Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setir stevnuna leygardagin 7.november, tá børn og ung úr øllum Føroyum fara at dystast um snildastu loysnirnar við ruski í FIRST LEGO League Føroyar kappingini

- Lat eina løtu av tíni tíð í november og bjarga jólinum hjá eini fíggjarligari sperdari barnafamilju. Í menniskjum góður tokki leitar eftir sølufólkum í øllum bygdum og býum (uttan í Suðuroynni)

Í døgunum 6. til 20. november verður Svein í Prestgarði við bólki á ferð í Danmark. Vitjað verður í Keypmannahavn, Esbjerg, Vejle, Odense og Hirtshals

Seinni heimsbardagi er ein skakandi táttur í okkara siglingarsøgu. Ein sorgarsøga av teimum stóru. Tað vísti løgmaður millum annað á undir minnisgudstænastu í Dómkirkjuni í gjár

Lindin hevur kunningar og stuðulssending í dag leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00

Komandi mikukvøld 4. november kl. 20, verður frágreiðing í Betesda frá túrinum, har vístar verða myndir, sum Steinvør Fonn, tók av vøkru náttúruni, frá siglingartúrum við “Juvel II” og møtum bæði í Qaqortoq og øðrum bygdum

- Kom og lær teg bókhald frá grundini 9. -11. november. Bílegg nú, vara 4 pláss eftir. Tú lærir alt líka frá hvat debet og kredit er, til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.

Tiltakið at savna inn jólagávur til børn í øðrum londum hepnaðist stak væl í ár sigur felagsskapurin aftanfyri tiltakið. Heilar 5017 skógvaeskjur verða nú avskipaðar

Tann 31. oktober í ár eru liðin 50 ár síðani fyrsti parturin av skúlanum varð vígdur

Fríggjadagin 30. oktober kl. 14.30 heldur Lív Arge Simonsen almennan fyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini um føroyskar kvinnur, sum fluttu til Keypmannahavnar í 1890-1925

- Kom og lær at lesa dupult so skjótt og einttá at skilja tekstin betur. Tað ljóðar sum tann rami gandur. Tað er tað ikki. Tað er teknikkur. Avmarkað pláss og fleiri pláss eru longu farin

Hóskvøldið, í annaðkvøld, kl. 20.00 skipar Agape fyri fyrilestri í Vesturkirkjuni. Evnið er: “Tann góða relasjónin”

Meira enn vanligt verður gjørt burtur úr minningardegi teirra sjólátnu hesaferð, tí tað í ár eru 70 ár síðan, at Annar Heimsbardagi endaði

Hevur tú áhuga fyri tekniskum loysnum, KT og nýggjum vinnumøguleikum? So er tiltakið ‘Vinnan hittist’, sum Íverksetarahúsið skipar fyri hóskvøldið 29. okt. kl. 19:00, júst fyri teg

Fríggjadagin 30. oktober kl.15.00 verður almenn móttøka í býráðssalinum í Klaksvík fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini og Camillu Tardini, sum tekur við starvinum eftir Boga

Árliga lutakastið um kr. 12.500,- millum innsend fiskamerkir, verður fríggjadagin 30. oktober kl. 11:30

Skulu klæðini vera lekkur, serstøk og bílig, og ynskir tú hjálp at finna júst røttu klæðini? Kom so í Reyða Kross-Endurnýtsluhandlinum í Havn, har næmingar á Føroya Fólkaháskúla hava valt klæðini til handilin

Leygardagin 31. oktober 2015 kl. 13.00 heldur Birna Olsen meistarafyrilestur

Hósdagin 29. oktober skipa dagstovnarnir aftur fyri árliga barnafagnaðinum, har børn úr dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu koma saman

Í sambandi við at Skálafjarðarsamstarvið hevur í umbúna at gera umskipanir og broytingar í virkseminum hjá Økistænastuni, verður skipað fyri almennum borgarafundi í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 28. oktober kl. 19.00

Hvat við at geva tínum bestu eina fotobók í jólagávu? Betri gávu kanst tú ikki geva. Kostnaður einans kr. 575 v/mvg, og tá er ein fotobók við í prísinum!

