Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Øll, sum hava hjálp fyri neyðini, kunnu fáa klæði til síni børn, við at seta seg í samband við Reyða Kross

Borgarafundurin um parkeringsviðurskifti í miðbýnum í kvøld er fluttur úr Perluni á Reinsaríið

Fyrilestur um Gudmund Bruun, Emil Joensen og Janus Øssurson verður í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld

Sunnudagin kl 16 verður stuðulskonsert til frama fyri Beran og felagið Pinkubarnadeyða í Reinsaríðnum í Havn

Leygarkvøldið 16. apríl vitjar Emma Holten í Føroyum sum liður í átaki hjá Amnesty um kynsligt samtykki og neyðtøkur

Sunnukvøldið 17. apríl kl. 18.00 verður evangeliskur fundur í Samkomuhúsinum Nerija á Skála

Í sambandi við at parkeringspolitikkurin varð samtyktur av býráðnum í desember í 2015, verður nú arbeitt við verksetan av átøkunum úr politikkinum

Hósdagin kl. 14:00 skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin undir sáttmála við TN Bygging um at byggja út Leguhúsið í Nesvík. Sáttmálin verður undirskrivaður á samkomu í Leguhúsinum

Komandi vikuskifti kemur enski urguleikarin Richard Brasier til Føroyar og steðgar til komandi mikudag

Hósdagin Kl. 16.00 verður futtur í, tá Anna Sofía og Karl Vidtfeldt fara at vísa rock'n'roll-dans afturvið Beatles á Torginum í SMS. Kl 16:30 fara Robert og Jógvan úr Faroe Boys at spæla sangir hjá Beatles

Kórið fer at hava tvær konsertir nú um vikuskiftið. Tann fyrra verður í Sandavágs kirkju leygardagin kl. 17 og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini sunnudagin kl. 17

Bert fá pláss eru eftir til skeiðið 24. mai um talgilta innheinting. Spennandi og viðkomandi skrá fyri øll, sum arbeiða innan økið. Ert tú advokatur, telur skeiðið 7 lektiónir av obligatoriskari eftirútbúgving

Nú er tíð at taka dansiskógvarnar framaftur, tí leygarkvøldið verður tað stóra Beatles-brakið, og tað verður dansur sum í gomlum døgum

Hevur tú starvsfólkaábyrgd? Yvir 100 leiðarar o.o. við starvsfólkaábyrgd, hava tikið hesa HR løgfrøði útbúgving. Kom við hesaferð. Ein neyðug útbúgving fyri teg, sum hevur starvsfólkaábyrgd

 

Leygardagin 16. apríl kl 16:00 verður várkonsert við luttøku av Morgunkórinum og GHM. Konsertin er í skúlanum við Løgmannabreyt, og er ókeypis

Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00 í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Nógv ymiskt er á skránni

Brúka ein dag uppá at læra ymiskar minnisteknikkir og at styrkja um innlæringina. Minnið er altumráðandi, tá tað kemur til okkara førleika at læra nýtt. Avmarkað pláss

Hóskvøldið 14. apríl, kl. 19.30, fara Jógvan Arge og Óli Jacobsen at hava tveir áhugaverdar fyrilestrar á bókasavninum í Gøtu

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð

Á evangeliska møtinum í Ebenezer sunnukvøldið tann 10. apríl kl. 18 luttaka Arne Simonsen og Poul Færø. Ebenezerkórið syngur

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sum kunnugt sett ein arbeiðsbólk at fyrireika eina framtíðarætlan um hølisviðurskiftini á Fróðskaparsetri Føroya

Spennandi tiltak fyri føroyingar í Danmark, sum kundu hugsað sær at fingið góð ráð, amboð og íblástur til at skapa sítt egna starv

Eiðis kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp til hjartasteðg

Dagstovnaøkið “Hoyvík við meira” hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið danska sálarfrøðingurin Jens Andersen at halda fyrilestur um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað

Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman

Týsdagin 5. apríl klokkan 15.00 vitjar Óluvá Skaale á bókasavninum við Løkin í Runavík. Hon fer at hugleiða og práta um broytingar í okkara tíð

Í samband við at landsdansistevna fyri børn verður í Vági 30. apríl verður nú fari at dansa við børnum í Tøkum Lætt

Tey sum vilja vita meira um gyltar dropar úr rommi hava nú møguleikan. Í morgin kemur ein serfrøðingur til Føroya at greiða frá

Týsdagin 5. apríl vitjar Óluvá Skaale á bókasavninum við Løkin í Runavík. Hon fer at hugleiða um broytingar í okkara tíð

Tey, sum fara at luttaka eru, Heine Lützen, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen, eisini verður felagssangur sum Terje Vestergaard skipar fyri

Alment móðurmálstiltak verður í annaðkvøld kl. 19 í Nýggjustovu í Gongini í Havn

Fyritøkurnar á Vestaru Bryggju ynskja at varpa ljós á áhugamálini hjá fyritøkunum, sum hava virksemi á Vestaru Bryggju, og verður tíðindafundur í morgin á Reinsarínum

Arbeiðir tú á sjónum? Kundi tú hugsað tær ein góðan máta at halda skil á teimum ymisku tølunum? Tað er ikki so ringt at læra. Kom á skeið í Excel 4. og 5. apríl. Avmarkað pláss

Í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevur fingið nýggjan formann verður almenn móttøka í hølunum hjá Starvsmannafelagnum seinnapartin hósdagin

Hóskvøldi 31. mars kl 19.30 skipar MFS fyri tiltaknum “Einar burðardyggar Føroyar” í Norðuratlansbryggjuni í Keypmannahavn

11.-16. apríl er Beatles-vika í SMS

Hetta er 10. árið á rað at samkomurnar í Havn skipa fyri felagsgudstænastu triðja páskadag

Í kvøld, 2. páskakvøld kl. 19, verður sangløta í Siloa. Nógvur felagssangur er á skránni, og Siloakórið fer at syngja nakrar sangir

Í dag bjóða sunnudagsskúlarnir hjá Heimamissiónini í Suðuroynni, øllum børnum sum vaksnum, til øðrvísi, stuttligt og gott rørslutiltak - undir heitinum Barna OL

2. páskakvøld verður góður almennur føroyskur dansur í Reinsarínum. Tað er dansifelagið Tøkum Lætt, ið skipar fyri ókeypis føroyskum dansi í Reinsarínum

Nú kallar Íverksetarahúsið aftur inn til árliga dagin, har vit fara at seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan

Páskamøtir vera í Leirvíkar Missiónshúsi, skírisdag, langa fríggjadag, páskadag og 2. páskadag

4. apríl skipa Fróðskaparsetrið, Havstovan og Norðurlandahúsið fyri stórari ráðstevnu, har sjøtul verður settur á almenna orðaskiftið um, hvussu rættindini til fiskatilfeingi skulu skipast frá 1. januar 2018

Leygardagin 28. mai 2016 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi

Aftur í ár verður boðið til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum

Mikudagin 30. mars. kl. 19:00 skipar Íverksetarahúsið saman við Norðoya Kunningarstovu fyri spennandi tiltaki har vinnan, veitarar og annars øll ið hava áhuga fyri at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum koma saman

Í døgunum frá langa fríggjadegi til annan páskadag skipa tey fýra missiónsarbeiðini á Glyvrum, í Rituvík, í Søldarfirði og á Toftum fyri felags páskastevnu

Í heyst settu 30 sjálvboðin uml. 1000 trø og runnar niður í nýggju viðarlundini við Stórá, og hetta var fyrsta stig í eini ætlan, ið fevnir um 13.000 m2

Í morgin, leygardag 19. mars 2016, kl. 10, verður nýggja stórmasturin sett í Westward Ho. Westward Ho liggur við vestaru bryggju

- On Sunday 20th March at 18.00 there will be an International Meeting at Betesda Church in Klaksvík