Stórur bústaðartørvur er í kommununi, og tørvur er á at fáa eina yvirskipaða lýsing og raðfesting av, hvar útstykkingar til bústaðir skulu fyrireikast og setast í verk
Meðan innflutningurin er øktur við heili 10% er útflutningurin bert øktur 2% í tíðarskeiðnum mai-apríl 2017-18 til mai-apríl 2018-2019. Serliga nógv er innflutningur av brennievni vaksin
Skipan av økinum í Vágsbotni er ein liður í miðbýarætlanini. Átøk eru gjørd í Vágsbotni, sum hava virkað til, at býarlívið er nógv vaksið í økinum - serliga um summarið
Boris Johnson er stórfavorittur at gerast nýggjur bretskur forsætisráðharri og fekk flestar atkvøður undir atkvøðugreiðsluni millum floksfelagaðarnar í Undirhúsinum
Verjuskipið Ejner Mikkelsen var í dag í Mykinesi eftir einum útlendskum ferðamannaskipi sum seinnapartin ankraði upp og setti gummibátar og kajakkir á sjógv
Í dag hevur føroyska flogfelagið Atlantic Airways undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum
Komandi sunnudag verður nýggi sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, skipaður í embætið í Eiðis prestagjaldi. Tað er dómpróstur, Uni Næs, ið skipar í embætið og verður tað Jonhard, ið prædikar hendan dagin
Havnameistarin mælir býráðnum at seta arbeiði at seta út ein 40 metra bylgjubrótara í gongd sum skjótast. Mettur kostnaður fyri projektið er kr. 1.545.500,- kr.
Uttanríkismálaráðið í USA almannakunnger nýggjar myndir sum sigast at vísa iranar sum fjerna eina óbrostna minu frá japanska tangaskipinum í Omanvíkini
Hagtølini vísa, at fyri menn eru flest arbeiðsóhapp fráboðað í vinnugreinini fiskiídnaður á landi, meðan tað fyri kvinnur eru fráboðað flest arbeiðsóhapp í vinnugreinini heilsa og røkt
Av øllum útlánum í føroyskum peningastovnum, standa húsarhaldini fyri nógv størsta partinum. Kortini eiga føroysku húsarhaldini meir á bók enn tey læna, eisini tá ið realkredittstovnar eru taldir við
Seinastu mánaðirnar hava Articon og IRF arbeitt við at leggja til rættis eina verkætlan, ið kann økja um skiljing og endurnýtslu av burturkasti í byggivinnuni. Nú er verkætlanin komin í gongd
Gethin Wyn Roberts hevur givið út grein við heitinum: “Noise comparison of triple frequency GNSS carrier phase, doppler and pseudorange observables” í tíðarritinum “Measurement”.
Ein av mynd av vesturgrønlendsku bygdini Upernavik hevur vunnið høvuðsprísin í ársins útgávu av myndakappingini National Geographic Travel Photo Contest