Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Longu í gjár var sandurin í Syðrugøtu pakkaður, tá heimskenda danska poppstjørnan MØ framførdi. 5000 fólk hava leitað sær til Gøtu, og tað er methøgt tal av vitjandi fyri ein hósdag á G! Festival

 

Tað er gott veður og gott lag á G! Festivalinum

- Innan hon hevur fortalt, at bókstavirnir MØ eru tiknir púra ópolitiskt úr navninum, so er absolutt greitt, at hon spælir uppá, at hon er ein púra almindilig ungmoyggj, ein MØ

MØ gleðir seg at spæla á Gøtusandi í nátt, og um tað verður heilt vilt, ætlar hon sær møguliga at leypa á sjógv

Myndafólkini Barbara Vang, Alessio Mesiano og David Häggmark hava verið úti og fangað G! hugnan í kvøld

Tað er hóskvøld í Gøtu og Konni Kass og hennara orkestur hava byrjað ársins G! Festival á sandinum í Syðrugøtu. Meðan børnini spæla á sandinum og bátarnir damla á víkini, er mannamúgvan sannførd um ektaða og unikka potensialið hjá Konni og ljómliði

Tónleikaliga tjóðarhátíð føroyinga er byrjað. Tað angar av brenni frá hitapottunum, fólk práta og klemmast, og á sandinum hoyrast frálíkir tónar frá Konni Kass. Vit eru á G! 2017

19. juli er altjóða konsertdagur við Gjógv við trimum konsertum. Ein á Gjáargarði, ein í Gjónni og ein í kirkjuni. Konsertirnar eru ókeypis

Hann er ein av heimsins mest elskaðu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristfofferson, og fer at framføra á G!, seinnapartin leygardagin klokkan 18

Tað hevur onkur veruliga roknað út. Eina ferð úti í framtíðini hava vit brúkt upp øll løgini sum finnast

Nýtt navn á føroyska tónleikapallinum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

Leygarkvøldið 22. juli verður gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast í gongugøtuni. Hetta verður fjóðru ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest

Jenný Augustudóttir Kragesteen og Hergeir Staksberg vórðu filmaði live á bønum í Tórsbyrgi í dag, meðan tey spældu undir heitinum FRUM

Svenskur radiovertur vil hava ein árligan festival, har kvinnur kunna kenna seg tryggar. Og hugskotið fær jaligar viðmerkingar

Kórsamband Føroya heitir á allar kórsangarar í Føroyum um at taka væl undir við ólavsøkukórinum og møta til felags venjingarnar, sum fara fram í Læraraskúlahøllini

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Tórsfest, leygarkvøldið 22. juli, tí í dag hava fyriskipararnir kunngjørt, at heimskendu Seeb koma til Føroyar at framføra á Tórsfest

Svenska løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um neyðtøku á festivalum um vikuskiftið

Tveir av ungu og evnaríku sangarunum og sangskrivarunum í Føroyum verða við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august. Olvheðin Jacobsen og Ólavur á Váli Olsen fara at hava konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki

Í dag, fríggjadagin 30. juni klokkan 15.28 bjóðar FERÐAST GRØNT til saxofonkonsert í bussleið 1 úr Steinatúni. Tað er Katrina Olsen, ið fer at spæla avslappandi tónleik

- Sum myndar útgávuna – frá byrjan til enda!

Á Ólavsøku verður Tórspallur fluttur oman í Vágsbotn, tí Rosanne Cash fer at syngja. Hon er 62 ár og elsta dóttir Johnny Cash (1932-2003) og fyrstu konuna Vivian Liberto. Tað sigur ferðaætlanin hjá Rosanne beint nú

Kári P er millum mest viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar, og í august spælir hann á Summar Festivalinum í Klaksvík

Fróði Hansen var herfyri í Studio Bunkarin og endurinnspældi eitt lag, ið kallast Nobody Goes To Hell For Having Loved. Lagið er upprunaliga útgivið í 2009, tá Fróði lat frá sær sína fyrstu útgávu Creeping Storm

Tað fyllist skjótt niðri í Vágsbotni nú tað stundar upp undir at tey stóru nøvnini fara at framføra á Stóra Pallinum, nøvn sum Mads Langer, Hanne Boel, Thomas Helmig, Jonas Blue og Frændur

Fyrireikingarnar ganga upp á stás nú stóra tiltakið Voxbotn byrjar klokkan 14 í Havn. Tá er Bassaføðingardagur, har børnini sleppa at stuttleika sær, og so klokkan 15 byrjar sjálvt Voxbotn, sum sær út at fáa ein fagran dag um hetta veðrið heldur sær, sum er nú

