At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum

Visit Faroe Islands hevur í kvøld valt formannin í Flogbóltssambandinum Magnus Tausen til Ársins Ambassadør.

Sum liður í at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið, skipar FSF fyri skeiði og fyrilestri leygardagin 13. apríl, klokkan 09:00

Hósdagin 4. apríl verður Ítróttasamband Føroya 80 ár. Í tí sambandi skipar ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni kl. 16.00, har fyrrverandi ÍSF-forsetar fara at hugleiða um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF

Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari hjá dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í hesum mánaðinum fer til UEFA menningarkapping í Estlandi

Tey bæði bestu liðini alt hetta kappingárárið ÍF og TB hittust í finaluni. Og sum oftast hetta kappingarárið var tað ÍF, sum til seinast lá omaná

Tað sá ikki serliga spennandi út áðrenn seinastu 2 umførini í FM fyri lið í Bridgekappingini, sum vóru spæld leygardagin 30. mars

Føroyar gjørdust nummar trý í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum endaði í gjár í San Marino

Fyrsta finalan var í aldursbólkinum gentur 14 B ímillum ÍF og Fleyr. Ein jøvn og spennandi finala, sum ÍF vann 3-1

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kýpros í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino

Um vikuskiftið verða allir FM-vinnararnir í yngru deildunum funnir í Trongisvági. FM-finalurnar síggjar her

Føroyska talvlandsliðið er nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini fyri smátjóðir í Evropa nú sjey umfør eru farin í kappingini í San Marino

Tað eru bestu mansliðini hjá Skála og NSÍ sum fara at leika um Skálafjarðarsteypið

Føroyar vunnu 3½-½ móti Jersey í fjórða umfari í evropeisku smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri í San Marino

Í morgin 27. mars eru tað 7. flokkarnir, sum fara til Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági. Tilsamans 300 næmingar úr 15 skúlum kring alt landið fara til Skúlafótbólt mikudagin

Talan gjørdist um eitt stórtap í Eysturevropa í kvøld. Rumenia vann 4-1 eftir at hava verið á odda 3-1 í hálvleikinum, og var rumenski sigurin ikki eitt mál ov stórur

Rumenia er á odda 3-1, nú hálvleikur er. Harav eru tvey av málunum hjá Rumenia komin uppá deyðbóltar, og er tað ein av sjey deyðssyndunum í fótbólti at missa mál á henda hátt

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur framt tríggjar broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu inni ímóti Malta leygardagin

Týsdagin 26. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 4. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi

Nú føroysku ítróttafólkini eru komin heim í øllum góðum frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi, skipar Parasport Føroyar fyri almennari móttøku í ÍSF-húsinum fríggjadagin 29. mars kl 16

Føroyar vunnu annan dystin og taptu hin í dupultumfarinum mánadagin í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa í San Marino

Føroysku landsliðsspælararnir eru komnir yvir vónbrotið av úrslitinum á Malta og eru tilreiðar at møta Rumenia í annaðkvøld

Bogaskjótifelagið Ørvur var karmur um kappingarnar, sum vórðu skotnar í Løkshøll í Runavík

Føroyar vunnu í dag fyrsta dystin í kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Í fyrsta umfari vunnu vit á Malta, sum vit annars taptu fyri í fótbólti leygardagin

Árliga Búrøkt Cup var í gjár í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag

Leygardagin 23. mars var Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um FM í tvímansleiki hjá gentum og dreingjum og blandaðum tvímansleiki í badminton

Føroyar fáa longu í dag møguleikan at løna Malta ósigurin í fótbólti í gjár aftur

Um 3 milliónir hyggjarar um allan heim hava hugt og háundrað henda føroyska spælaran. Skjótur sum ein Ferari..

Spælið hjá føroyingum var ein fadesa og tóat føroyingar fingu eitt mál í yvirtíðini so var endin eisini ein fadesa. Støðan gjørdist 2-1 til Malta. Ringasti dystur seinastu 8 árini

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett liðið, sum byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Malta

Ætlaða móttøkan, sum skuldi vera í dag á flogvøllinum fyri luttakarunum frá Special Olympics, er avlýst av ringa veðrinum

Í morgin 23. mars verður finalan í Trygd-kappingini leikt í høllini á Argjahamri

Leygarkvøldið bresta Malta og Føroyar saman fyri 3. ferð innan eitt ár, hesaferð í EM-undankappingardysti í bólki F

John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til venjingardystirnar móti Litava, sum verða í apríl mánaði

Seks føroyskir skjúttar vóru í Íslandi og luttóku í kappingini Íslandsmeistaraskapið 2019

Havnar Tennisfelag og Tennissamband Føroya hava í felag skriva sáttmála við Pablo Merin fyri alt 2019. Pablo kemur bæði at vera klubvenjari og landsliðsvenjari

Fimta og síðsta Grand-Prix kapping hjá teimum yngru og vaksnu hevur hetta vikuskiftið verið í Stórhøllini á Hálsi og í Badmintonhøllini í Havn

Føroyingarnir hava júst vunnið gullheiðursmerki í liðskjóting fyri compound menn

Eldsálin: Tey eru nógv, sum leggja lív og sál í sítt felag. Eldsálirnar, sum hvønn dag eru til reiðar at veita eina hjálpandi hond. Í NSÍ eitur ein teirra Jonhard Hansen

Leygardagin 16.mars 2019 verður seinna steypakapping í estetiskum fimleiki í fimleikahøllini í Runavík

- Tað er av stórum týdningi fyri landsliðið, nú tað skal í eldin ímóti Malta um minni enn tvær vikur, at tað hevur vandamiklar leikarar at seta inn

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið hópin til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, sum verða seinni í mánaðinum. Nýggjur í hópinum er málverjin hjá Skála, Karstin Hansen

Við 2-1 sigri á AB, fekk TB eina fína byrjan upp á landskappingina

Hetta vikuskiftið hevur kapping veri í hølunum hjá Tambar í Havn

- Ein fundamentalur riddari í hesum høpinum er farin um ta hálvu øldina í aldri í skiftinum millum kappingarnar 2018/19. Glyvramaðurin Justinus Justinussen

- Tit hava havt NM, tað næsta verður EM og tað skal ikki standa á at útvega karmarnar til VM eisini, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá hon setti norðurlendska Bridgefestivalin í Østrøm í gjár

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur nú í mars kunngjørt nýggjan, dagførdan styrkilista yvir øll londini í felagsskapinum

- Sunnudagin 10. mars rullar bólturin í Betri Deildini, og í ár fer Televarpið at vísa dystir beinleiðis á Rás1 og tvørturum hinar hyggjarapallarnar hjá Televarpinum

Ein flogferð fyri tvey til New York á virði 25.000 krónur stendur upp á spæl, nú skipað verður fyri tippikapping á appini Sona í sambandi við, at Betri Deildin hjá monnum fer av bakkastokki

Hondbóltsfelagið á Argjum, ÍA, spílar seg nú veruliga út. Mark Dahl er settur í fulltíðar starv sum ungdómsvenjari