Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen

Dagarnar 17.-25. mars vitjar DBI í Føroyum. Við á ferðini eru Finn Aasebø Rønne og Jákup E. Petersen. Teir fara at halda fyrilestrar

Sunnudagin – hin 19. mars – verður hátíðarguðstænasta í Viðareiðis kirkju í sambandi við, at Gudrid Dahl Sørensen hevur spælt urgu í kirkju í 70 ár

Mánadagin 20. mars kl 19 verður pallborðsfundur á Miðrók í Skúlanum á Argjahamri, um staðseting av og innihald í nýggjum ungdómstilboði á Argjum

Um vikuskiftið fáa føroyingar eina rættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kemur hendavegin

21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi frá kl. 19-21

Í loftferðsluhoyringini verður møguleiki at hoyra leiðandi fólk innan loftferðslu greiða frá loftferðslustrategi í bæði altjóða, regionalum og lokalum perspektivi

Hevur tú Parkinson, ert 67 ár ella eldri og hevur áhuga í at venja saman við øðrum í somu støðu, hevur ergoterapeuttoymið og fysioterapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni eitt nýtt tilboð til tín

Tími jarðarinnar ella Earth Hour verður leygardagin 25. mars á Vaglinum. Eftir haldið á Vaglinum verður streymleys konsert í Perluni í Tórsgøtu

Hóskvøldið 16. mars kl. 17.30 verður aftur skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju

Á triðja ári á rað verður skipað fyri felags gudstænastu í Sandoyar prestagjaldi, sunnudagin 19. mars, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal

Hvussu ávirka miðlar og arkitekturur okkara hugsanir um kvinnur og menn? Í hvønn mun er kyn avgerandi fyri byggisnið og samferðslu? Hvussu skipa vit almenna rúmið fyri øll?

Tórshavnar kommuna skipar fyri Tórskvøldi fyri útisetum á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið 23. mars, og tá lutar kommunan út ein samlaðan flytipakka við bingju og ferðum heim við Norrönu

Sambandsflokkurin skipar fyri ráðstevnu um grøna orku undir heitinum "Frá olju til vind". Á ráðstevnuni fara fólk við hollum kunnleika um orkutøkni og orkupolitikk at røða um, hvørjar møguleikar vit hava í Føroyum fyri skjótari og lættari at innføra vindorku

Loppumarknaðurin er eitt av fleiri tiltøkum, har ljós verður varpað á sálarheilsuna hjá ungum fólkum, og peningur verður savnaður til at seta tilboð á stovn

Í sambandi við Lutherárið í ár verður kirkjubio í Hoyvíkar kirkju týskvøldið 14. mars kl. 19.30

Kennir tú teg strongda/n ella útbrenda/n? Kom á skeið 9. juni. Luttakari seinast:"Eitt super gott skeið, sum bæði gav mær orku og stríðsvilja". Tilmelding nú á www.synergi.fo

Týsdagin 14. mars verður almennur fundur um menning í Vági. Fundurin verður í Miðlatúni og byrjar kl. 19.00

Tórshavnar kommuna er við í altjóða átakinum Tími jarðarinnar ella Earth Hour. Í ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans. Ljósini í miðbýnum eru sløkt millum kl. 20:30-21:30

Tú bert okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum. Soleiðis yrkti Jákup Dahl próstur um tjóðfugl okkara, tjaldrið

Frá gamlari tíð er sagt, at tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu

Í gjár og í dag eru ikki færri enn hálvtfjórðahundrað konfirmantar og prestar á legu í Leguhúsinum í Nesvík

Ætlanin við hesum tiltakinum er, at vinnan fær samlast eina løtu til eitt lítið prát við onnur vinnufólk, býráðslimir og umsiting, sigur Eysturkommuna

Útisetar kunnu nú uppliva Klaksvík við Danny & The Veetos, fisk & kips frá Kósini, sild og makrel frá Christiani í Grótinum, onkrum leskandi frá Føroya Bjór og annað. Tiltakið verður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn

Í ár fer Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at bera fram røðu

Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verða latnar á Ársins Íverksetaradegi

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So øll fáa gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. nøkur pláss eftir!

Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 hevur eftirskúlin Rásin í Saltangará opið hús. Umsóknarfreistin til skúlan er hálvan mars, og til ber at velja millum 13 ymsar breytir á skúlanum

Spennandi controllerútbúgving verður 27.-31. mars 2017. Útbúgvingin er ment bæði til privata vinnulívið og tað almenna. Kom og fá prógv uppá tínar førleikar. Freist 20. mars 2017

- Tær vitja aftur í heimbygdini. Tær siga søgur um avgerandi løtur, uppvøkstur, fyrimyndir og ávirkan

Í sambandi við byggingina av nýggjum skúlabygningi úti á Fløtum, bjóðar Tórshavnar kommuna grannum og øðrum áhugaðum til almennan kunningarfund um komandi skúlabygningin, skipan av byggingini, ferðsluna í byggitíðini o.a.

Mánakvøldið 6. mars verður kunningartiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um møguleikar fyri at søkja um fíggjarligan stuðul til gransking og menning. Tað eru MFS og Granskingarráðið, sum skipa fyri

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Evnið er kvinnur í landbúnaðinum

Í dag verður hátíðarløta í Glyvrum við sangi og røðum, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost leggur at

Mánakvøldið 6. mars kl. 19.30 bjóðar tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna øllum at vera hjartaliga vælkomin, sum vilja vita meira um gymnasialu tilfeingisbreytina og síggja stásiligu hølini hjá skúlanum

Vágakórið vitjar í Vági um vikuskiftið. Saman við Kirkjukórinum Ljómi fara tey at hava várkonsert í Vágs kirkju leygardagin, 4. mars kl. 18

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13

Hetta vikuskiftið heldur Felagið fyri kirkjuráðslimir sín árliga aðalfund. Aðalfundurin byrjar fríggjakvøldi kl. 19.30 við almenna fyrilestrinum "Luther - í orði og myndum"

Tórshavnar kommuna bjóðar vinnuni í Sjóvinnuhúsið fríggjadagin 3. mars. Talan er um nýggja tiltakið Vinnuforum, har vinna og kommuna hittast

Týsdagin 7. mars kl 19:00 verða Íverksetarahúsið og Vinnuframi í Vestmanna við ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar

Nógv verður tosað um fiskivinnunýskipan í hesum døgum, og tað kann vera fløkjasligt at skilja, hvat tosað verður um. Tí skipar Føroyanevndin hjá MFS fyri tiltakinum ”fiskivinna for dummies” mikudagin 1. mars kl. 19:30 í Smæruni

Fyri at kunna um hesar stóru veðurlagsbroytingar hjá okkum sum nú fara fram verður fyriskipað saman við Norðurlandahúsinum eitt ókeypis alment temakvøld - hóskvøldið 27. april 2017

Grækarismessuhald verður á Vaglinum sunnudagin 12. mars 2017 kl. 15.00. Í ár fer nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, at bera fram røðu

Makeup & Hár/húðrøkt skeið týskvøldið 7/3-17 kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, til kvinnur sum eru í viðgerð fyri krabbamein

Komandi mikudag tann 1. mars byrjar altjóða bindiklubbin í Runavík aftur. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við

Leygardagin er Hvistan, sum er rørslufelagið í Suðuroynni, aftur út við einum túri. Hesaferð er túrurin í Vági, har møtt verður við Tríkantin kl 11.00

Hóskvøldið 23. februar bjóðar Hoyvíkar kirkju til skrúvuguðstænastu kl. 17.30

24.-26. februar verður Bylgjan í Runavík karmur um stórt felagskirkjuligt tiltak

Komandi vikuskifti, leygarkvøldið og sunnukvøldið 25-26 februar, skipar Svenning av Lofti fyri evangeliskum fundum í hølunum hjá Dansifrøi í Havn. Leygarkvøldið kl.20:00 og sunnukvøldið kl.19:00

Kórið Fljóð Ljóð undir leiðslu av Ólavi Jøkladal syngur á Aftankvirruni í kvøld, har Súsanna Joensen á floytu og Ólavur Jacobsen við gittara taka lut, tað er mikukvøldið 22. februar kl. 20 í Eiðis Kirkju