Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

23. november fyllir fimleikafelagið Støkk í Saltangará 50 ár, og tað verður hátíðarhildið í stórum stíli við hópin av tiltøkum í ein heilan mánaða

- Stóra føroyameistaraveitslan í kvøld verður í Sarpugerði, har Víkingur nú hevur tryggjað sær sítt fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins

Um vikuskiftið eru fýra íslendskir badmintonspælarir á vitjan í Føroyum. Hetta eru spælarar, sum eru millum teir bestu í Íslandi, sum skulu spæla ímóti okkara bestu

NEVZA-kappingin er av á hesum sinni. Hjá bæði gentum og dreingjum eydnaðist Finnlandi at vinna og harvið staðfesta støðu sína sum sterkasta Norðurlandið í flogbólti

Eftir fína dystin í fyrradagin ímóti Onglandi skuldu føroysku genturnar royna at halda stílin, tá ið Svøríki stóð hinumegin netið í gjár. Og tað kann ikki annað sigast, enn at tað gjørdu tær

FSF Varpið hevur aftur verið á ferð, og hesaferð hava vit verið í Leirvík og vitjað borgarstjóran í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen

Føroysku U17 landsliðini eru í kapping í Ikast í hesum døgum. Føroysku genturnar endaðu í dynamitt-bólkinum saman við Finnlandi, Danmark og Onglandi, so tað hevur milt sagt verið ein trupul umgangur

Fríggjadagin 21. okt kl 17 og leygardagin 22. okt kl 14 verður bjóðað til spinning í Yndi fitness, fyri fólk við og uttan rørslutarn

U 17 landsliðið hjá monnum vann Ongland í dysti í dag, 3-2. - Tað vóru nakrir sera uppsettir dreingir sum fóru á vøllin nú seinasti dysturin í bólkaspælinum skuldi spælast, skrivar venjarin Kristian Mikkelsen

Leygardagin 22. oktober er seinasta umfar í EFFO-deildini á skránni. Allir dystirnir byrja klokkan 14:00

Sunnukvøldið komu U 17 landsliðini hjá kvinnum og monnum til Billund beineliðis við Atlantic Airways. Liðini skulu í døgunum 17. til 20. oktober verða við í altjóða kapping í Ikast

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin hósdagin varð kunngjørt, hvørjir eru settir í starv sum Fótbóltsmennarar hjá FSF

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi

- Sverre var í mong ár í stjórn ÍSF's og hevur hann eisini verið sera virkin sum bæði venjari, leiðari og leikari

Vónirnar vóru gyltar undan dystinum móti Portugal, men tað gekst ikki eftir vild hjá føroyska landsliðnum, sum fekk ein dyggan frammaná frá portugisisku europameistarunum

Tað verður Innspark úr Havn, sum hevur fingið til uppgávu at levera og seta uppá nýggja spæliplássið og útfitness økið á stadionøkinum á Svangaskarði

Portogal hevur skorað fyrsta málið og hevur nú lagt seg meira og meira á dystin. Tað var Silva sum skoraði málið, og hevur hann skorað sítt triðja mál. 4748 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld

So er greitt, hvørjir ellivu verða sendir á vøllinum frá byrjan ímóti Portugal. Landsliðsvenjarin hevur framt tvær broytingar í mun til dystin ímóti Lettlandi

Tað er yvirskriftin í grein í portogisiskum sjónvarpi, sum hevur frásøgn frá tíðindafundinum í gjár hjá føroyska landsliðnum

Ronaldo hevur lagt hesa myndina út á sín Twitter profil fyri einum tíma síðani

Her er ein hundur, ið leitar eftir billettum til landsdystin í kvøld

Í kvøld spæla Føroyar og Portugal á Tórsvølli. Í hesum sambandi hevur FSF Varpið hitt fyrrverandi landsliðskempuna, Óla Johannesen

Dysturin í kvøld verður at síggja á Trappuni klokkan 19.45. Orsøkin er at gravgangurin eftir atgongumerkjum hevur verið so stórur, at FSF og Føroya Tele hava avgjørt at vísa dystin á stórskíggja

Aldrin áður hevur eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til ein landsdyst í Føroyum verið so stórur sum júst nú

Tað bleiv til lítið av svøvni eftir sigurin á Lettlandi, siga báðir málskjúttarnir í Riga. Føroysku landsliðsspælararnir eru farnir undir næstu uppgávu, sum er stóra brakið ímóti Portugal

 

Teir ungu dreingirnir gjørdu nógv fyri at sleppa at síggja Ronaldo á Tórvølli í kvøld. Men ikki bara ungir dreingir vildu sleppa at síggja heimsins størstu fótbóltsstjørnu

