Sáttmáli varð í síðstu viku undirskrivaður við byggifyritøkuna Konsax. Og nú er longu farið í gongd við at bøta um umstøðurnar á vegamótinum við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg
Søkt verður eftir bæði tíðindaleiðara og avloysara fyri deildarleiðaran á Mentan, sum er í farloyvi. Ætlandi verða størvini sett í fyrru helvt av mai mánaði
Í 2018 var innflutningurin av olju til Føroya methøgur. Hetta er ikki í tráð við orkumálið hjá samgonguni um at fáa helvtina av øllum almennum bygningum at brúka grøna orku innan 2025
Tvær ísraelskar sjónvarpsstøðir hava gjørt nýggjar prognosur viðvíkjandi valinum í Ísrael, og geva tær ein sigur til forsætisráðharran Benjamin Netanyahu
Samskipandi eindin skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek – Breksáttmálin – virkar í verki á øllum økjum
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi fyrisitingarligar mannagongdir í sambandi við, at TAKS setti upp forboðsskeltir ímóti mynda- og videoupptøkum á tolløkinum í Vágum
Theresa May forsætisráðharri sigur at brexit-tingingarnar við Labour krevja «neyðsemjur á báðum síðum», og at tað kann enda við at Stórabretland verður verandi í ES
Á ársfundinum nú í morgun hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varð ljós millum annað varpað á týdningin av at fáa so nógv og fjølbroytt hagtøl og lýsingar av ferðsluóhappum sum til ber
Ein meiriluti í bretska undirhúsinum hevur samtykt at atkvøðast skal um eitt uppskot sum áleggur stjórnini at tryggja at Stórabretland ikki fer úr ES uttan avtalu
- Hjá okkum er tað so, at meginparturin av okkara innsavningum í kirkjuni eru umvegis mobilepay, sigur Jóannis Fonsdal, ið virkar sum prestur við Emdrup Kirke í Keypmannahavn
Verða verkætlanirnar á Fløtum, undir Kongavarða, við Villingardalsvegin og á Karlamagnusarbreyt taldar saman undir einum, sigur metingin, at 836 fólk aftrat fáa tak yvir høvdið í Tórshavnar kommunu
Nú summarið nærkast og fleiri ferðafólk longu eru at síggja í Føroyum, so er aftur møguligt at lesa føroysk tíðindi á enskum á gistingarhúsum, matstovum, kunningarstovum, handlum og aðrastaðni kring oyggjarnar
Í dag byrjaði Spógvin at sigla á Hestleiðini, og í tí sambandi skipaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri einum almennum túri út í Hest seinnapartin
Forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Theresa May, biðjur ES um eina nýggja brexit-útseting og bjóðar andstøðuleiðaranum Jeremy Corbyn til samráðingar um leiðina víðari fram
- Hóast várið so smátt er byrjað, er eingin trygd fyri, at ikki hálka framvegis kann koma fyri. Soleiðis var í nátt og í morgun, har 18 saltbilar hjá Landsverki løgdu frá landi klokkan fimm í morgun
Fyrsta flagið er nú loyst fyri stóru privatu útstykkingini við Villingardalsvegin. Fyrrapartin setti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, hakan í til eina útstykkingarætlan við 35 grundøkjum