Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

- Meðan Skálafjørður sostatt verður góðkent sum alment bústaðarnavn (bygdarnavn), samtykti ein meiriluti í nevndini at Skálabotnur tó verður varðveitt sum náttúrunavn

Daniella Strandberg, sum er ættað úr Gásadali og segði svenska leikstjóranum Richard Hobert frá søguni um Fransabarnið, innleiddi frumsýningina av Fågelfångarens son við hesum orðum

- Frælsisbitar er poddvarp Unga Tjóðveldisins har vit kóka stórmál niður í smáar bitar og geva tær okkurt at tyggja

Hýruvognsstøðin Auto slóðar fyri við tryggleikaskapandi virksemi, tí allir 33 hýruvognarnir hjá felagnum hava fingið hjartastartara

Partarnir eru um at semjast í sambandi við verkfallið hjá SAS-flogskiparunum. Sambært NRK so eru bert formalitetir eftir áðrenn partarnir eru samdir

Smyril er komin suður á Vág og legið at stutt frá Marghøllini, soleiðis at børnini kunnu ganga yvir í høllina

Í góðveðrinum í gjár, rokaðust teir báðir arbeiðsmenninir hjá Teknisku Deild í Tvøroyrar Kommunu, Jón Michael og Jack, við at rigga ein drátt til fyri endan á gomlu bedingini á Tvøroyri

Fyrsta ársfjórðing í ár eru 22.832 tons fleiri avreidd yvir avreiðingarskipanina sammett við somu tíð í fjør, ella ein vækstur á 9,9 prosent

82 milliónir krónur skuldu hálast úr lummanum til tess at ogna sær tann unikka og eksklusiva Bugatti La Voiture Noire

Ikki síðani 2006 hevur so nógv ligið eftir á botnlinjuni hjá Meginfelag Búnaðarmanna, og eigararnir fáa vinningsbýti

Úrslitið fyri skatt gjørdist 65 mió. kr., og útlitini fyri restina av árinum eru góð, sigur BankNordik

SAS avlýsur 429 fráferðir í dag afturat, sum tilsamans gevur 709 avlýsingar í dag. Tað upplýsur SAS

Hóskvøldið 2. mai verður vælumtókta tiltakið Open by Night í SMS. Tá hava allir handlarnir opið til kl. 22

Árið í fjør gjørdist eitt gott ár hjá Vága Floghavn. Ársins bruttoúrslit gjørdist 35.073 t.kr. ímóti 39.276 t.kr. í 2017.

Borgarstjórin í Tórshavn fær handaðar gott 2200 mótmælisundirskriftir fyrrapartin fríggjadagin

Fitt av fólki var komið saman í Vaglinum í dag í sambandi við 1. mai dagshaldið, sum Havnar Arbeiðarafelag skipaði fyri

1. maidags røða hjá Súna Selfoss, formanni í Starvsmannafelagnum á Vaglinum seinnapartin

Seinni í hesum mánaðinum skal Hægstirættur taka støðu til eitt rættuliga prinsipielt mál um tulking av føroysku ferðslulógini

SAS hevur fyribils avlýst fráferðir til klokkan 14 seinnapartin í morgin, og hevur tí vón um at tað fæst ein loysn á ósemjuni við flogskipararnar

Nýggj verkætlan um fiskayngul á Landgrunninum fer í gongd á Havstovuni í næstum

Arctic Voyager, sum hevur landað 120 tons í Vestmanna, sleppur framat í Fuglafirði í kvøld at landa restina av teimum um 1700 tonsunum, hann hevði tilsamans

Avbjóðingarnar í frálandavinnuni halda fram

Flogskipararnir hjá SAS hava verið í verkfalli í seks dagar, men klokkan 11 norska tíð skal norskur semingsmaður royna at fáa semju millum partarnar

Náttúru- og umhvørvisnevndin hevur samtykt, at Tórshavnar kommuna skal gevast við at brúka bláleistarnar – bláu einnýtis plastskógvarnar

