Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Til tey, sum spæla Pokémon GO, verður agn sett á nøkur PokéMið í miðbýnum frá kl. 17.30 til kl. 21

 

Nú skipar Eik fyri bústaða- og orkukvøldi í Skúlanum á Argjahamri hóskvøldið 6. oktober kl. 19.30

Hetta er eitt átak, sum Sinnisbati heldur er bæði gott og neyðugt fyri at varpa ljós á sálarheilsuna, ið fyllur nógv í samfelagnum, men vegna tabu ikki verður umrødd nóg mikið

Altjóða eldradagurin verður hildin fríggjadagin 30. september 2016. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna skipa í felag fyri eldradegnum í høvuðsstaðnum

Undir hesum heiti skipar Arkitektafelag Føroya um vikuskiftið fyri árligu arkitekturardagarnar, sum verða hildnir í Havn

 

Áhugabólkurin Hjartabarnið undir Hjartafelagnum skipar í sambandi við altjóða hjartadagin fyri kafékvøldi, har evnið er tær avbjóðingar, tað kann hava við sær, at hava eitt hjartasjúkt barn í familjuni

Tað eru 25 ár síðani Charlotte Bircow byrjaði fitnes bylgjuna í Danmark við "balder of stål". Ein video sum var seld við yvir 1,5 mió. eintøkum. Síðani hevur hon verið íverkseti innan fleiri økir

Í annaðkvøld, mikukvøldið 28. september kl. 19.30, verður aftur áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju, og tá fer Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildini at halda fyrilestur um "Føroyskar uppkallingarsiðir"

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So fáa øll gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. Bert 3 pláss eftir!

Í øllum Føroyum búgva fólk úr 142 ymiskum londum, og bara í Tórshavnar kommunu eru fólk úr oman fyri 100 londum

Hjólveiting fer at skipa fyri royndartúrum við teimum vælumtóktu el-súkklunum hjá Tórshavnar kommunu

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 24. september

Kundi tú hugsað tær eina elsúkklu ella at kannað, hvussu tað kennist at súkkla næstan ómakaleyst? So er at vitja við ítróttarhøllina í Kollafirði í kvøld millum kl 19 og 21

Ein felagskapur, sum hevur virkað millum fátøk børn um allan heimin síðani 1993 er kristiligi altjóða felagskapurin Christmas Child, sum er væl kendur í Føroyum undir eykanavninum SKÓGVAESKJURNAR

Klaksvíkar kommuna ynskir, at Klaksvík verður ein góður og tryggur býur fyri tey, sum hava fingið eina demenssjúku og fyri teirra avvarðandi

Í samstarvi við Pokemon Go (FO) verður skipað yri einum sokallaðum "Pokemon Meet-Up" í dag mikudagin 21. september

Nógv spennandi er á skránni í Tórsgøtu komandi leygardag. Endamálið við tiltakinum, ið ber heitið “Slaktið”, er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini

Næstu mánaðirnar ber til at leita sær løgfrøðiliga hjálp á bókasavninum í miðbýnum. Ein mikudag um mánaðin kl. 16-18 verður løgfrøðingur at hitta á 4. hædd

Mikukvøldið kl. 18 verður skipað fyri ítróttarguðstænastu í Hoyvíkar kirkju

Allir føroyingar og øll, sum búgva í Føroyum, kunnu nú tekna seg sum luttakarar í FarGen-verkætlanini. Kravið er, at tú ert í minsta lagi 18 ár

Sunnudagin 18. september, sum er 17. sunnudag eftir trinitatis (tríeindardag), er talvudagur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

- Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So fáa øll gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. Bert 5 pláss eftir!

- Hevur tú nógv tú skalt lesa dagligt? Kom og lær teknikkin, so tú fert at lesa nógv skjótari. Longu fyrsta dagin klárar tú at skimma 100 síður uppá 20 min. Nøkur pláss eftir

Ílegusavnið og Heilsu- og innlendismálaráðið skipa fyri ráðstevnu um genomgransking. Ráðstevnan verður 20. september í Østrøm

Lívdin, Hebron, Ebenezer og Samkoman í Marknagili skipa fyri felags barnamøtum í Ebenezer 16.-18. september

Tórshavnar kommuna fer í komandi viku at vísa leiðina til grønan vøkstur. Átakið “Grøna leiðin” fer at varpa ljós á burðardygga ferðing

Í sambandi við, at nýggi bygningurin hjá Starvsmannafelagnum verður tikin í brúk, verður almenn móttøka í húsinum seinnapartin fríggjadagin

Móttøka verður í mentanarhøllini (gomlu fimleikahøllini á Eiði) sunnudagin 18. september kl.14:00, tónlkeikur, røður og annað er á skránni

- Nú sjeyti ár eru liðin síðan fólkaatkvøðuna, 14. Sept. 1946, verður fólkafundur á Mýri í Hovi, forna høvuðsstaði Føroya, onsdagin 14. Sept. kl. 18.30

Ungdómshúsið í Hoyvík er farið aftur til verka eftir summarsteðgin. Tey lótu upp 26. august, og opið er enn sum áður trý kvøld um vikuna, týskvøld, fríggja- og leygarkvøld frá kl. 19.00

“Ikki bert eitt flóttafólk!” er heitið á átakinum, sum ung í Amnesty skipa fyri hesa vikuna. Hetta er ein altjóða vika fyri rættindum hjá flóttafólki

Endamálið við verkætlanini var at greina møguleikar og forðingar í mun til at gagnnýta alt tilfeingi úr fiskivinnuni í tøttum samstarvi við vinnuna

Sunnudagin 11. september kl. 12.30, verður føroysk guðstænasta og altargongd í Hirtshals kirkju fyri føroyingum í Danmark

Reyði Krossur biður fólk í Havn um at hjálpa við at vera innsavnarar til árligu landsinnsavningina hjá Reyða Krossi leygardagin 17. september

Hugnaliga integrasjónstiltakið Sambinding byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Sambindingarkaféin er eitt afturvendandi opið tiltak á býarbókasøvnunum í Runavík, Klaksvík og Havn

Nú sleppa føroyskir íverksetarar aftur at royna seg. Mánadagin 12. september verður Reinsaríið karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum útvaldar føroyskar íverksetarar

Nógv er á skránni í Tilhaldinum í vetur, men enn eru nøkur pláss eftir á einstøkum skeiðum vetrarhálvuna. Enn ber til hjá fólki at melda seg til skeiðini

Borgarstjórin hevur avgjørt at hava opið hús í Móttøkuhúsinum leygar- og sunnudagin komandi

- Hvat knýtir Skotland til norðurlendsku grannarnar, og hvørjir møguleikar liggja í størri samstarvi?

Tony Seba, altjóða viðurkendur framtíðargranskari á Stanford University í California, verður høvuðsrøðari, tá SEV skipar fyri altjóða ráðstevnuni, “100by2030”, í Norðurlandahúsinum 27. og 28. september

Mikukvøldið klokkan 19.00 verður almennur pallborðsfundur um evnið ung og rúsevnir. Angela Hentze, mamma at einum dreingi við rúsevnistrupulleikum greiður frá

- Hevur tú ábyrgd fyri fundum? Følir tú ofta at tíðin er burturspilt? Kom á skeið 12. september, so tit framyvir bara hava neyðugar, góðar og vælstýrdar fundir, so øll føla, at tíðin var væl givin út. Tilmelding nú www.synergi.fo

Kom og lær teg at binda ymisk holfaldsmynstur uppá eitt kvøld. So kanst tú fara í gongd við okkurt spennandi bindiprojekt í heyst. Babyteppi, dúk, gardinur, bordar, ja, møguleikarnir eru nógvir. Bert 3 pláss eftir!

Í dag kl. 14.00 verður eitt serstakt tiltak í Hvalvíkar kirkju. Tað er ein sonevnd 'skúlabyrjunar guðstænasta' sum verður við Bergtóri H. Bjarkhamar

Bygma Balslev hátíðarhelt leygardagin 110 ára stovningardag felagsins við alskyns tiltøkum á økinum hjá Balslev í Hoyvík. Har var sjónleikur, tónleikur og hornblástur og Jógvan Arge, varaborgarstjóri, helt røðu um søguna hjá føðingardagsbarninum

Vindeygavirkið H-DYGD í Vágum hevur fingið sær framsýning og søludeild í Brekkutúni í Hoyvík. Latið varð upp hósdagin við almennari samkomu, har Jógvan Arge, varaborgarstjóri, beyð virkinum vælkomnum til Havnar

- Hevur tú kundar ella viðskiftafólk, sum søkja um ymiskt frá tær? Ella sum skulu tekna seg ella bíleggja okkurt frá tær?

Hevur tú sum borgari, sjúklingur ella avvarðandi eitthvørt tú ynskir at tosa við sjúkrahússtjóra Johnny í Grótinum um, er høvi til tað í morgin mikudagin 31. august millum kl.14.00-16.00

- Situr tú við fíggjarligari ábyrgd, mást tú í dag duga tey mest grundleggjandi økonomisku hugtøkini, hóast títt fak einki hevur við økonomi at gera. Kom og lær tað uppá tann lætta mátan. Freistin er 2. september