Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Eftir ár við einum sonnum streymi av turistum til Íslands, so er talið minkað nógv í ár

Økt kapping er orsøkin, sigur leiðslan

- Tað var Heðin Mortensen sjálvur sum í 2005 innførdi avgreiðslugjaldið fyri strandfaraskipini og sum endurskoðaði hesi í 2011 - báðu ferð sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Teir tríggir peningastovnarnir Norðoya Sparikassi, Betri Banki og BankNordik eru framvegis SIFI-peningarstovnar, metir danska Fíggjareftirlitið

Fríggjadagin 21. juni vardi Runa Preeti Ísfeld ph.d.-ritgerð sína um lívið hjá kvinnum úr ikki-vesturlendskum londum, sum eru giftar til Føroya

Løgreglan var útkallað í nátt til íbúðina hjá bretska valevninum at gerast forsætisráðharri, Boris Johnson

Flaggregatta 2019 er á Toftum, og her eru nakrar myndir av træseglskipunum

Eitt felag í Leirvík skal brúka hana til fiskiskap eftir brislingi

Tíðarætlanin má haldast og kanska hevði skiparin á 4.738 teu stóra Vecchio Bridge skund, tá ið hann skuldi frá bryggju

Forsetin í USA upplýsur at ætlanin var at bumba trý ymisk mál í Iran í morgun. Men tríggjar minuttir áðrenn avblásti hann aksjónina av óttanum fyri at eini 150 mannalív vóru í vanda

Steinar Eirikstoft er settur í starv sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og Alexandra á Dul er nýggjur sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Magnus Heinason hevur á hvørjum ári síðan 1995 gjørt ein túr í mai-juni, har dentur er lagdur á at fiska svartkalva undir Føroyum

Maðurin sum fútin í gjár vildi hava Føroya Rætt at varðhaldsfongsla ímeðan politiið útvegar fleiri prógv til skuldsetingina um morð, hevur ein dóm uppá 8 ár fyri harðskap

The New York Times skrivar at alt var klárt til álop men knappliga komu kontraboð

Bannið kemur eftir at Iran í gjár skeyt eina amerikanska dronu niður sum fleyg yvir Hormussundinum. Nógv ferðafólkaflogfør flugu har á leiðini

Nú líður væl til, at kommunulæknahølini, sum í løtuni verða gjørd í Kirkjustræti í Hoyvík, verða klár hjá 5 kommunulæknum at flyta inn í

Tórshavnar býráðið samtykti í kvøld ein barna- og ungdómspolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Endamálið við politikkinum er at seta barna- og ungdómspolitikk á breddan

Strandferðslan skal hava umleið fimm milliónir kr. afturat í rakstrarinntøkum. Peningurin verður útvegaður við at hækka ferðaseðlaprísirnar á Nólsoyar- og Suðuroyarleiðini, skrivar KVF

Ein ungur maður er í dag grundlógaravhoyrdur í Føroya Rætti skuldsettur fyri dráp, men ikki varðhaldsfongslaður

Byggistig 2 úti á Klingrutjørn á Argjum verður liðugt um einar fjúrtan dagar, har 45 nýggj grundøki verða byggiklár

Royndirnar hjá Magnusi Heinason vístu mest makrelegg í djúpu havøkjunum, serliga vestur móti Íslandi, men eisini eystur móti europeiska landgrunninum

- Landsmyndugleikarnir skumpa kappingina um vindorkuna í Hoyvíkshaganum til viks

Stórur bústaðartørvur er í kommununi, og tørvur er á at fáa eina yvirskipaða lýsing og raðfesting av, hvar útstykkingar til bústaðir skulu fyrireikast og setast í verk

Landið rindar eitt lán aftur á 1,1 mia. kr., og tekur eitt nýtt lán á 300 mió. kr. Fyri fyrstu ferð lænir landið til negativa rentu

