Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Skeið í húð og andlitsrøkt verður mikukvøldið 18. oktober kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, fyri kvinnur ið eru í viðgerð fyri krabbamein

Sunnukvøldið 8. oktobur kl. 19.00, verður enn einaferð “syngið við”- kvøld í Siloa í Fuglafirði

Í kvøld kl.17 verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar í Müllers Pakkhúsi

Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20

Vikuskiftið 20.-22. oktober skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri Stórmøtum í Bylgjuni í Runavík við evninum #Gleðiboðini2017. Í sambandi við, at 500 ár eru liðin síðan reformatiónina, verður millum annað serlig fyrilestrarøð um læru Martin Luthers

Heilsu- og umsorganartænastan fer nú at bjóða eitt venjingartilboð til fólkapensjónistar í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla

Hesa vikuna fáa fleiri av samkomunum kring oyggjarnar eina rættiliga forvitnisliga vitjan av trimum kvinnum, ið eru knýttar at teimum evangelisku Mariasystrunum

Sunnukvøldið 8 oktober kl. 20, verður ein konsert í Kelduni, Skálafirði, til frama fyri átakið Sendið Ljós. Á konserini luttaka: Magni Kristiansen, Blátt Gras, Petur Hans Hansen og Eyðun Jacobsen. Tað verður ókeypis atgongd

Lágargarður hevur 30 ár á baki, og tí eru øll boðin til almenna móttøku mikudagin 4. oktober á Lágargarði kl. 15-17

Lær stingini uppá eitt kvøld og brodera í jólafrítíðini! Bert 12 pláss! Astrid Andreasen undirvísir. Tekning á synergi.fo

- Bert 4 pláss eru eftir! Fyri navigatørar, maskinmchefar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Í dag er eldradagur. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna skipa fyri eldradegi í høvuðsstaðnum

- Umsitur og avgreiður tú innflutningsskjøl? Kom og lær røttu mannagongdirnar, so arbeiðið fer at fella nógv lættari. Tilmelding á synergi.fo

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Konfirmantar í Húsavíkar kirkju, sunnudagin 8. oktober 2017, kl. 11.00, við Havsteini Klein

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju 1. oktober 2017

- Í hesum døgum ganga skótar hús úr húsi og bjóða seg fram at hjálpa til við einum hvørjum afturfyri eina peningaupphædd. Peningurin fer til at hjálpa verri støddum børnum enn teimum sjálvum

Nú mikukvøldið 27. september kl. 19.30 verður fyrsta Miðvikan í Hoyvíkar kirkju í heyst. Tá er evnið mæta íslendska sálmaskaldið Hallgrímur Pétursson, sum er víða kendur

Kom á tariferingsskeið og lær røttu mannangongdirnar at tarifera eftir reglunum í Toll- og vøruskránni. Tilmelding nú á synergi.fo

Á eplafestivalinum í ár verður skipað fyri heysttakkargudstænastu við Havstein Klein, sóknarpresti. Leygarkvøldið 30. september kl. 18.00, savnast fólk í kirkju heima á Sandi

Sunnukvøldið 24. sept. kl. 18.00 verður eitt "Syngið við kvøld" í Meiniheitshúsinum í Havn, við luttøku av Harmonikuvinum

Í næstu viku verður ein røð av tiltøkum knýtt at nýskapandi vinnumøguleikum innan taravinnu. Talan er bæði um altjóða ráðstevnur, framløgu á Vísundavøkuni og alment tiltak á Hvonn

Í samband við at formlig avtala millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning til Fugloyar verður sett í verk, verður skipað fyri hátíðarhaldi á Kirkju

Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður

- Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni. Við taluni kanst tú stýra, hvønn veg tingini skulu fara. Tekning á www.synergi.fo

Bert 4 pláss eru eftir! Fyri navigatørar, maskinmchefar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Týsdagin 19. september frá kl.15.00-18.00 letur Marine Harvest dyrnar upp á virkinum í Haldórsvík. Til ber at sleppa við alibáti út á aliringarnar og eisini bjóða teir brellbitar og okkurt leskandi. Heiti potturin verður tendraður

