Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Seinnapartin mánadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í EM-endaspælinum fyri U17-landslið. Føroyar komu í bólk B saman við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn. Dysturin móti Fraklandi verður vístur beinleiðis á EuroSport2

B36 og Víkingur møtast í fjórðingsfinaluni, skírisdag 13. apríl. Tað er greitt, eftir at lutakastið hevur verið í kvøld. Steypavinnarin, KÍ, skal spæla ímóti ÍF á útivølli

 

Hetta vikuskiftið hevur badmintonkappingin Junior Faroe Islands Open verið í Klaksvík. Hetta er annað árið á rað, at hendan kappingin verður hildin. Í fjør varð kappingin hildin í Badmintonhøllini í Havn

Orðini í yvirskriftini eigur 19 ára gamla Jónvá Hentze, ið er uppvaksin á Sandi, men sum annað árið á rað spælir fyri HB. Jónvá hevur góðar vónir um, at Føroyar fara at spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina

Dagliga spælir Lív F. Arge fótbólt í Danmark, og har er hon noydd at geva seg fult til hvørja venjing, tí kappingin um plássini er hørð, men tað er eisini mennandi fyri hana sum fótbóltsspælara

Seinasta vikuskifti var FM-2017 í single fyri børn og ung á Giljanesi. Sjálv kappingin gekk gott og var væl fyriskipað. Tíðarætlanin helt og vóru finalur leiktar við linjudómarum, so støðið var sera høgt

Mánadagin fara umboð fyri Eysturkommunu og onnur yvir til Noregs at hyggja eftir fótbóltshøllunum á Froya og høllini hjá Rosenborg. Ætlanin er nú at inniloka vøllin í Leirvík

Birita Nielsen er millum tær 20, sum í apríl mánaði skal spæla kvinnulandsliðið til HM-undankappingina. Landsliðið er ein barndómsdreymur hjá Biritu, men sum als ikki roknaði við at verða úttikin

Nú er greitt hvørji tey 16 londini eru, ið skulu til EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum. Sigast má, at føroyska liðið er komið í fínt selskap, og venjarin heldur, at tað er líka mikið, hvørjum londum Føroyar koma í bólk saman við

Hon gjørdist ársins spælari í 2008, 2009, 2013, 2014 og í 2015. Í fjør gjørdist hon mamma, og mátti tí leggja fótbóltin á hylluna í eina tíð. Men nú er Heidi Sevdal klár til eitt nýtt kappingarár, og til reiðar at spæla kvinnulandsliðið í HM-undankappingina

Marghøllin í Vági verður nú veruleiki. Hetta er greitt eftir býráðsfundin í kvøld, har Vágs Býráð samtykti at játta stuðul til byggingini av Marghøll inni á Oyrunum í Vági, sum Vágs Ítróttarráð letur byggja

- Ì Føroyum eru nógvir dugnaligir fysioterapeutar, sum kundu gjørt hetta arbeiði minst líka væl og kanska betur

Nú seinnapartin eru Sp/f HJ Asfalt farnir í holt við at leggja drenasfalt á Hoyvíksvøll. Arbeiðið verður væntandi liðugt hesa vikuna

Føroyska Fótbóltssambandið kannar í løtuni møguleikan at kæra annað gula kortið til UEFA, sum Jóan Símun Edmundsson fekk í dystinum móti Andorra í gjár, og sum so gav honum reytt kort

Súsanna Maria Hansen er ein av spælarunum, ið Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, fyrr í mánaðinum úttók til hópin, sum í apríl skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum

Í dag tók Sporðdrekin móti Hamar. Tosað varð um ein hálvan finaludyst, tí at bæði liðini høvdu vunnið ein dyst móti hvørjum øðrum, og tapt hinar móti Ravni

Andorra og Føroyar leiktu javnleik í dag, 0-0

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið, sum fer á vøllin ímóti Andorra klokkan 17:00. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Páll A. Klettskarð

Áðrenn seinastu venjingina, undan dystinum ímóti Andorra, hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari tíðindafund. Og har slóð venjarin fast, at tað er ein stór uppgáva, ið bíðar føroyingunum leygardagin

FSF Varpið: Sølvi Vatnhamar væntar ein strævnan dyst ímóti Andorra, men hevur føroyska liðið tol, so fáa vit nokk eitt gott úrslit

FSF Varpið: Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum, væntar ein truplan dyst ímóti Andorra. Men er avrikið gott, kemur úrslitið av sær sjálvum, sigur hjálparvenjari

Nýggji fótbóltsvøllurin í Hoyvík verður skjótt liðugur og tikin í nýtslu

Viðhefta kortið vísur, hvørjir vegir er stongdir leygardagin 25 mars frá kl. 15 til 19.30, meðan dysturin millum Føroyar og Andorra verður vístur á Trappuni

Øll eru vælkomin á trappuna í Vágsbotni í morgin leygardagin 25. mars til stórt, ókeypis tiltak við føroyskum fótbólti, føroyskum tónleiki og onkrum at drekka

