Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Víkingur vann 3-1 ímóti TB eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum, og hevur hetta úrslitið við sær, at teir ljósabláu fara í summarferiu sum oddalið

Svenska kvinnulandsliðið er víðari í fótbólts-HM eftir ein 2-1 sigur á Týsklandi. Í semifanluni skal Svøríki leika móti Hollandi, sum fyrr í dag vann 2-0 móti Italia

Tað váttar Manchester United á síni heimasíðu. Tann 21 ára gamli høgrabakkurin kemur frá Crystal Palace

Áki Johansen, venjari, hevur úttikið føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í august skal til NM-kapping í Danmark

Amerikonsku heimsmeistararnir vunnu í kvøld 2-1 ímóti vertstjóðini Fraklandi. Megan Rapinoe skjeyt bæði tey amerikonsku málini - tað gjørdi hon í 5. og 65. minutti -, meðan Wendie Renard minkaði um munin til 1-2 í 81. minutti

Seinnapartin í dag byrjaðu tveir teir fyrstu fótbóltsskúlarnir, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við feløgunum kring landið. Tilsamans verða ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar á skránni í summar

Ársins fyrstu fótbóltsskúlar hjá FSF verða í Gundadali í Havn og á Svangaskarði á Toftum fríggjadagin og leygardagin. Byrjað verður fríggjadagin klokkan 13:00

KÍ var greitt omaná allan dystin og kundi havt vunnið ein enn størri sigur, um framherjarnir høvdu verið meira neyvir frammanfyri málinum

KÍ er á odda 2-0, nú farið er til hálvleiks í Europa League dystinum ímóti san marinesiska SP Tre Fiori. Patrik Johannesen legði KÍ á odda 1-0 í 8. minutti, meðan Simen Sandmæl økti til 2-0 í 37. minutti

KÍ spælir ímóti SP Tre Fiori frá San Marino á ovara vølli í Gundadali. Talan er um dyst í innleiðandi umfarinum í Europa League

Tilgongdin hevur verið drúgv, segði Annika Olsen, borgarstjóri, nú kommunan, Sjúrður Patursson, festari, og Búnaðarstovan skrivaðu undir leigusáttmála um lendi til golfvøll á Glyvursnesi

Fleiri enskir miðlar skriva í dag, at Manchester United og Crystal Palace eru komin ásamt um ein prís fyri Aaron Wan-Bissaka

Tað er við matarstøðini í SMS at føroyingar fáa møguleika at ynskja føroysku íðkarunum góða ferð, áðrenn tey fara til oyggjaleikirnar at kappast fyri Føroyar

Hósdagin byrjar ferðin hjá Team Rynkeby Føroyum 2019 til París. Sjálv ferðin byrjar við almennum tiltaki í Helnabrekku í Klaksvík fyrrapartin hósdagin

Sambært spanska miðlinum AS vil Manchester United stjørnan Paul Pogba heldur skifta aftur til Juventus enn at fara til Real Madrid í summar

Derby váttar í dag at Frank Lampard møguliga verður nýggjur Chelsea-venjari

Miðilin The Independent skrivar at Paris Saint-Germain hevur sett seg í samband við United um ein býtishandil har PSG fær Pogba og United fær Neymar

- Elmar megnaði at gjøgnumføra ein dupultan IronMan. Hetta sigur okkum nógv um hansara likamligu og sálarligu styrki

Núverandi sáttmálin hjá Benitez gongur út í juni í ár, og eru partarnir - t.e. leiðslan í Newcastle og Benitez sjálvur - ikki komnir ásamt um ein nýggjan sáttmála

Leygardagin var hátíðarhald í Gundatali, nú fyrsta stigið at betra um umstøðurnar hjá tennis er liðugt. Graslíki er lagt á verandi vøllir, og síðani verður farið undir at seta ljóssteyrar upp

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var á Jóansøku og tók nakrar myndir

Nýggi hesturin hjá Knút Lützen kappaðist fyri fyrstu ferð um vikuskiftið og er henda kappingin eftirfarandi, so verður hann sannur fongur hjá eigaranum

Eftir ein tríggjar tímar langan HM-dyst millum norsku og avstralsku kvinnurnar, gjørdist úrslitið í brotssparkskappingini 4-1 til Noregi sum nú er víðari til kvartfinaluna

Átjandu oyggjaleikirnir verða settir á Gibraltar leygarkvøldið sætta juli

Havnar Tennisfelag og Tórshavnar Kommuna hava í felag tikið stig til at skifta undirlagið á tennisvøllinum í Gundadali