Tann 1. mai 2019 byrjaði Bussleiðin á Kalsoynni at koyra til og frá hvørjum túri hjá SAM. Hetta hevur økt munandi um nýtsluna av Bussleiðini

 

Hvussu hevði grísurin tað áðrenn hann kom á døgurðaborðið? Í fimm ár hevur norska Norun kannað norska svínaframleiðslu í loyndum

- Ein og hvør kettueigarari, sum ikki neutraliserar sín køtt, eigur ábyrgd! sigur Djóraverndarfelagið

Í 2010 kærdi tjóðveldistingmaður táverandi fiskimálaráðharra Jacob Vestergaard fyri stórt tað sama sum núverandi gerð

Meðan innflutningurin er øktur við heili 10% er útflutningurin bert øktur 2% í tíðarskeiðnum mai-apríl 2017-18 til mai-apríl 2018-2019. Serliga nógv er innflutningur av brennievni vaksin

Fimm grundstyki eru í fyrra byggistigi av sethúsaøkjum við barnagarðin í Nólsoy, og klárt er nú at senda kommununi umsóknir um byggiloyvi

Kringvarpið hevur fingið at vita frá einum umboðsráðslimi, sum vil vera dulnevndur, at ein áheitan er send ráðnum um at taka málið upp til viðgerðar

Ein ungur maður er í dag handtikin og skuldettur í sambandi við at ein ung kvinna doyði í november 2012, sigur løgreglan

- Í vikuni hevur Posta yvirtikið shippingvirksemið hjá North West Chartering, sum Jógvan L. Rasmussen hevur átt og rikið í nógv ár

Skipan av økinum í Vágsbotni er ein liður í miðbýarætlanini. Átøk eru gjørd í Vágsbotni, sum hava virkað til, at býarlívið er nógv vaksið í økinum - serliga um summarið

Nýstovnaða Dagstovnarráðið hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg við Hildur Paturson sum forkvinnu

Tað kann ganga harðliga fyri seg á sosialu miðlunum viðhvørt. Í Klaksvík endaði tað við veruligum bardaga í gjár

Framherji samtakið seldi fyri 100 milliónir krónur meira í fjør og ársúrslitið vaks við fimtingi

Nýggju feløgini koma at starvast innan áhugaverd virkisøki. t.d. sporing, monitoring, "Visual Effects" v.m.

Boris Johnson er stórfavorittur at gerast nýggjur bretskur forsætisráðharri og fekk flestar atkvøður undir atkvøðugreiðsluni millum floksfelagaðarnar í Undirhúsinum

Verjuskipið Ejner Mikkelsen var í dag í Mykinesi eftir einum útlendskum ferðamannaskipi sum seinnapartin ankraði upp og setti gummibátar og kajakkir á sjógv

Gadus er farin at sigla heim við um 755 tonsum í lastini, har meginparturin er flak

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2018 var eitt avlop á 2,2 mió. kr.

Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið

Í dag hevur føroyska flogfelagið Atlantic Airways undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum

Sólfríð er 28 ára gomul og er av Tvøroyri. Hon hevur útbúgving innan altjóða fyritøkusamskifti og enskt, ið hon las í Aalborg

Stórur dentur verður lagdur á umhvørvið í byggingini av nýggja Sundsverkinum

Nýggj heimasíða við føroyakortum úrslit av samstarvi millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna

Komandi sunnudag verður nýggi sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, skipaður í embætið í Eiðis prestagjaldi. Tað er dómpróstur, Uni Næs, ið skipar í embætið og verður tað Jonhard, ið prædikar hendan dagin

Tórshavnar býráð hevur áður samtykt eina íløgujáttan fyri 2019, har 2,5 milliónir skulu nýtast til bygdirnar í kommununum

Havnameistarin mælir býráðnum at seta arbeiði at seta út ein 40 metra bylgjubrótara í gongd sum skjótast. Mettur kostnaður fyri projektið er kr. 1.545.500,- kr.