Portugal hevði tíðindafund í kvøld, og eftir tíðindafundin fóru leikararnir á Tórsvøll at venja. Her eru myndir

Fyrsti dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum var í Kollafirði millum KÍF og TB. Felags fyri bæði liðini er, at farna kappingarár má sigast at hava verið skuffandi

Tað verður ringt at taka metið hjá KÍ-kvinnunum, sum í dag gjørdust FM-meistari fyri 17. ferð á rað við at vinna 6-0 á EBStreymur/Skála-kvinnum

Føroyar vunnu 2-0 á Lettlandi í Riga í einum vælleiktum dysti, har mótstøðuliðið kanska ikki hevði ein góðan dag

- Nú landsliðið mánakvøldið brestir saman við EM-meistarunum, Portugal, á einum fullsettum Tórsvølli, hava okkara menn brúk fyri øllum stuðli

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Lettlandi. Ein broyting er í hópinum í mun til seinasta dyst, tá Føroyar spældu javnleik 0-0 ímóti Ungarn

Svimjihøllin lat upp í morgun aftur sum vanligt. Høllin var annars stongd í gjár eftir ógvusligt herverk

VÍF er framvegis oddalið í landskappingini hjá monnum. Vestmenningar hava vunnið allar sínar dystir. Her er samandráttur frá dystinum móti KÍF

Vegna innbrot og herverk er Svimjihøllin á Hálsi stongd, meðan ruddað verður. Kunngjørt verður seinni, tá latið verður uppaftur

Eftir seinastu landsliðsvenjingina mikukvøldið 5. oktober er føroyska U17 kvinnulandsliðið endaliga úttikið. 18 leikarar dystaðust nú til endans um tey 12 plássini

Fríggjakvøldið skal føroyska landsliðið spæla næsta dystin í undankappingini til HM 2018. Hesaferð skulu okkara royna seg á útivølli ímóti Lettlandi, og fyrireikingarnar til dystin hava gingið væl

Seinastu tvey árini hevur Eik stuðlað NSÍ, og hetta samstarvið heldur nú fram í tvey ár afturat. Avtalan inniber, at Eik er stuðul hjá U18 á dreingjasíðuni og harafturat undirstuðul til Effo liðið

1,83 stig pr. dyst í landskappingini og eina vunnað steypakapping eru sterku hagtølini hjá núverandi KÍ høvuðsvenjaranum Mikkjal K. Thomassen hesi bæði fyrstu árini hjá KÍ

Í hesum døgum vitjar presidenturin hjá europesiska sambandinum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Presidenturin, norrmaðurin Svein Arne Hansen, vitjar sersambandið fyri frælsan ítrótt í Føroyum - FÍF. Í gjár vitjaðu teir á Toftum

Eik hevur gjørt stuðulsavtalu við KÍF, sum fevnir um øll lið og leikarar í Ungdómsdeildini hjá KÌF. Í Kollafirði spæla genturnar flogbólt og dreingirnir hondbólt

Sáttmálin millum FSF og Bill McLeod Jacobsen verður ikki endurnýggjaður aftaná hesa undankappingina. Sostatt skal føroyska U21-landsliðið hava nýggjan venjara

Føroyska landsliðið fór til Lettlands í morgun, og skal spæla á Skonto Stadion í Riga móti Lettlandi fríggjakvøldið klokkan 19:45, føroyska tíð

 

Í dag á miðdegi kemur forsetin fyri European Athletics, Svein Arne Hansen, til Føroya á vitjan. Vitjanin er privat, men Svein Arne fer eisini at vitja FÍF (Frælsan Ítrótt Føroya) og at kunna seg um viðurskiftini hjá frælsum ítrótti í Føroyum

Víkingur greiddi sína skyldu, ímeðan KÍ snávaði á Argjum og harvið misti oddasessin. Her eru úrslitini frá 25. umfari

Tvey tey fyrstu umførini av liðkappingini í Bridge eru nú leiktir. Tađ varđ liðið hjá Boga Simonsen, afturat sær hevur Bogi, Dia Jacobsen, Jens Midjord og Arnbjørn Sivertsen

Fyrsta grand-prix kappingin í badminton var í Vestmanna síðsta vikuskifti 24. og 25. september. Hesi vunnu tey fyrstu heiðursmerkini

Ungi og fryntiligi verjuleikarin og U21 liðskiparin, Andrias Høgnason Eriksen og B36 hava í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála

Árliga Grassrootsvikan – har fokus verður sett á umráðandi boðskapin “Fótbóltur fyri øll” var í ár í døgunum 10. til 17. september

Trygd og H71 hava í skrivað undir stuðulsavtalu, ið merkir, at Trygd framyvir verður at síggja á blusunum hjá besta mansliðnum hjá H71