Á Bryggjubakka eru ikki færri enn tríggir betongstabbar lagdir, til tess at hindra at nakar bilur sleppur inn á Voxbotn-økið. Her eru nakrar myndir

Í dag kemur fyrsta fløgan hjá føroysk/donsku tónleika-duoini MOMO á marknaðin. Talan er um summarsligan synth-pop. Útgávu tiltak verður í Tutl leygardagin kl. 15.00

 

Frá 23. juni kl 18 til 24. juni kl 12, og frá 24. juni kl 12 til 25. juni kl 09, tá ið allir vegir eru opnir aftur sum vanligt

Útikonsertin við føroyska jassbólkinum Gangandi skógvar verður nú kl. 17 í Perlutúninum í Tórsgøtu

Ætlar tú tær á Voxbotn um vikuskiftið, og hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, mást tú djúpt niður í lumman. So djúpt, at tú kanst gerast partur av ólógligum keypi og sølu

Undir prúkki og hatti goymur ein av hottastu superstjørnunum seg. Á eini T-breytastasjón í New York høvdu hon og Jimmy Fallon eitt reality show

Katy Perry er júst nú vorðin tann fyrsti persónurin í søguni sum hevur fingið 100 milliónir fylgjarar á Twitter

Kendur føroyskur framleiðari ger sang saman við Aqua-stjørnuni René Dif til Poul Nyrup og headspace Ung, sum hava tørv á onkrum at tosa við, fáa teirra heilt egna sang við nýggja staklagnum, ”Vinterbarn”, hjá Aqua-stjørnuni René Dif

Maria á Lakjuni og Kular Røtur spæla á Summar Festivalinum í august

Stór fjøld var og lurtaði í kvøld, m.a. spældu Tinganest og amerikanski, Steve Pride

Tórshavnar kommuna letur stuðul úr tveimum grunnum, ið skulu fremja ávikiavist føroyskt handarbeiði og solosang. Umsóknarfreistin er mikudagin 21. juni 2017

Nobelvinnarin í bókmentum, Bob Dylan, hevur latið inn eina upptøku av Nobelfyrilestrinum, og fær sostatt útgoldið 8 milliónir svenskar krónur. Hoyr fyrilesturin her

Liam Gallagher sang undir minniskonsertini fyri terroroffrunum í Manchester í kvøld. Áhoyrarnir vistu ikki at bretska rockstjørnan skuldi syngja

- ein spennandi ferð frá 50´unum og frameftir

Løgreglan hevur biðið fyriskipararnar av Rock am Ring festivalinum um at avbróta festivalin. Fleiri túsund gestir eru evakueraðir

Nú er alt komið undir land í samband við Seniorfestivalin, sum fer av bakkastokki leygardagin 3. juni kl. 15.00, tá Tórbjørn Jacobsen, borgastjóri setur festivalin

Í dag eru 50 ár síðan Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band kom á bretska marknaðin. Í USA kom hon út dagin eftir. Tað verður hátíðarhildið við einum nýggjum heimildarfilmi hjá Alan G. Parker, sum mikið hóskandi hevur heitið IT WAS FIFTY YEARS AGO TODAY!

Tað sum fáur hevði droymt um blívur nú veruleiki: Eftir “tøgn” í gott 20 ár trínur TÓNLIST av Strondum aftur á pall

Justin Bieber-fjeppar um allan heimin óttast nú fyri trygdini hjá sínum idoli. Justin Bieber hevur konsert í Hyde Park í London í juli

Í kvøld kl. 20.00 hevur Fuglafjarðar Sangkór sína árligu konsert í Fuglafjarðar kirkju

Superstjørnan Cher var heiðrað við ikon-virðisløn undir Billboard Awards í Las Vegas í nátt

Mikukvøldið 24. mai kl. 20:00 hevur Siloakórið konsert í Siloa í Fuglafirði. Hetta verður seinasta konsertin, áðrenn kórið fer í summarfrí

The Dubliners Legends spældu í stóra tjaldinum á Bátastevnuni í Vestmanna. Her eru fleiri myndir

Umframt teir tónleikarar/bólkar, ið áður eru almannakunngjørdar, so verður eitt nýtt navn nú avdúkað: nevniliga hin navnframi og fólkakæri M.C. Restorff

”Eitt super gott skeið, sum bæði gav mær orku og stríðsvilja". Kom við til hetta skeiðið, sum fær heili 11,5 í miðal. Tilmelding nú á www.synergi.fo