Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak

Tað er fyritøkan Westtech í Sørvági, sum hevur teknað heildarætlanina. Talan er um nýggjar ljósmastrar, útbygging av ítróttarhúsinum, skýli yvir áskoðaraplássini umframt ein goymslubygning

- Um Oyggjaleikir aftur skulu vera í Føroyum, vil tað seta týðandi krøv til ítróttaanleggini í landinum

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag tann 27/2 varð nýggj nevnd vald, fomaðurin seinasti árini Brandur í Dali, stóð fyri valið og stillaði ikki uppaftir til nevndarval

Mikukvøldið 28. februar skrivaðu Ægir og Norðoya Sparikassi undir sponsorsáttmála, har Norðoya Sparikassi framhaldandi verður høvuðssponsor hjá Ægir. Sáttmálin er galdandi tey næstu trý árini

Fyri einari tíð síðani var kunngjørt, at norska felagið Sportsklubben Haugar kom við tveimum liðum til kappingina hjá U15 dreingjum í Intersport Summar Cup. Nú er endaliga staðfest, at eisini donsk vitjan verður

Leygarkvøldið klokkan 19.45 verður fótbóltsárið 2018 formliga sparkað í gongd, tá árligi stórsteypadysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri verður spældur

So var ta ikki SÍ sum vann hesa finaluna, men kvinnuunglingarnir hjá Fleyr sum vunnu 2-0 á TB. Settini endaðu 25-20, 25-15

 

Høgni Kunoy Dávason, sum einans er 13 ára gamal, stóð á odda fyri føroysku íðkarunum

Fleyr vann steypafinaluna hjá kvinnunum í flogbólti móti Drátti. Fleyr vann 3-2

So er høllin klár til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi

Fyri sjeyndu ferð í søgu felagsins, er Dráttur í steypafinaluni í kvinnuflogbólti

Sum liður í miðvísu menningini í felagnum, hevur Klaksvíkar Róðrarfelag í dag gjørt avtalu við Martin Venned um at verða knýttur at felagnum sum venjari

Steypafinalan, kvinnur: - Við tí støði, sum vit hava nú, ber ikki til at seta málið lægri enn at vinna leygardagin. Og málið er eisini at vinna FM-finaluna

Finalan í ár er ímillum ÍF, sum vann hálvfinaluna ímóti Mjølnir, og SÍ b, sum vann sína hálvfinalu móti SÍ a

Tvey umfør í landskappingini í talvi fyri lið vórðu avgreidd í Sandavági leygardagin

Íalt 12 steypafinalur skulu avgreiðast um vikuskiftið í Stórhøllini á Hálsi í Havn

Í dag eru tað bert menn sum manna nevndina og síðani FSF varð stovnað fyri 39 árum síðani hava bert tvær kvinnur sitið í nevndini

Tað var í lættvektsbólkinum hjá monnum 40 – 49 ár, at Jens Kristian Dam vann eitt gullheiðursmerki á 2000 metra teininum

KÍF hevur nú lagt seg á finalukós. Liðið er seinastu tíðina komið frameftir á stigatalvuni, og liggur nú á øðrum plássi við 18 stigum

Mjølnir og ÍF møttust júst fyri viku síðani í hálvfinaluni í steypakappingini, og tá vann ÍF 3-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst millum hesi liðini í Klaksvík í gjár

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri kappingum í Runavíki. Leygardagin 17/02 var FM á 12 metrun fyri børn/ung og sunnudagin 18/02 var kapping fyri tey vaksnu á 18 metrum

Í meistardeildin hjá kvinnum verður ein sera avgerðandi dystur í dag ímillum KÍF og Drátt í Kollafirði

Smyril Line verður høvuðssponsor hjá føroyskum kvinnulandsliðum. Avtalan skapar grundarlag fyri, at kvinnurnar fáa somu dagpengar sum menninir

Fleiri enn 300 leikarar eru í Neistanum og í vikuskiftinum hevur felagið ikki færri enn 6 lið í steypafinalunum: dreingir 10, 16, 18 og gentur 14, 16, 18

Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya í FSF-húsinum í Havn í morgin, verður ein nýggj slóðbrótandi avtala fyri føroyskan kvinnulandsliðsfótbólt kunngjørd

Futsal / MYNDIR - Allar kappingarnar í Futsal eru nú liðugt spældar, og endin bleiv, at AB, HB, B36, 07 Vestur og B71 fóru avstað við gullkrónunum

Leikskráin fyri komandi kappingarár í Betri Deildini hjá kvinnum er nú klár. Meistararnir úr EB/Streymi/Skála byrja á útivølli móti B36

Høllin á Hálsi er um at vera klár til steypafinalurnar leygardagin. Í gjárkvøldið kl. 21.15 var fyrstu ferð møguligt at síggja báðar høvuðshallirnar í Høllini á Hálsi í einum

Kyndil hevur besta mansliðið og besta kvinnuliðið við í steypafinalunum leygardagin. Fleiri enn 30 av spælarunum í hópunum báðum hava slitið sínar barnaskógvar í Kyndli

Í 1998 var fyrstu ferð, at H71 var í einari steypafinalu, og tískil eisini fyrstu ferð, at tað eydnaðist hoyvíkingum at vinna kappingina

Eftir eitt sera spennandi 4. sett, har ÍF var væl frammanfyri móti endanum, so kom Mjølnir nærri og nærri og til seinast var munur bert eitt stig. Men ÍF liðið var drúgvast, og vann settið 25-23

Eftir slaka 2. sett setti ÍF aftur turboina á 3. settið, sum teir vunnu 25-17. ÍF førir nú 2-1

Eftir at ÍF vann 1. sett trygt spældi Mjølnir eitt sera gott 2. sett, sum teir vunnu 25-16. Fyrsta sett endaði 25 – 15

 

ÍF vann trygt 1. settið 25 – 15 og hevur harvið lagt seg á odda 1-0 móti Mjølnir

Mjølnir spældi eitt gott 3 sett og vann 25-19. Serliga vóru klaksvíksgenturnar sterkar í blokkinum. Dráttur førur nú 2-1 í settum

Fleyr hevur tryggjað sær pláss í steypafinaluni. Havnaliðið vann 4. og seinasta settið 25-22 og harvið dystin 3-1 á TB

So svaraði TB aftur og vann 3. settið 25-22 eftir eitt sera javnt sett. Fleyr førir sostatt 2-1 í settum

 

Fleyr vann eisini 2. sett – hetta endaði 25-11 og er nú á odda 2-0 í settum. Fyrsta settið endaði 25-22

 

Her verður beinleiðis stroymingin víst frá “Seinastu 4” í KÍ høllini í Klaksvík

Í løtuni verður arbeitt við at fáa KI-høllina klára til hálvfinalurnar í flogbólti, sum verða í Klaksvík í morgin

Í USA meta granskarar og læknar, at kropsligt óvirkni nú er størsta deyðsorsøkin og hevur yvirhálað royking

So varð síðsti dystur spældur og síðstu heiðursmerkini deild út í Reykjavík. Av teimum 31 hálvfinalunum, sum føroyingar høvdu luttøku í, komu tey í 19 finalur

Er tað nakrantíð hent fyrr, at ein dómari skorar? Dómarin skoraði eitt mál fyri StÍF, tá tær vitjaðu Stjørnuna

Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verða í ár leiktar í KÍ-høllini í Klaksvík

Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking er við í spennandi vísindaligari grein um møði í vøddum og miðnervalagnum undir hørðum kropsligum arbeiði

Føroysku leikararnir skulu aftur í eldin í morgin, tá ið hálvfinalur og finalur eru á skránni

Í gjárkvøldið leiktu føroysku unglingalandsliðini U13, U15, U17 og U19 landsdyst móti Íslandi

 

Í dag er ein søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup, tí fyri fyrstuferð, so hevur eitt útlendsk felag tekna seg til kappingina

- Je segði meg kláran til uppgávuna og væntaði eisini at øll fóru at atkvøða fyri mær sum nýggjan formann í TB

Seinnapartin í dag fór eitt stórt ferðalag við badmintonleikarum til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games (RIG). Tilsamans eru 61 leikarar, sum skulu spæla leygar- og sunnudagin