Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Sunnudagin, 1.s í advent kl 11 verður barnaguðstænasta í Havnar kirkju við Ann Dahl Hansen, presti. Barnakórið av Strondum syngur til guðstænastuna

Seinnapartin sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga jólahugna

Konsert verður í Fuglafjarðar kirkju sunnukvøldið 27. nov. kl 19:30

Í ár vóru 70 ár síðan fólkaatkvøðuna hin 14. september í 1946. Í hesum sambandi hevur Bergur Rasmussen, lærari, gjørt eina undirvísingargongd, sum er løgd á Snar og er frí at brúka

Í sambandi við at Hreiðar Þór Valtýsson frá universitetinum á Akureyri í Íslandi vitjar Fróðskaparsetrið, fer hann at halda fyrilestur um tosk, og hvønn týdning hesin fiskurin í øldir hevur havt fyri íslendingar

Leygardagin 10. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum

Jarðarferðin hjá Cliff Barrows verður stroymað á netinum kl.15.30 føroyska tíð. Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini verður John Munro, sum er væl kendur í Føroyum, og giftur føroyskari konu

Í september samtykti býráðið í Tórshavnar kommunu ein umhvørvispolitikk. Tórshavnar kommuna bjóðar nú áhugaðum borgarum og felagsskapum til almennan fund um umhvørvispolitikkin

Kærleikskúlan 2016 verður avdúkað í Listasavn Føroya hósdagin 23. november kl. 9.00

Granskingardepilin – Fróðskaparsetur Føroya og Útoyggjafelagið arbeiða við at menna føroyskt siðbundið handverk

Nú um vikuskiftið 19. og 20. november vitjar Rolf Gunnar Heitmann, aðalskrivari í norsku Ísraelsmissiónini, í Føroyum. Hann talar á Glyvrum, á Skála og í Fuglafirði

Forkunnug konsert verður í morgin í Gøtu kirkju og í kirkjuni í Vestmanna. Tað er Tórshavnar Kamarkór, sum fer á lítla konsertferð: kl. 14 verður konsert í Gøtu kirkju og kl. 17 í Vestmanna kirkju

Nýggja kirkjuhúsið í Hvannasundi verður vígt nú sunnudagin hin 20. novembur av Jógvani Fríðrikssyni, biskupi

Arbeiðir tú við pivottabellum, diagrammum o.a. í Excel uttan veruliga at hava lært tað? Kom og lær tað uppá rætta mátan. Bert 6 pláss eftir!

Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26. november kl. 16.00, og verður tað Kári á Torkilsheyggi, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini

Eisini verður ein stuttur filmur vístur, sum m.a. er um Maud Poulsen og sjúku hennara

Aftur í ár fara jólamenninir at tendra jólatræið á Vaglinum. Jólatræið kemur úr Reykjavík, og tað er sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertersson, sum hevur felt træið

Miðnám á Kambsdali bjóðar til heystkvøldsetu í kvøld kl. 19:00. Á skránni verður m.a. tónleikur, námsferðafilmar, leiklist, kórsangur og evnafrøðiframvísing

Nú hósdagin 17. november kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju fyri børnum og barnsligum sálum. Theodor E.D. Olsen prestur hevur guðstænastuna, og aftaná eru øll boðin til døgurða niðri í kirkjukjallaranum

Í annaðkvøld, mikukvøldið 16. november, kl. 19.30 er aftur ein áhugaverd Miðvika á skránni í Hoyvíkar kirkju. Evnið er "Tað lýsir tó fyri degi – Jákup Dahl próstur og lívsverk hansara"

- Kom og hoyr góða gamla evangeliið útlagt á ein nýggjan hátt. Evangelistur Torkild Terkelsen kemur til Føroyrar týsdagin 15. november

Næsta leygardag verður Punkt aftur í Reinsarínum, tiltakið har føroyskir tónleikarar hittast. Í ár hava fyriskipararnir valt at gera tað ókeypis at hava borð til framsýning ella sølu

Í annaðkvøld, sunnukvøldið 13. nov. kl. 19, verður aftur “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði

Sunnudagin fáa sunnudagsskúlarnir í Skopun og á Sandi vitjan av kenda klovninum BUBU, sum við sínum sangum, søgum úr Bíbliuni og við sínum fjasandi lyndi, fer at hugna sær saman við børnum og barnsligum sálum

Komandi týskvøld 15. nov. verður hugnakvøld á Bátasavninum í Leirvík við heitinum “Skonnartin, sum gjørdist vrak á Kráartanga og hugleiðingar við minnum úr bygdini fyri 60-70 árum síðan”. Tiltakið byrjar kl. 19.30

Leygardagin 12. november er Landsskjalasavnið opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18

Í kvøld kl. 19.30 fer Else Djurhuus at greiða frá lívi sínum í Siloa í Fuglafirði

Leygardagin verður ”opið hús” á Landsskjalasavninum

- Arbeiðir tú við pivottabellum, diagrammum o.a. í Excel uttan veruliga at hava lært tað? Kom og lær tað uppá rætta mátan. Skeið 21. og 22. november.

- Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So øll fáa gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. Bert pláss fyri 12!

Sunnudagin 6. november kl. 14:00-17:00 verður eitt nýtt og spennandi tiltak fyri alla familjuna í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tiltakið verður nevnt ”Heystgleði” og er ein stórur sunnudagsskúli fyri alla familjuna, sum KFUM & K í Klaksvík skipa fyri

Almennur fundur um heildarætlan fyri Vestmanna Kommunu verður í Fiskivinnuskúlanum hóskvøldið 3. november kl. 20

Kom á snarskeið í Outlook og lær teg yvir 30 punkt, sum øll, sum brúka Outlook, bara eiga at duga. Skeiðið er 7. desember frá kl. 9-12

Aftur í ár verður heilsurøktaradagur á Torginum í SMS, har høvi verður at hitta ein heilsurøktara

Minningarhald teirra sjólátnu verður við minnisvarðan í Gamla Kirkjugarði í Vágstúni í Klaksvík allahalgannadag kl. 15.00. Marjun Lómaklett, prestur heldur røðu, og Betesda-kórið syngur

Allahalgunardag, týsdagin 1. november, kl.14.00, skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri minningarhald teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn

Luttakarnir á Style Jam í Reinsarínum eru í fulldrøn við at skapa, stíla og spreingja mørkini fyri, hvat ber til innan stíling hesar dagarnar í Reinsarínum

Sunnudagin - í morgin - verður familjuguðstænasta í Viðareiðis kirkju við Jóannes Purkhús, kl. 12.00

Tað er í kvøld 28. oktober kl. 18.00 til 21.00 á deildini hjá Tryggingarfelagið Føroya í Saltangará, at tú kanst fáa kanna tína heilsustøðu

Hátíðarhald verður í Kollafirði leygardagin 29. oktober 2016 í sambandi við, at arbeiðið at leggja nýggjar bátabrúgvar út er liðugt, og at nýggi dagstovnurin verður tikin í brúk

Nøkur pláss eru á vælumtókta bókhaldsskeiðinum 7.-9. november, har tú lærir um alt líka frá debet og kredit er, til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, MVG, roknskaparuppseting v.m. Tekning á www.synergi.fo

Borgarafundur verður í Nólsoy fríggjakvøldið um ferðasambandið til Nólsoyar. Á fundinum fer stjórin á Starndfaraskipum Landsins, Hilmar Eliassen, at greiða frá um framtíðar samferðslu við atliti at Nólsoyarleiðini

Mikukvøldið 26.10, kl 19-21, bjóðar Kris til Caféfund à Heigavegi 15, 2. hædd

Nú Bústaðir og Tórshavnar kommuna gera lestraríbúðir í fyrrverandi kommunuskúlanum í Tróndargøtu/Tórsgøtu, er ætlanin, at aulan (skálin) og lutvíst fyrrverandi sangstovan í bygninginum skal nýtast til mentanarlig endamál

Skipað verður fyri spennandi valfundi í Tilhaldinum hósdagin 27. oktober kl 15 við luttøku av einum valevni av hvørjum lista, sum stillar upp til býráðsvalið

Gleð teg til nógv eftirspurda skeiðið við Connie Nissen um sansaintegratión, sansamotoriska menning og kensluligt órógv hjá børnum, sum verður í Føroyum 3. november. Tekna teg nú á www.synergi.fo

Runa Preeti fer at hava kjakupplegg um integratión, og Magni Laksáfoss fer at hava kjakupplegg um grøna orku

Í vikuskiftinum skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og væntandi luttaka mong hundraðtals fólk úr øllum landinum

Í døgunum 11. og 12. oktober hittist eitt úrval av royndum og ungum granskarum til ráðstevnu í Tromsø, at deila vitan og at kjakast um nýggj dálkandi evni í umhvørvinum

Nú nærkast til kommunuvalið, og hetta verður varpað ljós á við tveimum spennandi tiltøkum á Torginum í SMS. Byrjað verður við einum pallborðsfundi týsdagin 25.oktober kl 19.30, har evnið verður "Leikluturin hjá einum borgarstjóra"