Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Trump er sostatt tann fyrsti amerikanski forsetin sum vitjar Norður-Korea

Klokkan 20:20 fekk løgreglan fráboðan um at ein bilur hevði rent á ein pela á Hoyvíksvegnum

Maria Summers við Skipá, gudfrøðingur, er innstillað sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Vestmanna

Frá 1. august 2019 tekur sendiharri Íslands í Keypmannahavn, Benadikt Jónsson, við starvinum sum generalkonsul í Føroyum

Soleiðis sá myndin út, tá ið toran gekk í nátt um 02 tíðina

Í næstum verða SMS og Apotekið knýtt í fjarhitaskipanina, og tað hevur stóran týdning fyri hesi bæði arbeiðsplássini. Nýggi formaðurin í Fjarhitafelagnum fegnast eisini um hetta stigið

Um trítíðina lokala tíð týsdagin stoyttu trúboðaraskipið Logos Hope – fyrrverandi Norrøna – og eitt farmaskip saman í ánni Parana í Argentina

Leiðslan á Dimmalætting hevur í dag sett Emil Lisberg Jacobsen sum ábyrgdarblaðstjóra á Dimmalætting. Hann tekur við starvinum 1. august 2019

Guðrun Mortensen, Bjarni Wardum og Turið Holm Johannesen eru øll sett í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi

Cøliakifelag Føroya hevur nú fingið heimasíðu. Her ber til at leita sær viðkomandi upplýsingar og vitan um glutenviðkvæmi

Ein meginregla í arbeiðinum við lendisætlanum og býarskipanararbeiði er, at borgarin er væl kunnaður og kann siga sína hugsan um tær ætlanir, sum myndugleikin hevur í kvittanum at fremja í verki borgaranna vegna

Summarið er komið og tað merkir festivalar! Liv Lívið hevur í samstarvi við Okkara Voxbotn, G! Festivalin og Summarfestivalin koyrt eitt átak í gongd við slagorðinum “Lat tónleikin vera tín rús”

Amerikanskir granskarar hava funnið vatn í Atlantshavinum framvið norðurstrondini í USA, skrivar CNN

Hátíðardámurin og frøðin yvir, at tað umsíðir er komið so mikið langt, at nýggjur Hvalbiartunnil er í eygsjón, var ikki til at fara skeivur av millum tey mongu fólkini

Tórshavnar kommuna hevur í dag tikið ein nýggjan rottangabil í nýtslu. Bilurin er ein Scania, sum er uppbygdur hjá Simon Moos í Danmark

Nógvi hitin í løtuni um alt Europa ger, at hvørt plagg á kroppinum er eitt ov nógv

Í sambandi við at vegamótið Ringvegur/Hvítanesvegur verður breiðkað og fær eina koyribreyt aftrat, verður ljósreguleringin sløkt í nakrar dagar

Seinnapartin varð fyrsta skotið fyri nýggja Hvalbiartunlinum, og var tað Heðin Mortensen, sum trýsti á knøttin

Stjórnin í Gambia biður kvinnur og gentur fráboða kynsligar valdsgerðir framdar av fyrrverandi forsetanum Yahya Jammeh

Benadikt Joensen, námslektari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, er skelkaður av, hvussu illa slíkt skip dálkar, sigur hann við Kringvarpið

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, segði nøkur orð, áðrenn Hallur Foldbo, næmingur í 7. flokki, klipti snórin, og spæliøkið alment læt upp

- Nevnt verður í álitinum, at eitt byggipláss í Skúgvoy, sum er Ramsarøki, fer at vera til ampa fyri fuglalívið. Hetta verður avvíst av teimum, sum hava lokalvitan

Ein nýggj mynd av einum pápa og dóttrini sum druknaðu á markinum millum Meksiko og USA sjokkerar

Stóra ferðamannaskipið Ventura kom á Havnina kl 9 í morgun og ferðafólkini streyma niðan í Havnina í góðveðrinum

