017

Her er íslendski leikstjórin, Guðmundur Arnar Guðmundsson (f. 1982), tá hann fekk fyrstu filmsvirðisløn í Lubeck í november í fjør fyri filmin Hjartasteinn. Hann er ein av fimm norðurlendskum filmum, sum nú eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina

Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur film sum áhugamál og virksemi. Felagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Soleiðis ljóða inngangsorðini í skránni fyri Filmsdagar í Felag, sum Filmsfelagið skipar fyri í døgunum 20.-24. september

Samskipari og stigtakari er unga havnakvinna Nadia Abraham, ið gjøgnum sín uppvøkstur í Føroyum, brúkti nógvar løtur í biografinum

Í dag verða málningar hjá Torbjørn Olsen vístir fram á Ráðhúsinum í Reykjavík. Framsýningin er komin í lag í sambandi við Mentanarnáttina í Reykjavík

Í morgin, 18. august kl 16.00, letur upp framsýning við málningum eftir Torbjørn Olsen í Ráðhúsinum í Reykjavík. Framsýningin er komin í lag í sambandi við Mentanarnáttina í Reykjavík

Jóngerð Purkhús, sum m.a. er kend sum fyrsta landsstýriskvinna Føroya - hon sat frá 1985 til 1991 - er fyri stuttum vorðin 80 ára gomul. Hon hevur seymað í fleiri ár og á framsýningini sýnir hon fram fleiri enn 30 teppi

Í dag legði Nadia Abraham fram skránna fyri fyrsta Faroe Islands International Minority Film Festival í Perluni, har sýningar vera í døgunum 7.-10. september í ár

- Til lukku við øllum hesum spennandi virksemi, sum nýdefinerar listalig sambond og skerpir grafiska sansin í Luther árinum!

Maja Tjørnelund Sørensen, sum á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn hevur ábyrgd av mentanarligum tiltøkum í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hitti í gjár Filmsfelagið

Hósdagin 10. august 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við íslendska listamanninum Þorlákur Kristinsson, vanliga nevndur Tolli Morthéns

Allur ágóðin av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer í ár til KFUM-skótarnar í Havn, sum ætla at byggja eina skótasmáttu í Havnadali

Nú tað stundar til ólavsøkuna, er Lions Club Tórshavn farið undir fyrireikingarnar til átjandu ólavsøkuframsýningina á rað. Freistin at lata listaverkini inn er í dag sunnudagin 23. juli, millum klokkan 18 og 20

- Ein krígsklaustrofobisk søga, sum í sterkum filmsekvensum, sum tá eru bestir, eru uttan orð, lýsa kríggj og leitan eftir hetjum. Hetta er hansara finest hour.

Á triðja sinni skipar Filmsfelagið fyri Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio. Tiltakið, sum er í døgunum 20.-24. september, er í ár bygt út við Barnabio og Eldrabio

Hóast sjangran er eldri, verður sagt, at tað var leikstjórin George Romero, ið grundaði hana við filminum ”Night of the Living Dead” í 1968. Í gjár doyði Romero, 77 ára gamal, av krabba í lungunum

Listafelagið skipar fyri afturvendandi Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum, sum í ár hevur 70 ár á baki

Absalon Absalonsen letur upp málningaframsýning í smiðjuni í Lítluvík í morgin kl. 14

Komandi vikurnar verða upptøkurnar til spælifilmin NINA, sum Maria Winther Olsen hevur skrivað og leikstjórnar, gjørdar í Norðoyggjum

Framsýningin, sum Jón Sonni Jensen bjóðar inn til í summar er fyrsta einaframsýningin hjá Jón Sonna í trý ár, og samstundis eisini tann mest umfatandi sum Jón Sonni hevur havt áður. Øll verkini sum eru við, eru framleidd tað seinasta árið, og eru serliga gjørd til høvið

Mikudagin tann 5.juli letur Marius Olsen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður mikudagin 5. juli kl. 18. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan

 

 

Við LUX virðislønini hevur Evropaparlamentið gjørt vart við filmsgerð í limalondunum í tíggju ár. Av árligu filmstevnuni í lítla kekkiska kurbýnum, Karlovy Vary, kunngerð Evropaparlamentið nú hvørjir tíggju evropeiskir filmar eru í uppskoti at fáa LUX virðislønina í ár

Svenski leikstjórin, Johannes Nyholm, greiðir donsku pressuni frá um filmin "Jätten" (Kæmpen, The Giant), sum fær best hugsandi ummæli í øllum Norðurlondum. Men áskoðararnir møta ikki

Kanska ein av allarbestu raðsendingunum sum hava verið á marknaðinum í langa tíð, men ikki so lætt at skilja alt beinanvegin. Her er ein ensk vegleiðing