Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Umhvørvismálaráðharrin í Týsklandi, Svenja Schulze, sigur í dag at hon fer at skjóta upp nýggja lóg sum bannar plastposum, skrivar Reuters

Motivið til álopið, sum var framt í eini mosku í Oslo-forstaðnum Bærum, skal helst finnast á alnetinum. Norska løgreglan sigur nú at talan var um terror

Illveðrið Lekima rakti Kina harðari enn roknað var við í morgun, við orkan á styrki 3 og vindi á 52 metur per sekund. Higartil eru 18 fólk deyð

Tað tók einar tveir tímar hjá bjargingartyrluni í gjárkvøldið at flúgva aftur og fram til ferðamannaskipið Boudicca sum er á veg til Íslands. Eitt av ferðafólkunum skuldi flytast á LS

Spreingingin í nátt á Nørrebro er tann níggjunda spreingingin, sum rakar Keypmannahavn seinasta hálva árið

- Hann er í so stórari minking, at um eini 20 ár er kanska ongin lundi eftir

Tann 21 ára gamli gerningsmaðurin sum framdi El Paso-álopið viðgekk eftir at hann var tikin, at hann tilætlað royndi eftir meksikanarum

Kommunurnar eru ikki hoyrdar í málinum um, at landsstýriskvinnan av sínum eintingum valdi at leingja summarfrítíðina hjá skúlabørnum við einari viku, skrivar KVF

Seinni í hesum mánaðinum skal Europaparlamentið taka støðu til, um loyvt skal vara at siga «vegetarpylsa» og «vegetarburgari»

Tiltakið var ætlað barnafamiljum og teimum, sum annars hava áhuga í blómum og blómubinding

Reikferðareiðaríið Regent Seven Seas Cruises, eitt dótturfelag hjá Norwegian Cruise, hevur í síni skrá fyri 2021-22 ætlanir at vitja Klaksvík við sínum skipi

Klimapanelið hjá ST heldur, at vit mugu gera víðgongdar broytingar í hvussu vit framleiða mat - og hvat vit eta

Politiið hevur avbyrgt eitt øki kring býráðshúsið í Landskrona

Hesa vikuna er ein altjóða bólkur við 26 fysioterapeut-serfrøðingum savnaður í Runavík til eitt árligt afturvendandi summarseminar

Í vikuskiftinum luttekur Tummas Jacobsen í Norðurlandameistaraskapinum fyri seyðahundar, sum hesaferð verður í Norra

- Tað er nú, at vit eiga at strika danskt á tímatalvuni og fáa rúm fyri teim visiónsbundnu heildunum, sum nútíðar skúlin krevur

Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av føroyingum, sum lesa uttanlands, er leygardagin 10. august 2019

Starvsmannafelagið heldur, at vaksnamannaútbúgving og førleikamenning mugu raðfestast politiskt og skipast við lóg

Norðurkorea hevur aftur í nátt skotið tvær stuttberandi rakettir

Morten Bødskov, skattamálaráðharri, er í morgun møttur til ein heldur óvanligan arbeiðsdag, eftir spreingingina í gjárkvøldið sum knústi framsíðuna í Skattestyrelsen á Østerbro

Tað er eingin fráboðan komin um, at nakar persónur hevur fingið skaða, sigur løgreglan

Kikari er settur upp í Mykinesi, so møguligt er nú at síggja lundan uttan at ganga niður í lundalandið í Lamba og at síggja súluberg uttan at fara út í Hólman

Vónað varð at fáa arbeiðið liðugt til ólavsøku, men orsakað av troti á asfalti verður arbeiðið ikki liðugt fyrrenn seinni í august

Hagafelagið mótmælir harðliga, at forðingar verða settar fólki at ferðast í egnum landi og heitir á politikararnar um at finna eina loysn

Frá søgum til dokumentatión. 13 fakfeløg hava tikið stig til at gera kanning, sum lýsir í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum

Valstríðið í Kringvarpinum undan løgtingsvalinum byrjar nú. Í kvøld klokkan 19.20 verður fyrsta formanskjakið sent beinleiðis í sjónvarpinum

Eldur kom í eitt flogfar, sum lendi á flogvøllinum í Aarhus í nátt kl. 0.38, danska tíð. Flogfarið kom úr Oslo, og allir tíggju persónarnir, sum vóru við í flogfarinum, sluppu frá hendingini við lívinum

Harland and Wolff í Belfast fer eftir øllum at døma á húsagang

Mikudagin kl. 20 er Alina Juliana í Ebenezer, har hon sigur frá sínum lívi og sínum leikluti í hjálpararbeiðinum í Rumenia

Kunningarstovurnar hava fingið skriv sendandi í dag frá festara í Saksun viðvíkjandi gjaldsportrinum, sum er sett upp í Saksun

24 ára gamla mamman bjargaði helst soni sínum, tá ið skjótingin byrjaði leygardagin við sølumiðstøðina í El Paso. Bæði foreldrini doyðu av skotunum

Juli 2019 var tann heitasti mánaðurin sum nakrantíð er skrásettu á jørðini, sambært Copernicus, tænasta hjá ES

Níggju persónar eru dripnir og minst 26 skaddir eftir hópskjóting í Dayton

Franski Franky Zapata megnaði í morgun at flúgva tvørtur um Ermasund á flogfjøl. Ferðin tók 20 minuttir

Minst 20 fólk eru deyð eftir skjóting við eina sølumiðstøð í býnum El Paso í Texas, upplýsur guvernørurin á tíðindafundi. Ein maður er handtikin

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen vitjaði Ovastevnu seinnapartin í dag og tók nakrar einastandandi vakrar myndir

Hesar báðar myndir eru frá sandinum í Syðrugøtu, men tað er av fagrasta veðri nógvastaðni í dag

- Og tað er serliga talið av pensjónistum sum er vaksið í tí bólkinum. Til dømis fáa pesnjónistar tvær mánaðarlønir minni um árið enn hvat teirra partur var í 2009, sigur hagfrøðingurin Jón Joensen

Dashcam í løgreglubili tók upp, tá ið eitt lítið flogfar í gjár trygdarlendi á einum vegi í statinum Washington

Talan er um eina lítla grind sum helst verður rikin á Hvalvík

Tað vóru serfrøðingar á Saveetha Dental College and Hospital í stórbýnum Chennai í India sum tóku allar tenninar, skrivar sjúkrahúsið

Fleiri minni spreingingar hava verið í Bangkok, har diplomatar úr fleiri londum hava toppfund

Kvinnur yvir 21 ár í Saudi-Arabia fáa nú pass og sleppa at ferðast, uttan loyvi frá einum manni

Viðmerkjarar hava lítið gott at bera honum eftir at tíðindini komu fram

Enski verjuleikarin Harry Maguire verður ikki við í hópinum, tá liðið hjá honum, Leicester City, í annaðkvøld spælir venjingardyst ímóti italska felagnum Atalanta

Haya prinsessa er flýggjað frá einum marglætislívi. Nú vil hon skiljast frá Dubai-sjeikinum Mohammed. Áður er tvær av døtrum hansara eisini flýddar

Istanbul hevur í knappar tríggjar vikur útvíst yvir 15.000 tilflytarar og flóttafólk sum ikki høvdu dokumentasjón, harímillum sýrar, upplýsur skrivstovan hjá guvernørinum

Valplakatirnar eru longu at síggja í stórum tali og hesar myndirnar eru tiknar fyrrapartin av rundkoyringini á Hálsi

Sum tað sær út nú, so verður stilli og turt leygardagin, so helst fara sum vant nógvir av bátunum víðari úr Hósvík til Nólsoyar á Ovastevnu