Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak

Leygardagin 17. mars og sunnudagin 18. mars verður sera nógv virksemi í økinum við Løkin í Runavík

Konfirmatión í Vesturkirkjuni 18. mars 2018

Kom og lær at nýta grundleggjandi amboðini í InDesign. Tá skeiðið er liðugt, dugir tú at arbeiða við einføldum publikatiónum. Fá pláss eftir!Tekning á synergi.fo

Nú sleppa fólk endiliga at siga sína hugsan um, hvat grótið úr sandoyartunlinum kann brúkast til. Seinast varð fundurin útsettur vegna kavaveður

Tað kann vera ein trupul uppgáva at vera starvsfelagið við tey, tú óformelt skalt leiða. Útinnir tú leiðsluuppgávur uttan formelt at vera leiðari? Tryggja tær pláss á synergi.fo

Eingin smørt PowerPoint framløga ella peptalk. Heldur fært tú ein vísan, fyrikomandi undirvísara, sum undirvísir við nærveru, dialogi og stórari vitan. Kom við, bert fá pláss eftir!

Aftur í ár bjóða Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið øllum at vera vælkomin í Føroyingahúsið at njóta nakað av tí besta, sum Norðoyggjar hava at bjóða

Í samband við at Blái Krossur Føroya fer undir virksemi í Suðuroy, eru høli fingin til vega á Tvøroyri. Fyrsta stig í hesum arbeiði, er at lata upp eina Blákrossbúð

Konfirmatiónir í Hoyvíkar kirkju: Sunnudagin 18. mars 2018 – Boðanardagur Mariu

Konfirmantar í Christianskirkjuni - Pálmasunnudag - 25. mars 2018, kl. 11.00

Tveir dagar fyri limum og teirra avvarðandi og ein dag fyri fakfólkum, ið arbeiða við fólki, ið hava fingið seinheilaskaða

Í kvøld, sunnukvøldið 11. mars kl. 19 verður aftur ein sangløta í Siloa

11. mars er miðføstusunnudagur. Farið verður í kirkju kl. 11, og prædikuteksturin henda dagin er Jóhs. 6, 35-51, har Jesus m.a. sigur "Eg eri lívsins breyð"

Leygardagin 10. mars kl. 11:00 skipar Rørslufelagið Hvistan fyri heilsutúri, har fólk í øllum aldri eru vælkomin, um tey trilla, ganga ella renna, tí endamálið er bert at fáa rørslu í kroppin

Konfirmatión í Nes prestagjaldi. Fríðrikskirkjan 25. mars kl. 11.00

Vikuskiftið 9. -11. mars fær føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík vitjan av Árna Jacobsen

Føðingardagurin verður hildin mánadagin 12. mars frá kl. 14 til kl. 16 í hølunum hjá Tilhaldinum. Á skránni er kakao og bollar og val til nevndina

Miðføstu sunnudag, sum er næsta sunnudag, prædikar Maria Jørðdal Niclasen

Borgarafundurin um grótið úr Sandoyartunlinum, sum skuldi vera á Velbaðstað í kvøld, er fyribils útsettur fyri veður

Lorraine Hedtke vitjar í Føroyum í næsta mánaði og fer tá at leggja fram sína gransking um fólk sum liggja til tað síðsta

Heiðurslimur í Føroyingafelagnum, Petrina Fransiska (Ninna) Jónsson, fødd Petersen, úr Kvívík andaðist leygarmorgunin 3. mars, 97 ára gomul

Nú sleppa fólk at siga sína hugsan um, hvat grótið úr sandoyartunlinum kann brúkast til

Open Space er afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar kommunu, ið er ætlað øllum, ið hava áhuga innan integratión, inklusjón og fleirmentanarliga økið

VisitTórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni

Landssjúkrahúsið ynskir at vísa á gransking og granskingarúrslit, sum antin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum ella framd av persónum við tilknýti til Landssjúkrahúsið

- Ert tú stjóri ella leiðari? Kom við á ekslusivt leiðsluskeið við Steen Hildebrandt, besti MBA undirvísari í 10 ár. Tekningarfreist mikudagin 7. mars

Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum síðst í juni mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul

Áhugaverd samrøða við filmsframleiðaran Mike Day er í SundayPost har hann eisini greiðir frá um at vinna álit ímillum føroyingar til at gera film um grindaveiðu

Í morgin – sunnudagin hin 4. mars – verður familjuguðstænasta í Viðareiðis kirkju kl. 12.00 við Jóannes Purkhús

Í hesum sambandi skipar Tórshavnar Kommuna fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum í Havn frá kl. 20.00 til 21.30

Samkoman Gleðiboð hevur møtirøð við Gwen og Paul Hanssen í vikuskiftinum 2. - 4. mars 2018

Nú virksemið á Miðstovninum í Gundadali steðgar, verður seinasta garðsveitslan hildin. Hetta verður fríggjadagin 9. mars frá kl. 15 til 18

Fríggjadagin 2. mars kl. 16 verður serligt tiltak í Reinsarínum í samband við at nýggj fronsk orðabók kemur út á Sprotanum. Tað er Róland í Skorini, ið hevur smíðað orðabókina

Eins og undanfarin ár fyriskipar Visit Runavík saman við Skótunum við Løkin fyri grækarismessuhaldi. Dagurin er vanliga ein hugnaligur dagur við røðu og tónleiki

Hetta er tíðin tá ið árliga tiltakið við Grannakaffi aftur er á skránni og í Vági fara Rørslufelagið Hvistan og Bindikonurnar í Stóra Pakkhúsið, at skipa fyri góðum grannakaffi

- Excel er eitt fantastiskt forrit við einari ørgrynnu av møguleikum. Kom á víðka skeið í Excel 1. og 2. mars. Tekning synergi.fo

Leygardagin kl. 17.00 hevur Starvsmannafelagið almennan kjakfund um uppskotið hjá samgonguni til pensjónsnýskipan. Kjakið verður í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn og øll eru vælkomin

Hóskvøldið 1. mars kl 19.00 skipa Íverksetarahúsið og Talgidu Føroyar fyri einum kunnandi tiltaki, har tey fara at viðgerða, hvørjir møguleikar eru fyri menning og nýskapan í Talgildu Føroyum

Seinasti borgarafundurin í hesum umfarinum um nýggja bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu verður í Skúlanum í Argjahamri í kvøld kl 19

Komandi vikuskifti fer Svein í Prestgarði við bólki at framføra í SALT í Trongisvági, fríggjakvøldið kl 21, í Reinsarínum í Tórshavn leygarkvøldið kl 21 og í Betesda í Klaksvík sunnukvøldið kl 18

Alment tiltak verður í auluni í Finsen í kvøld 27. februar kl. 19-21 við Inge Kaldahl. Talan er um fyrilestur um lívssamtalur - at finna fótafestið, tá lívið tekur okkum av fótum

2. - 4. mars verða vikuskiftismøtir við Carl-Gustaf Severin í Kelduni

Í dag og í morgin – 26. og 27. februar - liggur kondolancubókin frammi í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará

Í morgin – sunnudagin hin 25. februar – verður familjuguðstænasta í Hvannasunds kirkju kl. 12.00 við Jóannes Purkhús

Heimskendi professarin í havfrøði og burðardygd Kathrine Richardson tekur lut á ráðstevnuni um ”ST heimsmálini og Føroyar” í Norðurlandahúsinum í morgin

Seinasti borgarafundurin um bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu verður í Skúlanum á Argjahamri týskvøldið 27. februar kl 19

Øll kunnu læra at brúka Wordpress. Til at gera heimasíður, blog ella nethandil. Kom og lær tað 26. og 27. februar. Fá pláss!

Næsti borgarafundurin av trimum um bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu verður í Skúlanum við Løgmannabreyt í kvøld kl 19

Torravikan varð skotin í gongd í gjár, og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu ber til at síggja myndarøð frá framsýningini "HAV", umframt frá fyrilestrunum og kjakinum í Betri í gjárkvøldið

Kom á tariferingsskeið og lær mannangongdirnar at tarifera eftir reglunum í Toll- og vøruskránni. Bert 2 pláss eftir! Tilmelding á synergi.fo