Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

José Mourinho hevur gjørt Manchester United til ein gullkandidat aftur og liðið liggur enn nummar tvey í Premier League, 8 stig aftanfyri Manchester City

Dionatan Teixeira var í Stoke frá 2014 til 2017, men fekk bert tveir Premier League-dystir fyri felagið

Eftir at vera farin málleysur av vølli í seks dystum, gjørdist Álvaro Morata matchvinnari í dystinum í dag móti Manchester United. Talan var um ein javnan dyst, har bæði liðini høvdu sama tjans at vinna

Málverjin hjá Mainz, Robin Zentner, verður argaður av liðfeløgum og á sosialu miðlunum eftir hesa hendingina í dystinum í dag móti Borussia Mönchengladbach

Klokkan eitt í dag verður farið undir næstsíðsta dystarumfarið í EM-kappingini fyri landslið í talvi á Kreta. Føroyar telva móti vertsoyggini Kreta

Segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá hon setti FM-kappingina á stuttgeil

Føroyar vunnu 3½-½ á Kosovo í sjeynda umfari í evropameistarakappingini í talvi fyri landslið á Kreta í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu

NSÍ hevur fingið nýggjan høvuðsungdómsvenjara fyri 2018. Nýggi venjarin er Christian Høgni Jacobsen

Føroyar taptu 2½-1½ fyri Moldova í sætta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hørð mótstøða var væntandi, tí Moldova er styrkismett væl omanfyri Føroyar

Eftir at flogbóltskappingin hevur ligið still orsakað av landsliðsvirksemi hjá U 19 og U 17, verða 4 dystir leiktir um vikuskiftið í bestu deildini

Annað árið á rað fór Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í KvF, avstað við heiðurinum sum besti ”tipparin” millum teir tríggjar serfrøðingarnar á heimasíðuni hjá FSF

Moldova er styrkismett nummar 24 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 35

Everton tapti aftur tá ið Lyon smurdi enska liðið av í einum 3-0-sigri í gjárkvøldið. Sostatt hevur Premier League-liðið ongan møguleika at koma víðari

BankNordik og flogbóltsfelagið Mjølnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið við einum nýggjum eitt ára stuðulssáttmála fyri kappingarárið 2017/18

 

Tottenham knústi Real Madrid sundur og saman og vann 3-1 á Wembley í kvøld, meðan yvir 80.000 áskoðarar sóu eyðmýkingina

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Montenegro í evropameistarakappingini í talvi á Kreta

Vikuskiftið 28. og 29 oktober varð GP-2 í badminton hildin í høllini á Kambsdali og Bylgjuni í Runavík

Klokkan eitt í dag verður farið undir fimta umfar í EM-kappingini í talvi á Kreta

– Eg verji hann, segði Mourinho við Viasat 4 eftir dystin

Chelsea leikti í kvøld í Róm móti AS Roma, sum vann ein tryggan 3-0 sigur

Anthony Martial klossaði eitt brotsspark burtur í støðuni 0-0, men ungi Benfica-málverjin Mile Svilar (18) var óheppin og kom aftur í fokus hesaferð

Føroyska talvlandsliðið tapti annan dagin á rað 3-1 í EM-kappingini í talvi á Kreta

Í dag setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyrsta spakan í til byggingina av Bláa skýlinum við vøllin við Djúpumýru

Tórshavn Marathon broytir navn til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018

Hetta verður serliga gjørt fyri at betra umstøðurnar hjá frælsu ítróttini myrku árstíðirnar

Eins og í fyrsta umfari móti Spania vóru tað aftur Helgi og Høgni, sum bjargaðu okkum í dag

Føroyar telva í triðja umfari í evropameistarakappingini í talvi í dag móti Noregi. Helgi Dam Ziska fær kortini ikki høvið at møta heimsmeistaranum Magnus Carlsen, tí hann er ikki við á norska liðnum á Kreta

2-2 móti Skotlandi í dag í EM-kappingini í talvi á Kreta var eitt vónbrot. Føroyingar vóru greiðir favorittar

Hoyrt um Terens Puhiri? Hann er óivað heimsins skjótasti fótbóltsleikari. Hann leikar við Borneo FC

U 19 genturnar, sum hesa vikuna hava tikið lut í evropeiskari kapping í Onglandi, hava dag spælt sín seinasta dyst í kappingini. Hesin var um 5. plássið ímóti Íslandi

U 19 dreingirnir vunnu í dag 5. plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi, sum teir hava verið við í síðani hósdagin. Dysturin um 5. plássið var ímóti Íslandi, og vunnu dreingirnir hann 3-1

Føroyar telva móti Skotlandi í dag í øðrum umfari í evropameistarakappingini fyri landslið suðuri á Kreta

Við tað, at Ísland í dag tapti 3-0 ímóti Noreg, so vera tað Føroyar og Ísland, sum í morgin, sunnudagin, skulu spæla um 5. plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi

U 19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, hava í dag spælt fjórðingsfinalu ímóti Onglandi. Tað gekst ikki eins væl sum í gjár

Føroyska talvlandsliðið tapti í dag 3-1 fyri Spania í fyrsta dystinum í evropameistarakappingini fyri landslið á Kreta

Í kvøld klokkan 19.30 verður forkunnugur dystur í høllini í Hoyvík millum manslandsliðið og eitt útvalt lið

Eftir 81 málleysar minuttir á Old Trafford, skoraði Anthony Martial einasta málið í toppuppgerðini móti Tottenham. José Mourinho hevði tá sett Martial inn fyri Rashford - perfekt timing hjá Mourinho

Í dag byrjar evropameistarakappingin fyri landslið í talvi. Fjøruti lið kappast suðuri á Kreta. Níggju umfør eru, kappingin endar 6. november. Byrjað verður klokkan eitt í dag

U 19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, hava í morgun spælt fjórðingsfinalu ímóti Onglandi

U 19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, tóku í dag eitt sett í móti Noreg

U 19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, vunnu í dag 3 – 1 á Íslandi

Eli Hentze, venjari og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, hava sent boð eftir 26 spælarum, í samband við fyrireikingarnar til dystin ímóti Póllandi

Føroyskur fótbóltur higartil í ár við størsta denti á, hvussu KÍ hevur klárað seg

U 19 landsliðini, sum í gjár fóru úr Føroyum via Keypmannahavn til Kettering í Onglandi, hava ikki havt tað bestu ferðini

– viðmerkingar til vestamálið hjá nøkrum av vaksnu rógvarum okkara

- Skakandi at lesa tað sum rógvarin Hjálmar Hátún førir fram um trygd á sjónum

Nú er greitt, at fyrstu umførini í Futsal, kappingarárið 2017-2018, verða í Klaksvík leygardagin og sunnudagin, 4. og 5. november

U 19 landsliðini hjá kvinnum og monnum eru í morgun farin til Onglands við Atlantic Airways, at taka lut í Evropeiskari økiskapping fyri Norðurlond og Ongland. Fyrstu dystirnir verða leiktir hósdagin og tann seinasti sunnudagin

Edward Nketiah vendi dystinum fyri Arsenal móti Norwich til 2-1, og skrivaði seg samtíðis inn í søgubøkurnar. Nketiah (føddur 30. mai 1999) er nevniliga fyrsti leikarin sum er føddur eftir at Arsene Wenger yvitók Arsenal sum hevur skorað fyri London-felagið

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Týsklandi í dag klokkan 15:10