Um vikuskiftið var Havnar Dartfelag vertur fyri seinastu innleiðandi FM kappingini í dart, spenningurin var øðiligur, serliga á mannfólkasíðuni, um hvør kom inn ímillum teir 32 bestu, sum krevst fyri at sleppa við til stóra FM brakið í Skopun 1 apríl

Fimleikaár nr. 50 hjá Fimleikafelagnum Støkk er við at halla. Nógv tiltøk hava verið á skránni hetta fimleikaárið nú felagið fylti fimmti í november, og hetta vikuskiftið verða tríggjar fimleikaframsýningar hjá felagnum

Fleiri føroyskir miðlar fylgja landsliðnum í Andorra. Hóast miðlarnar kappast, so er ovmikið av møguleikum hjá øllum, heldur royndur ítróttaskrivari

Reisigildi var fyri arbeiðsfólkinum í høllini á Hálsi seinnapartini gjár. Annika Olsen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin

Í døgunum 6. til 11. april skal føroyska kvinnulandsliðið spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum. Og sambært Rannvu B. Andreasen, so er hópurin klárur til stóru uppgávuna

Seinnapartin mikudagin skipaði FSF fyri móttøku fyri U17-dreingjunum. Størsta hendingin í føroyskum ungdómsfótbólti nakrantíð, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðuni til dreingirnar

Røða: Avrikið hjá føroyska U-17 landsliðnum er størsta hendingin í føroyskum ungdómsfótbólti nakrantíð, heldur løgmaður

Norðoya Sparikassi og Havnar Fimleikafelag hava undirskrivað 2 ára stuðulsavtalu í deild sparikassans í Miðlon. Avtalan ber í sær, at Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá Havnar Fimleikafelag kappingarárini 2017 - 2018 og 2018 - 2019

Farleiðin, sum áðrenn tunnilin millum Hov og Øravík kom, var bindiliðið millum norðara og sunnara part av Suðuroynni, verður leygardagin farleiðin sum Hvistan hevur sum tein til gongu-, renni- ella súkklutúr

Leygardagin var seinasta grandprix-kappingin hildin á hesum sinni. Kappingin var fyri allan U13 aldursbólkin og U15 C og D. Alt eydnaðist avbera væl

Mikudagin 22. mars kl. 15 fáa allir føroyingar møguleikan at fagna okkara ótrúliga U17-landsliði við dreingjum, sum framdi bragdið at spæla seg í EM-endaspælið

Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg

Gleðin var yvirmáta stór, tá ið U17-landsliðið kom víðari í EM-kappingini

Mánadagin skal U17-landsliðið spæla triðja dystin í Úrvalskappingini á Kýpros. Vinnur føroyska liðið dystin, er ógvuliga nógv, ið bendir á, at okkara dreingir skulu til EM-endaspælið í summar

Árliga Dixie Cup kappingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í dag í Reiðhøllini hjá felagnum í Havnardali

Ungi KÍ-spælarin, Tórur Jacobsen, sum í hesum døgum umboðar Føroyar í Úrvalskapping á Kýpros, gleðir seg til dystin ímóti Slovakia, sum er tann týdningarmiklasti dysturin nakrantíð fyri hansara viðkomandi

Sandavágsmenn mundu gjørt bart og tikið øll á bóli í avgerandi dystinum um FM-heitið í seinasta umfari í landskappingini í talvi í dag

Fríggjadagin eydnaðist U17-landsliðnum við dreingjum at spæla javnleik 1-1 ímóti Kýpros. Eitt gott úrslit, men alíkavæl er Andrias Edmundsson ikki ordiliga nøgdur við tað eina stigið

Í døgunum 14. – 16. apríl fer unglingalandsliðið í badminton til kapping í Berlin. Hetta er fyrstu ferð, at Badmintonsambandið sendir leikarar til hesa kappingina

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, flytur fyrsta leikin í toppdystinum millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Umboð fyri Tórshavnar Býráð handar vinnandi liðum steyp og heiðursmerki, tá liðugt er seinnapartin

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi fríggjadagin javnleik 0-0 ímóti Kýpros. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar framvegis hava møguleikan at spæla seg til EM-endaspælið í summar

Ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá sigur, at fimm lið í EFFO-deildini hava realistiskan møguleika at vinna FM, men tá avtornar, so verður tað B36, sum fer avstað við meistaraheitinum

Seinasta flogbóltskappingin fyri flogbørn, sum verður hetta kappingarárið, setir met í tilmeldaðum liðum. Heili 68 lið hava teknað luttøku í kappingini í Kollafirði nú leygardagin 18. mars

 

VIDEO: Tað gjørdist til eitt heldur keðiligt tap í fyrsta dystinum hjá U17-dreingjunum á Kýpros. Her ber til at síggja málini í dystinum ímóti írum, sum føroyski liðskiparin vil gloyma skjótast gjørligt

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið 26 spælarar til venjingarlegu hjá U21-landsliðnum, sum verður í døgunum 24. til 26. mars

Nýggj leiðsla hevur tikið við í elsta talvfelagnum í landinum. Ein fyribils arbeiðsnevnd hevur stjórnað felagnum í nøkur ár, men í gjárkvøldið var heilt nýggj nevnd vald á fyrsta regluliga aðalfundi felagsins í eini fýra ár