Ætlar tú tær á Voxbotn um vikuskiftið, og hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, mást tú djúpt niður í lumman. So djúpt, at tú kanst gerast partur av ólógligum keypi og sølu
Kendur føroyskur framleiðari ger sang saman við Aqua-stjørnuni René Dif til Poul Nyrup og headspace Ung, sum hava tørv á onkrum at tosa við, fáa teirra heilt egna sang við nýggja staklagnum, ”Vinterbarn”, hjá Aqua-stjørnuni René Dif
Nobelvinnarin í bókmentum, Bob Dylan, hevur latið inn eina upptøku av Nobelfyrilestrinum, og fær sostatt útgoldið 8 milliónir svenskar krónur. Hoyr fyrilesturin her
Nú er alt komið undir land í samband við Seniorfestivalin, sum fer av bakkastokki leygardagin 3. juni kl. 15.00, tá Tórbjørn Jacobsen, borgastjóri setur festivalin
Í dag eru 50 ár síðan Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band kom á bretska marknaðin. Í USA kom hon út dagin eftir. Tað verður hátíðarhildið við einum nýggjum heimildarfilmi hjá Alan G. Parker, sum mikið hóskandi hevur heitið IT WAS FIFTY YEARS AGO TODAY!
Umframt teir tónleikarar/bólkar, ið áður eru almannakunngjørdar, so verður eitt nýtt navn nú avdúkað: nevniliga hin navnframi og fólkakæri M.C. Restorff
Tórshavnar Kamarkór, undir leiðslu av Bernharði Wilkinsyni, hevur konsertir í Fuglafjarðar Kirkju leygarkvøldið 20. mai 2017 kl. 19 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 21. mai 2017 kl. 16
- Ert tú ungur tónleikari ella sangari millum 15 og 25 ár? Kundi tú hugsað tær at staðið á ein av kendastu og størstu pallunum í London og spælt ella sungið framman fyri 1500 áskoðarum?
Ein vælskikkað dómsnevnd er aftur í ár vald at døma í Sement, ið verður í Reinsarínum leygarkvøldið 20. mai. Kristian Blak, Guðrið Hansdóttir og Theodor Kapnas umboða hvør sína heilt ymisku grein innan tónleikin
Føroyskur tónleikur, hugni og undirhald verður aftur í hásæti á Oyrarbakka leygardagin tann 8. Juli, tá ið skipað verður fyri stóra uttandura tiltakinum “við Brúnna” á fjórða sinni
Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta festivalinum – Seniorfestivalinum. Hetta verður, tá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri setur festivalin, leygardagin 3. juni frá kl. 15.00. 12 vælumtóktir tónleikabólkar luttaka
Eisini fólkið atkvøddi fyri portugisiska Salvador, hóast hann hvørki sang á enskum ella dyrkaði lægstu felagsnevnarar í einum og øllum, eins og hini. