Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Sýria er so at siga sundurbumbað av krígnum seinastu seks árini, men mitt í øllum hesum sorgarleiki er landið klárt til playoff um eitt plás í sjálvum fótbólts-HM næsta ár

Russland gjørdist sunnukvøldið Evropameistari í flogbólti fyri menn, tá teir í einum sera tøttum og spennandi dysti vunnu 3-2 á Týsklandi

Tað verður sterkasta lið, sum mannast kann, ið fer at umboða Føroyar í EM-kappingini fyri landslið í talvi í heyst. Talvsamband Føroya hevur nú fingið tilsøgn frá teimum fremstu fimm á føroyska styrkilistanum til kappingina

 

Í øðrum talvinum í fyrsta umfari í stóru World Cup kappingini í Georgia í dag var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov.

Europeiska fótbóltssambandi UEFA hevur boðað frá kanning av Paris Saint-Germain. Nú biðjur spanska La Liga um at eisini Manchester City verður kannað

Nú á middegi verður farið undir seinna talvið í fyrsta umfari í stóru World Cup talvstevnuni í Tbilisi í Georgia

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í trap. Kappingin varð skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum

Gilli Sørensen skoraði fyri Føroyar í dag og var tað einasta málið, ið kom í dystinum móti Andorra. Føroyar hava nú 8 stig samanlagt, sum er met

Í kvøld verður finalan millum Týskland og Russland leikt í Krakow í Póllandi. Dysturin byrjar kl. 19,30 føroyska tíð, og sæst beinleiðis á YouTube

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava gjørt eina broyting í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Portugal

Liðskiparin á U21-landsliðnum, Hákun Edmundsson heldur, at dysturin móti Danmark skal gloymast, og nú skal hyggjast fram ímóti dystinum í Finnlandi, sum verður týsdagin

Høgri bakkurin á landsliðnum, Jónas Tór Næs hevði ein strævnan dyst í tapinum fyri Portugal, men væntar eisini ein harðan dyst ímóti Andorra

Danmark spældi í kvøld HM-dyst móti Póllandi og vann 4-0

Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár. Hetta er óivað eitt met, sum neyvan nakrantíð verður tikið

Føroyska landsliðið taptu 5-1 fyri Portugal á Estadio do Bessa leikvøllinum í Porto. Rógvi Baldvinsson skoraði einasamalla málið fyri Føroyar

Leigusáttmálin millum Vágs kommunu og Vágs ítróttaráð, sum er á donskum, sigur, at Vágs kommuna hevur rætt til at brúka marghøllina gerandisdagar millum klokkan 08.00 og 16.00

Bretski miðilin The Mirror skrivar at Wayne Rooney var steðgaður av løgregluni hóskvldið, og er nú skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður

J & K Petersen hevði lægsta tilboðið at gera vestursíðuna á Tórsvølli lidna

Føroyar hava skorað móti Portugal. Innkastað var heilt yvir móti málinum hjá Portugal, bólturin var so skallaður víðari og Rógvi Baldvinsson bumbaði hann í málið, uttan nakran sum helst møguleika hjá málverjanum at taka skotið. Ein sonn perla

– Vit eru fegnir um at kunngera at sáttmáli er gjørdur við Kylian Mbappé, skrivar PSG á síni Twitter-konto. Eisini Monaco hevur váttað avtaluna, sum snýr seg um eitt lán til 30. juni 2018

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevur sett liðið til dystin ímóti Portugal. Á sentrala miðvøllinum verða Rene Shaki Joensen og Róaldur Jakobsen

Venjarin hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze, og hjálparvenjarin, Hegga Samuelsen, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja ímóti Danmark á Tórsvølli klokkan 16:00

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, sigur, at fyrst og fremst skal avrikið hjá okkara spælarum vera upp á pláss, um vit skulu fáa eitt nøktandi úrslit

Fleiri bretskir miðlar, harímillum BBC, The Times, Sky Sports og Liverpool Echo skriva, at avtala er gjørd viðvíkjandi Alex Oxlade-Chamberlain til Liverpool. Prísurin er 35 milliónir pund

Sjálvt um milliardir av krónum longu hava skift hendur, so verður mett, at handlar fara at verða gjørt heilt fram til miðnátt, tá deadline er millum annað í Onglandi, Danmark, Italia og Týsklandi

Bestu hondbóltsliðini hjá kvinnum og monnum í hondbólti fara mikukvøldið 6. september at kappast um Lionsbikarið og stuðla samstundis Heilafelagnum

Hósdagin klokkan 16:00 spæla Føroyar og Danmark U21-landsdyst á Tórsvølli. Sambært venjaranum, so hava danir væntandi eitt betri lið, men tað er ikki altíð at tann størri vinnur

FSF Varpið: Portugal og Andorra er næstu mótstøðuliðini hjá Føroyum. Stórur munur er á mótstøðuliðunum, men fyri føroyska landsliðið er talan um tveir sera týdningarmiklar dystir, sigur Gunnar Nielsen

Áhugin fyri Føroya Sunnasta 1/2maraton vísir seg at vera rættuliga stórur. Fyriskiparnir í Hvistuni í Suðuroynni, høvdu sett nøsina upp í móti at fáa eini 20-30 við til hetta tiltakið, men nú er luttøkutalið komið upp á 160

Marija Sjarapova var rørd eftir sigurin á einum av favorittunum í sínum fyrsta Grand Slam-dysti eftir dopingdómin

Vinnararnir av fyrsta umfarið gjørdist Havnar Róðrarfelag 1. Á liðnum vóru báðar barnamanningarnar við Ingibjørg og gentu manningin á Drekanum. Allir bátarnir vunnu sínar róðrar

Sambært fleiri bretskum miðlum eru feløgini samd um eina avtalu um leikaran verd 35 milliónir pund

Sambært bretskum miðlum hevur Jürgen Klopp endiliga fingið hendur á favorittleikarnum Naby Keïta. Men ikki fyrr enn næsta summar

MYNDIR: HB gjørdi slætt borð í finalunum um Thomas Dam Intersport Steypið, Blaðberasteypið og Cadbury Steypið, meðan NSÍ fór avstað við Løgmanssteypinum

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í skeet. Leygardagin varð skotið á breytini hjá Sunda Byrsufelag (SBF), og sunnudagin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum

Linnéa Claeson er hondbóltsleikari, og so er hon eisini feminist og netaktivist, sum hevur tikið dystin upp móti monnum, sum senda hóttanir og vanærisligar myndir

Í dystinum móti Everton í dag, sum Chelsea vann 2-0, strálaði ein vælleikandi Morata. Stóra stjørnan hjá Everton, Rooney, hevði eitt skot á mál, men tað fór einar 23 metrar við síðuna av málinum

Floyd Mayweather (40) vann við tekniskum knockout á Conor McGregor (29) í 10. umfarinum. Tá var dómarin noyddur at steðga dystinum

Fótbóltsstjørnan Zlatan Ibrahimovic, sum eisini hevur svart belti í taekwondo, heldur at Conor McGregor vinnur boksidystin í nátt móti Floyd Mayweather

Lukaku brendi eitt brotsspark, og Pogba hevði eini tíggju skot á mál, men ikki fyrr enn Rashford og Fellaini komu inn í seinna hálvleiki, avgjørdi Manchester United dystin við einum 2-0 sigri á Leicester

Løgreglan í Bournemouth sigst hava fingið eina frágreiðing frá eini vakt á Vitality Stadium, sum sigur, at Sergio Agüero sló seg undir dystinum millum Bournemouth og Manchester City

FSF Varpið vísir beinleiðis frá finaluni um Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri Dreingir U16, ímillum HB og KÍ. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 16:00

Bretski miðilin The Times skrivar at sviin Zlatan Ibrahimovic mátti góðta eina munandi minni vikuløn fyri at sleppa aftur til United. Avtalan sviin hevur undirskrivað gevur honum um 125.000 pund um vikuna

STEYPAFINALURNAR 2017: Leygardagin klokkan 13 bresta HB og NSÍ saman í finaluni um Cadbury Steypið. Hevur hevur vunnið steypið seinastu fýra árini

Hátíðarhald var nú um middagsleitið, tá nýggja ítróttarhøllin á Argjahamri varð tikin í nýtslu

Vikuskiftið 26. og 27. august 2017, verður FM í Skeet skotið. Fyrri dagurin verður skotin á breytini hjá Sunda Byrsufelag. Seinni dagurin verður skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum

Føroyar eru á fyrsta sinni umboðaðar í stóru World Cup talvstevnuni. Kappingin byrjar í Tbilisi í Georgia 3. september

Portugisarin Cristiano Ronaldo er valdur ársins besti leikari í Europa fyri triðju ferð í fýra ár. Hann vann á Lionel Messi og Gianluigi Buffon

Høllin á Argjahamri er klár at taka í nýtslu og hátíðarhald verður fríggjadagin kl. 12.30

STEYPAFINALURNAR 2017: Tað vera HB og KÍ sum skulu stríðast um Blaðberasteypið, tá finalan í steypakappingini fyri Dreingir U16 verður spæld á Tórsvølli leygardagin klokkan 16:00