Í 2017 hevur átakið FERÐAST GRØNT skipað fyri tiltøkum kring bleyta ferðslu. Endabresturin á ársins átaki verður fríggjadagin 22. september, tá ið vit FERÐAST GRØNT og skipa fyri Hjólvelting saman við Føroya náttúru- og umhvørvisfelag og Fólkaheilsuráðnum

Hóskvøldið 21. september kl. 19 skipa Íverksetarahúsið og Føroya Tele fyri einum kveikjandi tiltaki í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Talan er um eina íverksetarakafé, har ið framløgur við kendu donsku íverksetarunum Casper Blom og Martin Larsen eru á skránni

Mikudagin 27. september kl. 13-16 stílar fyritøkan Userfirst fyri einari ráðstevnu í Østrøm um hvussu tú kanst menna tína heimasíðu, soleiðis at tú fært nøgdar og afturvendandi kundar

Mikukvøldið 20. september kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í kirkjuni við Theodor, presti. Øll eru vælkomin til eina bíbliusøgu og eina máltíð

Tórshavnar kommuna skipar í kvøld fyri borgarafundi í Sólarmagn á Velbastað. Øll fastbúgvandi á Velbastað hava fingið persónliga innbjóðing til fundin

- Tað veit den, tað er minni enn ein mánaður síðani eg fór úr Føroyum, og eg leingist so illa heim. Ja, Føroyar og føroyingar eru veruliga nakað heilt serligt

Sum partur av fyrilestrarøðini “Vísindavøkan á ferð 2017” fer Sólvá Káradóttir Eliasen frá Havstovuni at halda tveir fyrilestrar við heitinum: “Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?”

- Hvussu nógv er ráðiligt at fiska? Eru stovnarnir burðardyggir ella mugu vit minka um fiskiveiðina? Á hvørjum ári er stór ósemja millum Havstovuna og Fiskidaganevndina, um hvussu føroysku stovnarnir eru fyri, og hvussu nógv vit kunnu fiska

Hósdagin 21. september 2017 kl. 20 skipar Varðin Pelagic fyri kunnandi fundi í SALT um byggingina av nýggja uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri

Búnaðarstovan fer at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á Slaktið tiltakinum, sum verður í morgin í Tórsgøtu. Endamálið er at vekja áhugan hjá fólki at eta kálvakjøt

Leygardagin 16.september hittist føroyskur tónleikur í Tórsgøtu, tá Punkt verður hildið á triðja sinni, her kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleikaáhugaði hitta síni javnlíku

Nógv spennandi verður á skránni í Tórsgøtu leygardagin, 16. September, tá Slaktið verður hildið. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir

Slepp undan tíðarspillu á fundum. Kom á skeið 18. september um effektiva fundarleiðslu. Nøkur pláss eftir!Tilmelding á www.synergi.fo

Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni. Við taluni kanst tú stýra, hvønn veg tingini skulu fara. Tekning á www.synergi.fo

- Sum flestu hava varnast, so er Meinigheitshúsið í Vági farið gjøgnum eina munandi dagføring seinasta árið, og ætlanin er at halda fram við hesum

- Mett verður, at umleið 800 føroyingar hava demens, harav eini 500 av teimum hava Alzheimer. Sjúkan rakar serliga eldri fólk, men eisini yngri fólk

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum borgarum í Tórshavnar kommunu høvi at vitja ókeypis súkkluverkstað í Tórsgøtu leygardagin 16. september, tá ið tiltakið Slaktið eisini er í Tórsgøtu

Norðurlendsk ráðstevna er í Norðurlandahúsinum í dag eisini, undir heitinum Bryt Tabút. Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, sum bera brek. Fylg við beinleiðis her

Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum

Demokratia hevur bjóðað Özlem Cekic til Føroya at greiða frá sínum lívi og virki

Bert 6 pláss eru eftir! Fyri navigatørar, maskinmeistarar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Stórur áhugi er fyri norðurlendsku ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. og 12. september, undir heitinum Bryt Tabút!

Í samband við, at tað verður hátíðarhildið, at tað í ár eru liðin 500 ár, síðan Martin Luther tók tað stig, sum gjørdist byrjanin til trúbótina, skipar Tvøroyrar kirkja fyri einum almennum tiltaki í mentunnarhúsinum “SALT” leygarkvøldið 9. september kl. 19