Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum í kvøld klokkan 19:45 byrja á vøllinum móti Spania. Tríggjar broytingar eru í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti svium

Tað byrjaði væl hjá føroyska U21-landsliðnum á útivølli móti Montenegro. Men áðrenn hálvleik høvdu montenegrar skorað tríggjar ferðir, og so var dysturin so gott sum avgjørdur

Mánakvøldið, 9. september klokkan 19, skipar Áhugafelagið ólavsøkuróður fyri almennum hátíðarhaldi á Reinsarínum í Havn

Helst fyrstu ferð at trý ross á seinasta kappingardegi hava møguleika at vinna FM

BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava í dag longt samstarvið fram til 2022

Hondbóltskappingin í vetur verður skotin í gongd leygardagin, tá ið Hoyvíkshøllin verður karmur um dystirnar hjá kvinnum og monnum um Lionsbikørini í hondbólti, samstundis sum Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fær allan ágóðan av dystunum

Undankappingardysturin til EM 2020 millum Føroyar og Svøríki endaði við stórsigri til Svøríki, sum vann 4-0

Við Útvarpið segði Lars Olsen eftir dystin, at hetta var tann ringasti dysturin sum føroyska landsliðið hevur spælt leingi

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Svøríki. Gilli Rólantsson Sørensen verður ikki tøkur til dystin. Í staðin fer Hørður Askham á høgra bakk

Fimleikafelagið Støkk og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Fimleikafelagnum Støkk

John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, sum í kvøld klokkan 18:00 fer á vøllin ímóti Hvítarusslandi. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

Sunnudagin seta nakrir av leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum kósina ímóti Malta, har teir skulu luttaka í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament

Alex Johannesen úr Eysturskot, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í trap leirdúgvuskjóting

- Hugskotini og vælvildin trutu ikki, tá fundur var um, hvussu vit kunnu menna kvinnufótbóltin í Føroyum. Umleið 45 luttakarar vóru á fundinum, sum varð hildin í Smæruni, undan landsdystinum á Tórsvølli ímóti Wales hósdagin

HM-finalan í singleculler har miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen rør, verður víst á stórskíggja á Trappuni í Tórshavn frá klokkan 13

28. august fór U17 landsliðið í badminton til EM fyri lið, sum verður leikt í Gniezno í Póllandi í døgunum 30. august til 3. september

Hósdagin klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Wales, sum í løtuni er nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA

Stórsteypadystirnir í hondbólti verða í Hoyvíkshøllini leygardagin 7. september millum liðini, ið royndust best undanfarna kappingarár. Hesaferð verður tað Felagið fyri lesi- og skriviveik, ið fær ágóðan

Marius F. Joensen, úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting

1. oktobur byrjar Andras Nolsøe í starvi, sum ítróttaráðgevi hjá ÍSF

Føroyska U15-landsliðið við gentum fekk 1 stig í fyrsta dystinum í Baltic Cup 2019. Úrslitið ímóti Litava gjørdist javnleikur 2-2. Jóhanna F. Sørensen og Marita Magnadóttir skoraðu fyri Føroyar

Nýggj vísindalig kanning, vísir, at fótbóltsvenjing er serstakliga munadyggur viðgerðarháttur fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes

Føroyska flogfelagið verður í 2020 eins og undanfarnu tvey árini aftur høvuðsstuðul hjá Føroya einasta marathon, Atlantic Airways Tórshavn Marathon

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið U21-landsliðið, sum í september skal spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia

Kappingin byrjar i morgin og er til sunnudagin, tá finalan verður. Tilsamans fara 109 seyðaghundar úr øllum Europa at kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019

Føroyska A-landsliðið við monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020, sum kemur út tann 10. september

Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri felagsmeistarakapping á golfbreytini á Glyvursnesi. Úrslitið gjørdist, at Jens Guttesen gjørdist tryggur vinnari við 162 sløgum tilsamans