Spanski miðvallarin Juan Mata hevur undirskrivað ein nýggjan tvey-ára sáttmála við Manchester United. Hetta váttar United í dag á heimasíðuni

Paris Saint-Germain rindaði FC Barcelona 198 milliónir pund fyri Neymar í 2017 - ein upphædd, sum gjørdi brasiliumannin til heimsins dýrasta fótbóltsleikara

Marta skoraði brotssparkið í dystinum móti Italia og sendi Brasil til áttindapartsfinalu. Samtíðis skrivaði hon fótbóltssøgu

Í døgunum 27. til 30. juni verður kappast um DM í gæðingakepni, ið er sergrein innan ríðing við íslandsrossum, og millum luttakararnar er føroyska Rebekka Dahl McBirnie

Til EM-undankappingina í hondbólti hevur føroyska hondbóltslandsliðið víst stóran stíl. Dystirnir móti Ukraina, Makedonia og Danmark, bera boð um, at føroyskur hondbóltur av álvara hevur blandað seg í heimselituna

Manchester United er sum skilst sinnað at fara djúpt niður í lummarnar fyri at fáa franska heimsmeistaran Paul Labile Pogba at verða verandi í felagnum

Fyrrverandi UEFA-forsetin Michel Platini sigst vera handtikin í sambandi við kanningar av tillutingingini av fótbólts-HM til Katar

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Ítróttasamband Føroya skrivað undir tvær avtalur um verandi og komandi ÍSF-húsið

Tað er ikki ofta, at leikarar eru glaðir fyri ein ósigur, men eftir dystin í kvøld vóru tað nakrir fegnir føroyingar á vøllinum í Aalborg

Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti, men stóð seg avbera væl ímóti heimsmeistarunum úr Danmark. Endaliga úrslitið gjørdist 31-24 til Danmark, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 17-13 til teir reyðu og hvítu

Óivað eru tey fleiri, sum stúra fyri, at munurin ímillum liðini bæði fer at vera ovurhondsstórur, men higartil hevur hilnast væl betur í hond hjá føroyingum, enn mong helst høvdu torað at droymt um frammanundan

Bæði HB og B36 vunnu í dag, tá tey leiktu á útivølli í 13. umfari í Betri deildini. HB vann heili 5-1 í Fuglafirði, meðan B36 vann 1-0 í Trongisvági

Tá Føroyar hitta Danmark í Aalborg seinni í dag, verður tað við einum føroyingi á mótstøðuliðnum

Aftaná at hava ligið aftanfyri mestsum allar 250 metrarnar, eydnaðist tað Onnu og Freyr at vinna á sjálvari málstrikuni

Álítandi ítróttarjournalisturin hjá BBC, Simon Stone skrivar í dag, at Manchester United stjørnan Paul Pogba skal hava sagt, at hann ynskir eina nýggja avbjóðing eina aðrastaðni

Dysturin móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021. Heimsmeistararnir eru stórfavorittar í kvøld, men føroysku leikararnir hava nógv at stríðast fyri

Argentina fekk eina marrubyrjan uppá Copa America, tá landið í nátt tapti 2-0 ímóti Kolumbia í bólki B. Roger Martinez (71) og Duvan Zapata (86) skutu málini fyri kolumbianar

Tað er í dag klokkan 17, at Danmark og Føroyar bresta saman í EM-undankappingardysti í Gigantium í Aalborg

Toppliðini NSÍ og Víkingur avgreiddu sína skyldu, tá tey í kvøld hittu ávikavist AB og EB/Streym

- Tað er beinleiðis syrgiligt fyri føroyskan kappróður, at trý 10-mannafør, sum seinastu tíggju árini vunnu á Jóansøku ikki rógva í summar

07 Vestur - einasta liðið, sum reelt hevur møguleikan at flyta upp í bestu deildina í ár - tapti 1-3 á heimavølli ímóti oddaliðnum NSÍ, meðan B68 og B71 leiktu javnt 1-1 ímóti ávikavist B36 og Skála

BBC skrivar, at Chelsea og Maurizio Sarri, venjarin hjá felagnum hetta síðsta árið, eru komin ásamt um at enda samstarvið sínámillum. Sarri skal nú eftir ætlan taka yvir í italska stórfelagnum Juventus

Patrik Johannesen legði klaksvíkingar á odda 1-0 í 9. minutti, og í 38. minutti økti Jóannes Bjartalíð um munin til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið

NM í bridge var í norska býnum Kristiansand 7. - 9. juni

Síðani í gjáramorgunin hevur Elmar Ósá runnið, svomið og súkklað 452 kilometrar. Endamálið var at savna inn pening til Autismufelagið