Bert 2 pláss eru eftir á skeiðinum at læra grundstingini í broderí til føroysk klæðir. Undirvísari er brodøsan Astrid Andreasen, sum hevur designað, teknað og broderað føroysku klæðini, sum krúnprinsaparið fekk í brúðargávu frá Føroyum

Solveig Hanusardóttir Olsen heldur fyrilestur um søguligu gongdina hjá føroyskum listakvinnum gjøgnum tíðina

Í kvøld 26. okt kl. 19.00, verður fyrsta íverksetarakaféin, sum Nýskapanarhúsið Hugskotið skipar fyri í Posthúskjallaranum

Nú mikukvøldið 28. oktober kl. 19.30 verður ein áhugaverdur fyrilestur í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Bergur Djurhuus Hansen at halda fyrilestur um Kristian Osvald Viderø og ritverk hansara

Sum tað síðsta tiltakið á mentanarvikuni Skýming í Runavík í ár, verður hátíðarhald og minnisvarði reistur til heiðurs fyri Anton Olsen og tað bragdið, hann framdi í 1975

Fríggjakvøldið 30. og leygarkvøldið 31. oktober, syngur kendi Grammy virðislønti tenorurin Larry Ford í ávikavist Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Kom og lær teg bókhald frá grundini 9. -11. november. Bílegg nú, seinast var útselt. Tú lærir alt líka frá hvat debet og kredit er, til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.

- og maður, hertikin av svølti í stórbýi - Orð og tónar í kvøld kl. 20:00

Felagsskapurin Hjálp til forfylgd kristin og onnur í Miðeystri er sprottin út frá teim ræðuleikum ið vit hvønn dag síggja og hoyra í fjølmiðlunum og á netinum í samband við kreppuna í Miðeystri

Kappingin, Føroya feitasta motorsúkkla, er nú skotin í gongd. So skunda tær í SMS at sleva eftir feitastu motorsúkklunum í landinum

Mikukvøldið 21. oktober kl. 20.00 verður ókeypis fyrilestur í Reinsarínum á Tórsgøtu við donsku Anju Ringgren Lovén

Sum handverkari ert tú serkønur innan títt øki, og vilt kanska helst sleppa undan at brúka tíð uppá skrivstovuarbeiði. MEN um tú hevur egið virki, er eingin vegur uttanum – tú noyðist at halda skil á pappírunum

Vit dansa og hava tað stuttligt. Í steðginum verður sagt frá søgum og kvæðum

Aftur í vetur fer Parkinsonfelagið at halda limafundir runt landið, fyri fólk við Parkinson, teirra avvarðandi og onnur áhugaði

- At vera í útlegd fær meg at kenna meg eyka polska, sjálvt um eg jú eri komin til Klaksvíkar fyri at verða, sigur Kinga Eysturland um, hvussu tað er at vera póllendingur í Føroyum

Mánadagin 19. oktober kl. 16.30 fer Kristian Nagel Delica at halda fyrilestur á Býarbókasavninum í Havn um týdningin av bókasavninum í nærsamfelagnum

Vanliga hevur Sundakórið einar 10 venjingar fram móti jólum, har jólasangir eru á skrá og vetrarhálvan endar við konsertum fyrst í desember mánaði

Tað skal fitt av pengum til at reka eitt bjargingarfelag og fyri at fáa pengar til rakstur, skipar Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, SNB, fyri seyðauppboðsølu í annaðkvøld

Í hesum sambandi verður skipað fyri almennum morgunkaffi og hátíðargudstænastu sunnudagin 18. oktober

Frelsunarherurin skipar fyri barnamøtum seinna partin av heystfrítíðini

Útbúgvingin er fyri allar leiðarar og onnur, sum hava við m.a. setanarsáttmálar, sjúkrafráveru, uppsagnir, lønir, setanarklausular, farloyvi, KT-reglur og onnur starvsfólkaviðurskfiti at gera. Bara 4 pláss eftir

Í ár er altjóða ár fyri ljósi, og hetta verður hátíðarhildið á Savnsfagnaðinum alla heystfrítíðini. Tey stóru søvnini, Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið bjóða børnum og øllum áhugaðum á savnsfagnað

Umframt at vera vísusangari er kendi danin eisini gyklari og búktalari

12. oktober er altjóða dagurin hjá teimum, ið hava giktasjúkur. Klokkan 19.30 mánadagin hevur felagið tiltak í hølunum hjá MBF við Íslandsvegin í Havn

Eitt bíbliuvers gevur høvi til umhugsan og kann eggja til bíbliulesna. Bíbliufelagið hevur latið gjørt eskjur til bíbliuvers

Oktobermánaði er bróstkrabbamánaði kring allan heim. Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum selur í hesum sambandi armbond og oyraringar

Í samband við tiltakið Heystfagnaður á Eiði, verður skipað fyri dansi eftir góðum gomlum leisti

Norrønt Atlantssamstarv, NORA, skipar í vikuni fyri ráðstevnu undir heitinum Når nisje blir mega. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á lokal tiltøk við møguleika fyri at draga vitjandi at sær

Almennur fundur um tunlarnar á Borðoynni verður í Skúlanum á Fossánesi týsdagin 6. oktober kl. 17-19