Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum vann seinasta dystin í Esbjerg Elite Cup. Úrslitið ímóti A27 gjørdist 3-0 til Føroyar. Kristin Jansson og Jørgen Nielsen skoraðu føroysku málini

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze hevur nú úttikið hópin til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, sum er á útivølli ímóti Litava tann 8. juni

Týsdagin í komandi viku fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin, sum 9. juni skal spæla ímóti Sveis. Men longu nú er greitt, at Finnur Justinussen verður millum teir útvaldu

Leygardagin 27. mai fara 73 bátsmanningar at rógva fyrsta FM-róðurin í ár

Myndir: Føroyska U15-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í Esbjerg Elite Cup 2017. Úrslitið gjørdist 5-1 til Vejle BK

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum spældi javnleik 3-3 í fyrsta dystinum í Esbjerg Elite Cup. Mattias Weihe Joensen og Súni Hansen skoraðu málini fyri Føroyar

Komandi leygardag skipa eSport.fo og Vodafone fyri finaluumfarið í FM í Counter-Strike Global Offensive í SMS í Havn

Fyrsta kurvabóltsfinalan hjá kvinnum í Trygd kappingini varð leikt leygardagin og vunnu Hamar 22 - 8 á Ravn kvinnum

Triðja og seinasta umfar í vár kappingini í ódnartøkum, verður í Vestmanna í dag kl. 16.00. 40 bátsmanningar luttaka og tað er ókeypis atgongd

ÍSF húsið í Gundadali var í gjár karmur um aðafundin hjá Ríðisamband Føroya. Nevndin var øll afturvald og roknskapur og formansfrágreiðing var góðkend uttan viðmerkingar

Nú hanga skurðmyndir av fimleikarum í alskyns litum í Fimi. Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, sum hevur greitt úr hondum. Tað snýr seg um 6 skurðmyndir, ið eru millum 1,20 m og 1,80 m til støddar

Tað gongur væl við stuðulsrenningini hjá Jonhard og Pól í morgun. Teinurin er 77 kom og teir og fylgið er nú komið til Gøtu og teir eru nakað framman fyri tíðarætlanina!

Graslíki er nú lagt á nýggja fótbóltsvøllin á Hoyvíkshædd í Hoyvík. Væntandi verður vøllurin tikin í nýtslu seinni í mánaðinun

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen. Í sendingini verður tosað um avbjóðingarnar hjá U19-liðnum, og so verður sjálvandi eisini mett um komandi umfar í EFFO-deildini

Høllin er ætlað til virksemi hjá skúla, frítíðarskúla, hondbóltsfelanum ÍA, kurvabólti o.m.a. í frítíðar- og ítróttahøpi

Venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg, sum verða 6. og 8. juni

Landsliðsvenjararnir Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu hava í dag úttikið 12 leikar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Gotlandi 24. - 30. juni 2017

Í næstum fer FSF, í samstarvi við UEFA, undir átakið, "Together #WePlayStrong", ið hevur til endamáls at fáa fleiri gentur í aldurinum 12 til 16 ár at spæla fótbólt

Krabbameinsfelagið skipar, saman við Bragdinum, fyri Gongu½maraton í Tórshavn leygardagin 3. juni kl.13.00 og felagnum tørvar vaktir

Fólkaheilsuráðið setir fokus á skúlaungdóm, har børnini fáa undirvísing í heilsu, tó ikki í skúlastovuni ella uppi frá talvuni, men á fótbóltsvølli

Føroyar hava vunnið næsta gullmerkið í borðtenniskappingini í Hoyvíkshøllini har Grønland, Ísland og Føroyar kappast. Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen vunnu allar fimm dystirnar í kappingini í tvímansleiki hjá kvinnum

Føroysku kvinnurnar hava í kvøld vunnið gull í liðkappingini í millumtjóðakappingini har Grønland, Ísland og Føroyar luttaka. Borðtenniskappingin fór av bakkastokki í Hoyvíkshøllilni í dag kl. 1430

Í døgunum 30. juni og 1. juli fara FSF og B68 at skipa fyri Fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. Pláss er fyri umleið 200 luttakarum

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er tvøramaðurin í HB, Rasmus Nolsøe. Hóast ungan aldur, so hevur Rasmus upplivað eina rúgvu á síni fótbóltsleið

Forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian F. Andreasen er afturvaldur sum limur í yvirkærunevndini hjá FIFA, galdandi næstu fýra árini

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar. Um vikuskiftið vandu teir í Hoyvíkshøllini

Komandi vikuskiftið skipar Borðtennissamband Føroya fyri millumtjóða borðtenniskapping í Hoyvíkshøllini. Hetta er sokallaða Arctic Open, ið verður fyriskipað á fimta sinni

MYNDIR: Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini triðja dystin í EM-endaspælinum. Úrslitið ímóti Ungarn, sum endaði ovast í bólkinum, gjørdist 4-0 til ungarar

FSF Varpið: Stefan Radosavljevic er ein av spælarunum á føroyska U17-landsliðnum. Og fyri serbiska tvøradreingin hevur EM-endaspælið í Kroatia verið eitt stórt upplivilsi

Stoytdoyvingarlagið er nú liðugt lagt og arbeiðið við Hoyvíksvølli gongur sína gongd

Í døgunum frá 12. – 19. juli verður Kollafjørðar karmur um stóra altjóða talvkapping. Kappingin hevur fingið navnið Faroes Open, og ætlanin er, at kappingin skal gerast ein fastur partur av føroyska talvárinum

Í dag varð spældur ein kvinnukurvabóltdystur millum Hamar og einum blandaðum liði av Ravn- og Háv leikarum. Dysturin var ein vinardystur áðrenn finaludagin, tá bæði liðini møtast aftur

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum mátti leggja rygg til stórtap í næsta dystinum í EM-endaspælinum í Kroatia. Fraklendingar vunnu sannførandi. Úrslitið gjørdist 7-0

Tað var aftur ein spennandi dyst, áskoðarnir fingu, tá Hamar tók móti Sporðdrekanum

Víkingur skal hava 3. stig í dag um teir skulu liva upp til FM biðla heiti - 07 Vestur haraftur ímóti fara nokk ikki at geva skarvin yvir áðrenn bríksla er av

Í sambandi við stóra fight night tiltakið á Hálsi í kvøld eru nógv fólk komin til Føroyar úr øllum norðurlondum

FSF Varpið: Fótbóltsmennararnir hjá FSF eru í hesum døgum eygleiðarar til EM-endaspælið fyri U17-landslið. Á ferðini verður hugt eftir nógvum dystum og venjingum, ið vónandi kann geva teimum íblástur til komandi avbjóðingar

FSF Varpið: Fyrrverandi B68-legendan og vinstri bakkur á landsliðnum, Øssur Hansen er gestur í FSF Varpinum hesaferð. Umframt at hava spælt við B68, B36 og GÍ, hevur Øssur eisini roynt seg í donskum fótbólti

Felagið er í dag millum størstu flogbótsfeløgini í landinum, og stríðist í dag við ov trongar hallarumstøður, tí nøktandi venjingartíð er ikki til allar limirnar hjá felagnum

Í samband við ársins fótbóltsdag 2017, Intersport Summar Cup, fáa vit forkunnuða vitjan úr Danmark, tá freestyle fótbóltsleikararnir Lars Munck Petersen og Simon Atli Larsen frá MS Freestyle vitja

VIDEO: Annar av venjarunum hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Pól F. Joensen, letur væl at umstøðunum í Kroatia. FSF Varpið fekk orðið á venjarin undir venjingini mánadagin

Seinasta árið hevur ÍSB arbeitt við at finna nýtt navn og búmerki, ið kann lýsa samleikan hjá sersambandinum á ein jaligan og upplýsandi hátt

Nú er greitt, at árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF verður fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni í Gundadali í Havn

Henrik Gerster, venjari, er deyður 52 ára gamal. Gerster hevur verið venjari hjá fleiri feløgum í Føroyum

Myndir hjá myndamanni okkara frá Flogbóltsgalla 2017 í gjárkvøldið

Ársins leikarar 2017: Anna Sunadóttir Hansen og Trygvi Hasen

Ársins stjørnuskot 2017: Inga Helena Henriksen og tvey sjørnuskot hjá monnum. Jón Weihe Simonsen og Ingolvur Olsen

Ársins áleypsleikarar 2017: Anna Sunadóttir Hansen og Niels Erik Anderson

Ársins hevarar 2017: Guðrun Simona Joensen og Niels Niclasen

Tað er Flogbóltsgalla í Sørvági í kvøld, og ungu leikarnir hjá SÍ møttu upp í stívasta pussi