Týsdagin í næstu viku byrja fyrstu spælararnir á FSF Úrvalstilboðnum. Aðalmálið er at geva spælarunum eitt úrvalstilboð, ið er á altjóða støði

At fylgja fótbóltsliðnum tær dámar best gevur líka nógva mosjón sum at ganga ein túr í hálvan annan tíma

Týsdagin varð skipað fyri kunningarfundum fyri spælarum og foreldrum um FSF Úrvalstilboðið, sum í komandi viku byrjar í Havn og í Norðragøt

Rebekka Eschen Danielsen hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Wales og Hvítarusslandi. Í staðin hevur John Petersen úttikið Duritu Hummeland úr KÍ

Í góðveðrinum í dag varð árliga BANKNORDIK-kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi

Sum partur av átakinum at fáa fleiri kvinnuligar dómarar, verða tað tríggjar norskar kvinnur, ið sunnudagin koma at døma dystin í Betri Deildini hjá kvinnum millum B36 og HB

Føroya Bjór-renning var í dag og byrjaði hon klokkan 11 fyrrapartin. Eini hálvt hundrað rennarar luttóku

Brasilski verjuleikarin David Luiz skiftir púra óvæntað frá einum London felag til eitt annað. Fyrr í dag - á sjálvum Deadline Day - gjørdist greitt, at Luiz verður at síggja í Arsenal búnanum komandi kappingarár

Manchester United hevur selt Romelu Lukaku til Inter Milan fyri 74 milliónir pund

Kvinnurnar hjá EBS/Skála luttaka í hesum døgum í Champions League undankapping í Estlandi. Føroysku kvinnurnar leiktu í dag fyrsta dystin í kappingini

5. september 2019 kl. 19:45 skal føroyska A landsliðið aftur í eldin á Tórsvølli. Mótstøðuliðið er grannar okkara úr Svøríki

Á tíðindafundi í FSF-húsinum í gjár kunngjørdi John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hvørjar hann hevur úttikið til landsdystirnar móti Wales og Hvítarusslandi, sum eru fyrstu dystirnir í komandi EM-undankapping

Í kvøld verða tveir dystir leiktir í Betri-deildini. Grannauppgerð er á skránni í Havn, har HB og B36 bresta saman, og í Fuglafirði tekur botnliðið ÍF ímóti KÍ

Kvinnulandsliðið setur í næstum hol á undankappingin til EM 2021, ið verður í Onglandi á sumri 2021

Í dag kl 11.31 (10.31 fø tíð) fer Levi Hanusarson at luttaka í 100m Racerunning í Nottwil, Sveis

Tiltøkini í sambandi við Ovastevnuna í ár byrja longu í morgin. Hópur av tiltøkum eru, m.a. fara nólsoyingar at spæla kabarettina ”Nøxit the last stand”

- Skommina eigur ikki Róðrarsambandið ella rógvararnir, men Róðrarfelagið Knørrur, eitt róðrarfelag, sum eg slett ikki skilji á nógvum økjum

Framman fyri eini stórari áskoðarafjøld, gjørdist Regin Johannesen dagsins maður, tá ið hann á Ólavsøku vann bæði tølt og tvíspor vaksin

Ormurin Langi vann róðurin á Ólavsøku, men av fýrverki avgjørdi Róðrarsambandið, at róðurin skuldi annulerast

Myndir av fólki og bátum í allar fagrasta summarveðri

Bátsmanningarnar á tíggjumannaførunum vildu ikki rógva umróður, og tí avgjørdi Róðrarsambandið, at Ólavsøku róðurin hjá tíggjumannaførunum verður annuleraður

Fýrverk við neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri fyri Orminum Langa, sum vann Ólavsøkuróðurin, órógvaði tíggjumannafars róðurin, so hann skal rógvast umaftur klokkan 18.45, men bátsmanningarnar hava ongan hug til tað

Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum verður á heimavølli hósdagin 29. august, tá Wales kemur á vitjan, eru nú av álvara farnar í gongd