Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum

Skipað verður fyri spennandi valfundi í Tilhaldinum hósdagin 27. oktober kl 15 við luttøku av einum valevni av hvørjum lista, sum stillar upp til býráðsvalið

Gleð teg til nógv eftirspurda skeiðið við Connie Nissen um sansaintegratión, sansamotoriska menning og kensluligt órógv hjá børnum, sum verður í Føroyum 3. november. Tekna teg nú á www.synergi.fo

Runa Preeti fer at hava kjakupplegg um integratión, og Magni Laksáfoss fer at hava kjakupplegg um grøna orku

Í vikuskiftinum skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og væntandi luttaka mong hundraðtals fólk úr øllum landinum

Í døgunum 11. og 12. oktober hittist eitt úrval av royndum og ungum granskarum til ráðstevnu í Tromsø, at deila vitan og at kjakast um nýggj dálkandi evni í umhvørvinum

Nú nærkast til kommunuvalið, og hetta verður varpað ljós á við tveimum spennandi tiltøkum á Torginum í SMS. Byrjað verður við einum pallborðsfundi týsdagin 25.oktober kl 19.30, har evnið verður "Leikluturin hjá einum borgarstjóra"

 

Í kvøld kl. 20 verður felagssangur á skránni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og lærari, fer at hugleiða um ymiskt úr sínum lívi gjøgnum eitt sanghefti, sett saman til høvið

Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur leingi ynskt at kunna bjóða limum í Danmark sama møguleika sum limum í Føroyum, at fáa føroyskar bøkur við postinum

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar á Reinsarínum í dag kl. 17.00

Hátíðarhald verður í Kollafirði leygardagin 29. oktober 2016 í sambandi við, at arbeiðið við at leggja nýggjar bátabrúgvar út er liðugt, og at nýggi dagstovnurin í Kollafirði verður tikin í brúk

Kom og fá skil uppá galdandi reglur innan talgilta innheinting. Eitt absolut toppskeið, sum fekk fleiri 13’tøl seinast. Tekningarfreist 21. oktober kl. 12.00

Nú mikukvøldið 19. oktober kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju við danska prestinum Lisbeth Holm Filtenborg, sum eisini er kend fyri sínar áhugaverdu og viðkomandi fyrilestrar

Upplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Serliga eru teldutøku upplýsingarnar nógvir í tali. Sum fyritøka mást tú ansa tær, tí tað eru strangar reglar á økinum. Kom á skeið 27. oktober og fá skil uppá reglarnar

Fyrilestrar um føroyingar, sum fluttu til Kanada tíðliga í fyrru øld. 23. oktober í bygdarskúlanum í Miðvági, 25. oktober á Seglloftið á Tvøroyri og 27. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Í annaðkvøld, sunnukvøldið 16. okt. kl. 19, verður sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði. Hetta verður ein heilt serlig løta, tí ætlanin er at syngja sangir hjá Brynleif Hansen, trúboðara, sum doyði bert 33 ára gamal, men sum í sínum stutta lívi kortini avrikaði so nógv

Undir heitinum “Komið og syngi við” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu

Møtirøð við Peter Tkazcyk og Lizu Sigvarddson í Libanon í Sørvági. Í kvøld, fríggjakvøld 14. okt. kl. 19, verður møti við Lizu Sigvardsson

Sunnudagin 16. oktober kl. 11.00 verður guðstænasta í Skúlanum í Gásadali. Marjun í Kálvalíð prædikar

Nú Bústaðir og Tórshavnar kommuna gera lestraríbúðir í fyrrverandi kommunuskúlanum í Tróndargøtu/Tórsgøtu, er ætlanin, at aulan (skálin) og lutvíst fyrrverandi sangstovan í bygninginum skal nýtast til mentanarlig endamál

Kann man rykkja eftir pengum umvegis Facebook? SMS? Mail ? Fá skil uppá galdandi reglur á skeiði 28. oktober

Mikudagin 19. oktober kl 17:30 fer aktuelli Wenders høvundurin J. M. Ledgard at halda almennan og ókeypis fyrilestur undir heitinum Our Warp Speed Planet í Norðurlandahúsinum

Bert 4 pláss eru eftir at læra grundstingini í broderí til føroysk klæðir. Eitt gott høvi, um tú skalt brodera vest, turriklæði ella fyriklæði til komandi summar

Luksusdjór leitar í oktober eftir føroya fittasta hundi og kettu á Facebook. Talan er um tvær kappingar, har myndin ið fær flest likes áðrenn 1. november vinnur kappingina