1. mai 1979 er almenni dagurin tá Grønland fekk heimastýri

Fyrrapartin fer Katrin Jóhanna til Fuglafjarðar at landa. Katrin Jóhanna hevur ligið og bíðað eftir landingartørni á Miðvági síðani sunnukvøldið

Avgjørt er at gevast við virkseminum í Kongaligu Pubbini og Seglloftinum á Tvøroyri, skrivar Suðurrás

Ferðafólkatalið í Vága Floghavn setti aftur met í 2018, tá ið 377.813 ferðafólk ferðaðust um flogvøllin

Minst 50 fólk eru særd í samanstoytunum í høvuðsstaðnum Caracas í Venesuela. 30 av teimum sum eru koyrd á sjúkrahús høvdu skotskaðar frá gummikúlum

Nýggju feløgini, ið hava heimstað í høvuðsstaðarøkinum, Klaksvík og Vestmanna, fara at starvast innan fastogn, íløgur, tænastur vm.

Tveir limir í russiska protest- og punkbólkinum Pussy Riot hava fingið friðskjól í Svøríki

Forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, sigur seg hava fingið vissu frá ovasta leiðaranum í herinum, at herurin stuðlar sær. Støðan er spent í landinum

63 fleiri persónbilar vóru skrásettur í apríl 2019 enn í apríl 2018, vísur nýggja yvirlitið hjá Akstovuni

- Ein fiskivinnunýskipan sum hóst alt ikki vísir seg at kunna gjøgnumførast eftir ætlan — og so tað at vit fáa løgtingsval í næstum — eigur at geva sera gott høvi til at umhugsa neyðugar ábøtur og fáa í lag eina breiðari undirtøku og semju

SAS upplýsur at 504 flúgvingar eru avlýstar mikudagin. Hetta ávirkar 47.000 ferðandi

– Kappróðurin í Vágum blómar

85 ára gamli Akihito letur trónuna í tí 2600 ára gamla keisaraveldinum til 59 ára gamla sonin Naruhito. Nú byrjar ein nýggj tíð og nýggj tíðarrokning í Japan

Í øllum førum tilburðirnir sum verða meldaðir til politiið

- Komandi tríggjar vikurnar heita vit á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil

105 hvalir vórðu merktir í Sandavágsgrindini, góð 800 skinn

IS leiðarin Abu Bakr al-Baghdadi er við í nýggjari propagandavideo. Tað er sostatt fyrstu ferð í fimm ár

- Heitt verður á fólk, sum vilja hava heimapart, um at koma at skera upp sum skjótast

Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 27. apríl 2019. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali

Húsapartarnir í grindini í Sandavági, fáast á gomlu kaj við Snarfrost í Miðvági kl. 18.00 – 19.30, boðar Sørvágs kommuna frá

- Úrslitið hjá Føroya Tele gjørdist 48 milliónir krónur eftir skatt í 2018. Eigarin, sum er Føroya landsstýri, fær 35 milliónir krónur av avlopinum í vinningsbýti

Malan Hansen og Birna Vágslíð halda fram í nevndini í Heilsurøktarafelagnum

Hey hevur í dag sent Fjarskiftiseftlirlitinum umsókn um royndarloyvi til at útbyggja 5G í Føroyum. Felagið ætlar í fyrstu atløgu at royndarkoyra 5G á útvaldum støðum í landinum

Tórshavnar kommuna fer 1. mai 2019 at víðka parkeringsøki og harvið eisini parkeringsloyvisøki til íbúgvar í miðbýnum í Havn, sum hava fingið bræv sendandi við kunning um loyvini

Um 70-80 hval løgdu beinini í grindini í Sandavági og seðlarnir koma út á bryggjuni í Miðvági klokkan 17

Mikudagin 24. apríl hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jon Hestoy og Eirikur Lindenskov. Báðir tóku við afturvali og vóru valdir