Hesum og øðrum týðandi viðurskiftum hevur Búskaparráðið ikki lagt upp fyri í framrokning síni av tørvinum á útbúnum lærarum komandi 10 árini, vísir Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags á, skrivar Skúlablaðið
Kvinnur í barnførum aldri hava útsett – og sostatt hækkað – aldurin hjá sær at eiga børn. Jú, fólkatalið í landinum veksur, men skúlabarnatalið minkar. Politikarar eru bjartskygdir. Vit eru skjótt 50.000 ... men skúlabørnini eru alsamt færri í tali. Hví?
Í ár hava tvey skeið í føroyskum verið á Føroyamálsdeildini, eitt fyri norðurlendingar og eitt altjóðaskeið. Studentarnir koma úr ymiskum londum sum USA, Kina, Týsklandi, Skotlandi, Danmark, Sveis o.ø.
- Vit hjálpa børnunum at finna ein samanhang í tí, tey uppliva, soleiðis at tey ikki gerast so ørkymlað av øllum broytingunum. Tað er gott hjá børnunum at tosa við onkran, sum ikki er partur av tvístøðuni heima, sigur Durita Jakobsen, barnabólkaleiðari
Ein stór fest hjá donskum studentaskúla næmingum fekk lívshóttandi avleiðingar fyri fleiri av teimum ungu, herímillum eisini 16 ára gamla Magnus, sum var lagdur í respirator
- Tóat vit brúka stigar sum brandtrappu nú, so er trygdin so góð sum ongantíð fyrr, tí vit hava umframt ein brandbil og brandvakt eisini við skúlan, sigur formaðurin í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar kommunu, Jóhann Lützen
Gert tú skjótt av, so kanst tú fáa eitt av hesum lestrarplássum. Seinasta freist at søkja er dagurin, tá ið undirvísingin á einstøku útbúgvingunum byrjar
Sum VP skilur so eru hetta neyðútgongdirnar í skúlanum á Ziskatrøð, nú skúlin byrjar aftur í morgin. Sum myndin vísur, so er talan um træstigar, úr tilsamans fimm stovum, ein stigi við hvørja
Teir eru farnir at bróta niður ein part av gamla skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, sum er ein partur av stóru skúlaútbyggingini í Klaksvík. Útbyggingin er mett til einar 107 milliónir krónur
Týskvøldið 9. august skipaði Ó fyri tiltakinum "Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", har dentur varð lagdur á hjálp og vegleiðing til tey, ið skulu uttanlands at lesa. Út við 140 ungdómar leitaðu sær í nýggja BankNordik bygningin
- Málið við 10. flokki er at gera tey ungu til reiðar til víðari útbúgving. Tíverri vísir kanningin, at nógv ung í teimum kommunalu 10. flokkunum ikki fáa nóg nógv burtur úr skúlaárinum
15 børn og ung úr Kina millum 10 og 15 ár hava seinastu fýra dagarnar vitjað í Føroyum. Tey hava frammanundan verið í Danmark og í Noregi. Í Føroyum hava tey verið gestir hjá SSB-skótunum og tey hava eisini búð í Skótahúsinum
- Tað er mær ein gáta, at Mentamálaráðið leggur so lítið í at skipa felags skúlaleiðarafundir, sigur Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag
So er aftur tíð til árliga tiltakið har ung, ið fara uttanlands at lesa kunnu fáa góð ráð um viðkomandi viðurskifti sum stinga seg upp, tá ið ein flytur uttanlands
Fyri at halda skúlan í góðum standi er kommunan farin undir eina umvælingarætlan, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja nýggja tekju á skúlan. 1 millión krónur vóru settar av á fíggjarætlanini 2016
- Tað er ikki óvanligt at hoyra um strongd á arbeiðsplássum, og lærarayrkið er onki undantak í so máta. Men eg má siga, at eg ikki fyrr havi upplivað so nógvar ”frustrasjónir” millum lærarar sum beint nú, skrivar Andrea á Rípuni, skrivari Føroya Lærarafelags
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg vart við, at munur verður gjørdur á kynunum, tá eftirlønin verður útgoldin. Mær vitandi er eingin broyting hend, hóast hesin útrokningarháttur virkar sera ótíðarhóskandi
Tað er nú Mentamálaráðið eigur at spenna bogan og seta mál fyri fólkaskúlan! Ein sera týdningarmikil partur at røkka málinum er at bjóða leiðarum master innan leiðslu.
- Vit útbúgva alt ov nógvar lærarar, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, nú fleiri nýútbúnir lærarar hava søkt størv, sum teir ikki hava fingið
- Altjóða kapping skuldi verið uppløgd í eini so stórari og altjóða hugsaðari verkætlan sum Glasir, har vit fara at útbúgva fleiri túsund ungar føroyingar til kritiskar samfelagsborgarar
– Vit vísa á virði, vit halda vera týðandi fyri menniskjað í samfelagnum. Torført er at siga, um hetta eydnast; tað verður altíð upp til tann einstaka, sigur Jastrid Høj, skúlaleiðari
Ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu fór fram í gjár, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð
Á lítlari samkomu á Skúlatrøð vórðu sáttmálarnir við ymisku veitararnar undirskrivaðir. Samlaða verkætlanin kostar góðar 100 mió. kr., og skal byggingin standa liðug til skúlabyrjan í august 2018
- Tað er sunnumorgun í býnum Ningbo í Landsynningskina. Vit eru á einum unversiteti í býnum, og á pallin í stóra salinum trein í gjár ein føroyingur, og í dag ein annar at fáa prógv handað
Í mai 2016 vóru 3 feløg/samtøk undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina í innbodnari licitatión. Í gjár 29. juni 2016 var licitatión uppá høvuðsarbeiðstøkuna
- Eitt førleikaprógv kann hava alt at siga hjá teimum, sum ikki megna eitt vanligt fólkaskúla- ella miðnámsskúlaprógv, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin
Tey, ið fingu prógv handað vóru: Sveinar innan el, timbur og maskin. Tekniskt Yrkisnám 4 innan el, metal og timbur. Eisini fingu Klædnaatstøðingar, Tilvirkisatstøðingar, Byggitøkningar og Byggifrøðingar handað prógv
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið er formaður í stýrisbólkinum fyri skúlabyggingina, fegnast um, at tilboðini lógu nakað undir metingunum, ið ráðgevararnir annars høvdu gjørt
Fríggjadagin, 24. juni 2016, fingu 31 lesandi prógv handað á Vinnuháskúlanum. Fitt av fólk vóru komin saman, fyri at luttaka í prógvhandanini á skúlanum
Hósdagin 23. juni var prógvhandan á Fiskivinnuskúlanum, har 19 næmingar fingu gymnasialt miðnámsprógv á tilfeingisbreytini. Tey eru samstundis tey fyrstu nakrantíð, sum fáa eitt slíkt prógv, síðan nýggja gymnasiala miðnámsskipanin fór av bakkastokki í 2013
Júst árið í ár er serstakt. Hetta er fyrsta próvhandan á nýggja skúlanum Miðnám á Kambsdali, sum bleiv veruleiki, tá Studentaskúlin og Handilsskúlin blivu lagdir saman síðsta summar
Tórshavnar kommuna letur upp lestrarhøli í miðbýnum mánadagin 27. juni. Lestrarhølini eru á Býarbókasavninum á ovastu hæddini, liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og í summar verður hæddin latin lesandi burturav