Undir heitinum “Komið og syngi við” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu

Sunnukvøldið 9. oktober kl. 18 verður sangløta við felagssangi í Ebenezer. Sungið verður úr nýggju sangbókini. Bæði gamalt og nýtt er á skránni. Fuglfirðingar skipa fyri

Í dag kl. 16 verður ókeypis bacalao á Torginum í SMS. Tað eru kokkar úr Portugal sum eru komnir til Føroyar at borðreiða portugiskan mat við føroyskum rávørum

Eins og til undanfarnar undankappingardystir hjá føroyska A-landsliðnum vísir Føroyingarfelagið í Nuuk landsdystin í morgin millum Lettland og Føroyar á Hotel Hans Egede

- Mennið føroyska fólkaarvin, farið ein túr á rættina við børnunum

Í heystfrítíðini eru spennandi verkstovur, listaveiða og uppgávur til børn á Listasavninum. Opið er frá kl. 11 til 16 mánadag til fríggjadag og tað er ókeypis

- Eftirútbúgving fyri allar leiðarar á sjónum verður 20. og 21. mars. Fyri navigatørar, maskinmeistarar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. Fá pláss!

Thursday from 19 to 21, there will be a discussion about, what could be done in order to integrate and how to make newcomers at home in Tórshavn. David Im will be chairperson of the meeting

Norski sangarin Åge Samuelsen er væl kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu evangelisku sangir. Hann var føddur í 1915 og vaks upp í norska býnum Skien

Mikukvøldið 12. oktober kl.19.00 verður tiltakið "Trý stríð, ið kloyvdu tjóðina - fiskimarkið, fullveldi & fiskivinnan", har tríggir aktuellir rithøvundar greiða frá trimum háaktuellum evnum

- Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær aftur

Mikukvøldið 5. oktober kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju. Hon er ætlað børnum og barnsligum sálum

Diversity 2016-átakið var sett á Reinsarínum í kvøld. Borgarstjórin segði m.a., at okkara kommuna er ein fjølbroytt kommuna. Og tað verður fagnað í hesi vikuni, nú skipað verður fyri »Diversity 2016«

Býurin er flaggskrýddur við vimplum úr yvir 100 ymsum londum, nú fjølbroytnisvikan er byrjað í høvuðsstaðnum

Kom við til eitt sera hugnaligt og læruríkt kvøld, har tú lærir at hekla litrík, lekkur ommuteppi. Multilistakvinnan Astrid Andreasen fer at leggja okkum lag á

Til tey, sum spæla Pokémon GO, verður agn sett á nøkur PokéMið í miðbýnum frá kl. 17.30 til kl. 21

 

Nú skipar Eik fyri bústaða- og orkukvøldi í Skúlanum á Argjahamri hóskvøldið 6. oktober kl. 19.30

Hetta er eitt átak, sum Sinnisbati heldur er bæði gott og neyðugt fyri at varpa ljós á sálarheilsuna, ið fyllur nógv í samfelagnum, men vegna tabu ikki verður umrødd nóg mikið

Altjóða eldradagurin verður hildin fríggjadagin 30. september 2016. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna skipa í felag fyri eldradegnum í høvuðsstaðnum

Undir hesum heiti skipar Arkitektafelag Føroya um vikuskiftið fyri árligu arkitekturardagarnar, sum verða hildnir í Havn

 

Áhugabólkurin Hjartabarnið undir Hjartafelagnum skipar í sambandi við altjóða hjartadagin fyri kafékvøldi, har evnið er tær avbjóðingar, tað kann hava við sær, at hava eitt hjartasjúkt barn í familjuni

Tað eru 25 ár síðani Charlotte Bircow byrjaði fitnes bylgjuna í Danmark við "balder of stål". Ein video sum var seld við yvir 1,5 mió. eintøkum. Síðani hevur hon verið íverkseti innan fleiri økir

Í annaðkvøld, mikukvøldið 28. september kl. 19.30, verður aftur áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju, og tá fer Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildini at halda fyrilestur um "Føroyskar uppkallingarsiðir"

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So fáa øll gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. Bert 3 pláss eftir!

Í øllum Føroyum búgva fólk úr 142 ymiskum londum, og bara í Tórshavnar kommunu eru fólk úr oman fyri 100 londum

Hjólveiting fer at skipa fyri royndartúrum við teimum vælumtóktu el-súkklunum hjá Tórshavnar kommunu