Hvørt ár fáa einir 80 graslíkisvøllir í Noregi nýtt graslíki, og ofta endar gamla graslíki úti í náttúruni

– Ansa eftir tær sjálvum, tíni familju og tínum grannum. Ein telefonsamtala ella vitjan kann bjarga onkrum, sigur Davron Mukhamadjev í IFRC

Nordregio hevur útgivið nýggja frágreiðing um støðuna hjá viðbreknum og marginaliseraðum ungdómi í útjaðaraøkjum í Norðurlondum

- Veruligi meirkostnaðurin við loysnini hjá Landsverki liggur á umleið 100 mió. kr. og ikki 400 mió. kr. sum arbeiðsbólkurin førir fram

Millum annað mælir Landsverk frá, at eitt partafelag verður stovnað longu nú at fyrireika tunnilin til Suðuroyar

- Inferno er á veg, var stutta viðmerkingin hjá spanska sjónvarps-meteorologinum Silvia Laplana í gjár á Twitter

Nýggja útstykkingin við Villingardalsvegin hevur fingið navnið Ryskigøta

Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur í kvøld samtykt at ganga umbøn frá Irdi Jacobsen, borgarstjóra, um at verða loyst úr starvinum, á møti

Í mars var sáttmáli við Articon um nýggjan Hvalbiartunnil undirskrivaður. Nú tríggjar mánaðar seinni er klárt at lata fyrsta skotið av fyri tunlinum

Av klagunum, sum vóru avgreiddar í 2018, endaðu 11 við áliti, 43 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 14 klagur vórðu avvístar

Tað skrivar norðurtýski miðilin Schweriner Volkzeitung, og eftirsíðani hevur týska innlendismálaráðið váttað hendingina

Ein mynd úr Grønlandi hevur verið brúkt í miðlum um allan heim sum dømi um hvussu álvarsligar veðurlagsbroytingarnar eru

Varðhaldsfongslingin av 23 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri dráp í Hvannasundi, skal ikki longjast

Mett verður at grindin sum hevur lagt beini á Leynasandi í kvøld er einar 25-30 hval

Lítil grind er funnin út fyri Velbastað, og ætlanin er at reka hana móti Leynum

- Hóast vit eru vitandi um, at nakað av rottu er á staðnum, er tað ikki nakað vit síggja dagliga, sigur stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen

Fyri góðum ári síðani hevði IRF stórar trupulleikar av flugu, men nú er rottan komin og tað í stórum tali. Fólk eru farin at skjóta rottu til stuttleika, sigur kelda við VP

Miðskeiðis á myndini síggja vit eina súlu sum hongur í einum nylonenda frá reiðrinum og er myndin frá fuglafjalli á oynni Runde í Noregi

- Nógvir úlvar hava luttikið á einum ella fleiri túrum, og 11 av teimum, hava í dag gingið 20 og 30 km og harvið uppfylt øll krøvini til gonguskjøldrið

Hitin fer at liggja upp móti 40 stigum í komandi viku

- Tað var Heðin Mortensen sjálvur sum í 2005 innførdi avgreiðslugjaldið fyri strandfaraskipini og sum endurskoðaði hesi í 2011 - báðu ferð sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Fríggjadagin 21. juni vardi Runa Preeti Ísfeld ph.d.-ritgerð sína um lívið hjá kvinnum úr ikki-vesturlendskum londum, sum eru giftar til Føroya

Løgreglan var útkallað í nátt til íbúðina hjá bretska valevninum at gerast forsætisráðharri, Boris Johnson

Flaggregatta 2019 er á Toftum, og her eru nakrar myndir av træseglskipunum

Forsetin í USA upplýsur at ætlanin var at bumba trý ymisk mál í Iran í morgun. Men tríggjar minuttir áðrenn avblásti hann aksjónina av óttanum fyri at eini 150 mannalív vóru í vanda

Steinar Eirikstoft er settur í starv sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og Alexandra á Dul er nýggjur sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi