Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Petur Jacobsen, stjórin í Kringvarpinum R7, sigur, at R7 skipar fyri ráðstevnuni, tí neyðugt er at fáa eitt sindur av breidd í fiskivinnukjakið í Føroyum

Tað er eingin loyna at mong leita sær til Gøtu komandi dagarnar. Hetta vegna árliga G! festivalin, ið verður í døgunum 14. – 16. juli

Amerikanski sendiharrin, Rufus Gifford, luttekur í ársins Pride skrúðgongu og setur árliga tiltakið, sum í ár endar mitt á Vaglinum

Skipini koma á Havnina hósdagin 7. juli klokkan 19. Ferðafólk kunnu sigla heimanífrá við Johonnu, Westward Ho, Norðlýsinum, Draganum ella Thorshavn

Síðani Minningardagin í fjør eru trý deyð í ferðsluni sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ein í 2015 og tvey í 2016

Ólavsøkuskráin verður liðugtgjørd í hesum døgum. Tað er Snarskivan, sum stendur fyri og samskipar ólavsøkuskránna

Kirkjukórið Ljómur fær vitjan av Skt. Clemens Drengekor í sambandi við Føroyavitjan. Her er skráin

Gøtu kirkju ungdómskór hevur tvær summarkonsertir komandi sunndag 26. juni. Tann fyrra er í Listasavni Føroya, kl. 15.00, og tann seinna í Gøtu kirkju kl. 19.30

Italski sendiharrin í Keypmannahavn, Stefano Queirolo Palmas, er á ferð í Føroyum. Í dag vitjar hann Runavíkar kommunu. Við í ferðalagnum er eisini kendi klaverleikarin Mauro Patricelli, sum harumframt er tónaskald

Í kvøld týskvøldið 21. juni kl. 21.00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði

Í kvøld klokkan 21 fara eini 60-70 fólk niðan á Enniberg at uppliva sólsetur

Sámal Ravnsfjall spælir á Perlutorginum í Tórsgøtu fríggjadagin 16. juni kl. 16.00. Tak er lagt á oman yvir túnið, og ætlanin er at skipa fyri regluligum konsertum fríggjadag seinnapart í summar

Nógvar súkklur samla støv í føroyskum kjallarum og leingjast bert eftir at sleppa út á ævintýr. So um tú hevur hug til ein hugnaligan, lættan og døllutan felags súkklutúr fyri alla familjuna, so tak tína súkklu við oman á Vaglið fríggjadagin kl. 17

Í gjárkvøldið helt Kristina Grumstrup fyrilestur í Vestmanna um lívið, sum broyttist eftir ógvisliga brunavanlukku, í kvøld er Norðurlandahúsið karmur um fyrilesturin

LGBT Føroyar, Amnesty International Føroya Deild og Sirkus Føroyar hava í felag avgjørt at skipa fyri minningarløtu fríggjakvøldið 17. juni í Sirkus í Havn

Mikukvøldið kl. 18:00-19:00 verður ensk andakt í Havnar kirkju. Talan er um eina sokallaða Taizé við sangi á millum annað latíni og enskum

Vikuskiftið 8. til 10. juli 2016 verður strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival og Føroyska Regatta’in í Vági. Skip og bátar úr øllum norðurlondum luttaka á stevnuni

Mikukvøldið 15. juni kl. 19 verður Kristina hjá Mathildu og Viggo Dam á Heiminum á Grønanesi, har hon fer at siga frá sínum lívi, sum bráddliga broyttist so ógvisligt fyri 54 árum síðan

- Hevur tú ábyrgd fyri fundum? Følir tú ofta at tíðin er burturspilt? Kom á skeið 12. september, so tit framyvir bara hava neyðugar, góðar og vælstýrdar fundir, so øll føla, at tíðin var væl givin út. Melda til nú áðrenn summarið

Sunnudagin 5. juni fer Gøtu kirkju ungdómskór at syngja 4 sangir til gudstænastuna í Skála kirkju kl. 11

Í dag er Mentanarnátt í SMS. Í hesum sambandi hava handlarnir opið til kl. 22.00. Handlarnir hava góð tilboð, og nógv ymisk tiltøk seta ein serligan dám á allan dagin

Tryggir og góðir møguleikar at menna handilsvinnuna, útbúgvingarumhvørvið og ferðavinnu. Og fram um alt ein livandi og fjølbroyttur miðbýur við nógvum upplivingum til gagns fyri borgarar í øllum aldri

14. Tórshavn Maraton verður skotið í gongd fyri fleiri enn 500 rennarum, ið fara at renna og ganga heilt og hálvt maraton

Í kvøld bjóðar Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Landssjúkrahúsið og Setrið til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn

Kom og lær teg at binda ymisk holfaldsmynstur uppá eitt kvøld. So kanst tú fara í gongd við okkurt spennandi bindiprojekt í summar. Babyteppi, dúk, gardinur, bordar, ja, møguleikarnir eru nógvir. Nøkur pláss eftir 8. juni

Longu nú ber til at uppliva nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, sum skal standa klárur til nýtslu í 2019

Anne Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi, vitjar komandi dagarnar í Føroyum. Hon talar og greiðir frá altjóða blákrossarbeiðinum á møti á Toftum leygarkvøldið 4. juni kl. 20 og í Havn sunnukvøldið 5. juni kl. 18

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Seinasta freist at søkja pening úr grunnunum er mikudagin 1. juni 2016

Mikudagin 01. juni kl. 10 verður árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðs- og forskúlabørnunum í Tórshavnar kommunu

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS týsdagin kl 17

Mánakvøldið kl. 19.30 verður almennur fundur í Skúlahøllini í Vágs Skúla, har kunnað verður um verkætlan við multihøll í Vági

Eitt sum er heilt serligt á Djóradøgunum í ár er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku

Leygarmorgunin 28. mai kl 9:00 bjóðar Hvalbiar Kommuna øllum borgarum í kommununi til morgunmat í Roynhøllini, har Tummas Niclasen arkitektur greiðir frá um dagstovnin

Enn eitt útlendskt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest. Tí í dag hava fyriskipararnir av Tórsfest kunngjørt, at vælumtókti danski bólkurin Carpark North fer á pall í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli. Og hetta verður ein serlig konsert, tí hon verður tann einasta, sum bólkurin fer at hava í ár

Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta í dag, og fólk hava leitað sær út í góða veðrið at njóta kærkomnu sólina. Eisini borgarstjórin í Havn hevði stundir til eitt prát á Trappuni

Mánadagin og týsdagin í næstu viku skipar Føroya Pedagogfelag fyri temadegi í Norðurlandahúsinum við gitna danska professaranum Stig Broström

Sunnudagin verður hátíðarguðstænasta í Havnar kirkju við dómprósti og biskupi

Kom á skeið 16. juni og lær nakrar góðar teknikkir, so tú fert at minnast betri. Krøvini til effektiva læring vaksa støðugt og ofta røkka okkara evni at minnast ikki til. Tilmeldingin er byrjað

Málið við Útoyggjastevnunum er at varpa ljós á útoyggjarnar, og geva høvi til, at útoyggjafólk og avbygdafólk kunnu hittast til gaman og álvara

Leygarkvøldið hevði Betesdakórið stóra sangløtu í Betesda, og má undirtøkan sigast at hava verið góð

Fuglafjarðar Sangkór hevur konsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld kl. 19.00

So verður aftur ein kveikjarafundur um fiskivinnu. Fundurin verður týsdagin 31. mai kl. 9.00 í Fabrikkini hjá Østrøm

Øll atgongumerkini til Oyggjadagin 2016 eru seld, og fólk standa á bíðilista at sleppa út í Hest, Koltur og til Nólsoyar

Hóskvøldið 26. mai kl. 20.00 verður øðrvísi kvøldseta á Reinsarínum, har høvuðsstaðarkommunan verður lýst fyrr og nú. Hendan dagin hevur Havnin havt býarstýri í 150 ár

Í morgin, týsdagin 24. mai, bjóðar Tórshavnar kommuna til almenna móttøku í sambandi við at nýggjur leiðari og nýtt starvsfólk eru sett í Tilhaldinum í Tórsgøtu

Ein samlaður flytipakki við bingju og ferðum heim íroknað. Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Setrið og Landssjúkrahúsið bjóða øllum útisetum til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn hóskvøldið 2. juni 2016

- har ljós verður varpað á demens sjúkurnar

Tann 23. maj í 2006 flutti fyrsta búfólki inn á Ellis- og Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi. Sostatt hevur heimið í hesum døgum 10 ár á baki

Leygardagin verður aktivitetsdagur á Torginum í SMS. Skipað verður millum annað fyri dartkapping og pokerkapping. SMS letur gávukort fyri 1500 kr. til bæði dart og poker