Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Mánadagin 25. mars 2019 gjørdist Kollafjarðar skúli føroyameistari í flogbólti fyri 3. flokkar

Annað árið á rað toppar Finnland í "World Happiness Report"

Langhylurin skal byggjast vestanfyri verandi svimjihøll, og ætlandi skal setast gongd á byggibúning og bygging í seinnu helvt av komandi ári

Nú verður møguligt hjá hitapumpueigarum og elbilaeigarum at fáa bíligari streym til hitapumpuna og elbilin

- Vit royndu eftir svartkjafti í altjóða sjógvi vestanfyri Írland og vóru í holt við at hála, tá vit fingu ein tjúkkan enda av “spektráði” um skrúvuna. Tíverri skaddi hann pakkdósina, so vit máttu bróta túrin av og fara í dokk

Klokkan 16.35 seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í sethúsum á Toftum, miðskeiðis í bygdini. Eingi fólk vóru í húsinum

Firouz Gaini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, luttekur í nýggjari verkætlan, sum ‘Myndigheten för ungdoms- och civilsamhällesfrågor’ (MUCF) í Stokkhólmi samskipar

Í vikuskiftinum datt ein maður so illa, at hann var sendur niður til Danmarkar

Upptøkan var eisini send øðrum í Føroyum, men ikki ber til at fáa uppspurt, um nakar er ákærdur her

At døma eftir útsagnunum frá umboðum fyri fimm av teimum sjey umboðaðu flokkunum, fer Løgtingið neyvan at leggja seg út í verkfalsrættin hjá føroysku fakfelagrørsluni

Góðu úrslitini hjá feløgunum í Betri samtakinum førdu við sær, at móðurfelagið, Betri P/F, hevði eitt gott úrslit í 2018

Nýggj ferðaætlan fyri Bussleiðina í Havn kemur í gildi 1. apríl. Í stuttum er talan um tvær høvuðsleiðir, sum koyra við millumbilum uppá umleið 15 minuttir

Sprongdir eru 10.296 metrar av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Móti Rókini resta nú 231 metrar í at spreingja og ímillum Eysturoynna og Streymoynna 711 metrar

Tað er eitt av nógvum tilmælum sum Umhvørvisstovan hevur latið landsstýrinum

Hvønn dag verða álop framd móti stovnum, fyritøkum og privatpersónum í Føroyum, og tað kann vera ógvuliga torført og tíðarkrevjandi at koma fyri seg eftir eitt telduálop

Men tað er trupult at koma nær landi, tí har er so grunt

Bretska Parlamentið skal helst í morgin mánadagin atkvøða um fleiri uppskot viðvíkjandi hvussu landið skal handfara brexit

- Flogternurnar halda at hetta er ein týðandi partur av tí sum flogferðslukultururin snýr seg um, sigur advokaturin hjá flogternunum

Frágreiðingin hjá kanningarleiðaranum Robert Muellers fann einki prógv fyri at Donald Trump ella samstarvsfelagar hansara høvdu samstarv við Russland. Tað skriva fleiri altjóða tíðindastovur

Kongressin í USA fær helst ein samandrátt úr frágreiðingini hjá Robert Mueller í kvøld, skrivar Washington Post

- Trý langabbabørn og systkin og ein langabbaversonur hjá V. U. Hammershaimb, sum lat byggja gamla prestagarðin í 1863

Manningarfeløgini ynskja uppboðssølurnar útsettar inntil semja er funnin við Reiðarafelagið, skrivar KVF

Minst 479 av teimum 1373 persónunum umborð á ferðamannaskipinum Viking Sky vóru íalt fluttir í land í morgun við tyrlu. Fá tey seinastu tíðindini her

Men tað kostar eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar at pissa á vegin

Umleið 400 eru flutt av skipinum

Flokkurin hjá Dennis Avi Lipkin, sum hevur vitjað í Føroyum, stillar upp á komandi valinum í Ísrael

Tríggjar komur á Havnina og ein á Kollafjørð ætlar Viking Sky í summar

Tey 1300 ferðafólkini umborð á ferðamannaskipinum Viking Sky verða nú evakuerað við fimm tyrlum, skriva norskir miðlar

Ein ógvuslig og oyðandi meldurhvirla hevur rakt Mosambik, Malavi og Simbabvi

Tað er munandi verri úrslit enn fyrraárið. Men leiðslan er nøgd

Hetta træið í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn orkaði ikki at standa meira, men koppaði í storminum

Gulu vestarnir eru aftur úti á gøtuni í París í dag

Temadagur var í Vágum mikudagin um verkætlanina ”Demensvinarligar Vágar” fyri lokal politikarar og Eldrafelagið í Vágum

- Hóast Høgni Hoydal í kæruni hóttir greinaskrivaran og blaðstjóran á Norðlýsinum, sum er 72 ára gamli pápi mín, við 2 ára fongsulsrevsing, so fara vit ikki at bakka ein tumma

Á Ferðavinnustevnuni á Panorama á Hotel Hafnia vórðu í kvøld handað heiðursbrøv í ferðavinnuni

Globala upphitingin hevur við sær at skriðjøklarnir á Mount Everest bráðna skjótari. Tað ger so at sherpa'ar og fjallaklintrarar finna lík sum hava ligið har í fleiri ár

Tað var eisini fitt av vindi á Kaldbaksfirði seinnapartin í dag. Myndamaðurin Ólavur Frederiksen tók hesar lýsandi myndirnar

Einki er sum at síggja vakrar myndir av brimi

Tað vóru helst mong sum undraðust, tá ið VP kunngjørdi úrslitið frá afturlatnu uppboðssøluni í dag. Har vóru seks keyp av einum (1) tonsi

Nógvi vindurin hevur eisini gjørt nakað av skaða á Royndarstøðini í Kollafirði

Á fundi fyrrapartin hitti Annika Olsen, borgarstjóri, kongsins umboðsmann í Frísalandi, Arnoud Adrianus Maria Brok, har tey umrøddu ymisk mál av felags áhuga

Seinnapartin skrivaðu Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna undir avtalu, har Visit Nólsoy fær stuðulsjáttan frá kommununi afturfyri at reka virksemi lýst í sáttmála

Amerikanska verjumálaráðið sigur at terrorfelagsskapurin IS er beindur burtur úr øllum økjum í Sýria

Nógvur vindur var eisini í Hvalvík í morgun og einir tveir bátar koppaðu og annar av teimum var fluttur nakað

Úrslitið eftir skatt í 2018 var eitt avlop á 14,2 mió. kr. Eginognin rentaði við 6,2 % og solvensurin var 20,5 % við árslok 2018

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið nakrar frálíkar myndir av hvalinum, helst ein nebbafiskur, sum rak á land í Kirkjubø fyrrapartin

Í morgun er semja gjørd millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og Føðslufelagið

Fyrr í morgun varnaðust fólk í Kirkjubø, at ein stórhvalur er rikin á land í Kirkjubø

Á afturlatnu uppboðssøluni á Vørn í gjár vóru 1, 3 og 8 ára rættindi at fiska svartkjaft seld. Minstiprísurin var 0,10 kr./kg