Mikukvøldið 30. november kl. 19.30 verður Miðvika hildin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Zakarias Wang greiðir frá um Símun í Hoyvík, hús hansara og nakrar eftirkomarar hansara. Benjamin Rajani spælir løg av nýggju fløgu síni
Skipað verður fyri føroyskari jólagudstænastu í Aarhus. Hon verður leygardagin 10. desember kl. 14, í Christianskirkjuni, Frederikshaldsgade 15. Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, prædikar
Í ár vóru 70 ár síðan fólkaatkvøðuna hin 14. september í 1946. Í hesum sambandi hevur Bergur Rasmussen, lærari, gjørt eina undirvísingargongd, sum er løgd á Snar og er frí at brúka
Í sambandi við at Hreiðar Þór Valtýsson frá universitetinum á Akureyri í Íslandi vitjar Fróðskaparsetrið, fer hann at halda fyrilestur um tosk, og hvønn týdning hesin fiskurin í øldir hevur havt fyri íslendingar
Leygardagin 10. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum
Jarðarferðin hjá Cliff Barrows verður stroymað á netinum kl.15.30 føroyska tíð. Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini verður John Munro, sum er væl kendur í Føroyum, og giftur føroyskari konu
Í september samtykti býráðið í Tórshavnar kommunu ein umhvørvispolitikk. Tórshavnar kommuna bjóðar nú áhugaðum borgarum og felagsskapum til almennan fund um umhvørvispolitikkin
Nú um vikuskiftið 19. og 20. november vitjar Rolf Gunnar Heitmann, aðalskrivari í norsku Ísraelsmissiónini, í Føroyum. Hann talar á Glyvrum, á Skála og í Fuglafirði
Forkunnug konsert verður í morgin í Gøtu kirkju og í kirkjuni í Vestmanna. Tað er Tórshavnar Kamarkór, sum fer á lítla konsertferð: kl. 14 verður konsert í Gøtu kirkju og kl. 17 í Vestmanna kirkju
Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26. november kl. 16.00, og verður tað Kári á Torkilsheyggi, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini
Aftur í ár fara jólamenninir at tendra jólatræið á Vaglinum. Jólatræið kemur úr Reykjavík, og tað er sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertersson, sum hevur felt træið
Miðnám á Kambsdali bjóðar til heystkvøldsetu í kvøld kl. 19:00. Á skránni verður m.a. tónleikur, námsferðafilmar, leiklist, kórsangur og evnafrøðiframvísing
Nú hósdagin 17. november kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju fyri børnum og barnsligum sálum. Theodor E.D. Olsen prestur hevur guðstænastuna, og aftaná eru øll boðin til døgurða niðri í kirkjukjallaranum
Í annaðkvøld, mikukvøldið 16. november, kl. 19.30 er aftur ein áhugaverd Miðvika á skránni í Hoyvíkar kirkju. Evnið er "Tað lýsir tó fyri degi – Jákup Dahl próstur og lívsverk hansara"
Næsta leygardag verður Punkt aftur í Reinsarínum, tiltakið har føroyskir tónleikarar hittast. Í ár hava fyriskipararnir valt at gera tað ókeypis at hava borð til framsýning ella sølu
Sunnudagin fáa sunnudagsskúlarnir í Skopun og á Sandi vitjan av kenda klovninum BUBU, sum við sínum sangum, søgum úr Bíbliuni og við sínum fjasandi lyndi, fer at hugna sær saman við børnum og barnsligum sálum
Komandi týskvøld 15. nov. verður hugnakvøld á Bátasavninum í Leirvík við heitinum “Skonnartin, sum gjørdist vrak á Kráartanga og hugleiðingar við minnum úr bygdini fyri 60-70 árum síðan”. Tiltakið byrjar kl. 19.30
Sunnudagin 6. november kl. 14:00-17:00 verður eitt nýtt og spennandi tiltak fyri alla familjuna í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tiltakið verður nevnt ”Heystgleði” og er ein stórur sunnudagsskúli fyri alla familjuna, sum KFUM & K í Klaksvík skipa fyri
Minningarhald teirra sjólátnu verður við minnisvarðan í Gamla Kirkjugarði í Vágstúni í Klaksvík allahalgannadag kl. 15.00. Marjun Lómaklett, prestur heldur røðu, og Betesda-kórið syngur
Luttakarnir á Style Jam í Reinsarínum eru í fulldrøn við at skapa, stíla og spreingja mørkini fyri, hvat ber til innan stíling hesar dagarnar í Reinsarínum
Hátíðarhald verður í Kollafirði leygardagin 29. oktober 2016 í sambandi við, at arbeiðið at leggja nýggjar bátabrúgvar út er liðugt, og at nýggi dagstovnurin verður tikin í brúk
Nøkur pláss eru á vælumtókta bókhaldsskeiðinum 7.-9. november, har tú lærir um alt líka frá debet og kredit er, til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, MVG, roknskaparuppseting v.m. Tekning á www.synergi.fo
Borgarafundur verður í Nólsoy fríggjakvøldið um ferðasambandið til Nólsoyar. Á fundinum fer stjórin á Starndfaraskipum Landsins, Hilmar Eliassen, at greiða frá um framtíðar samferðslu við atliti at Nólsoyarleiðini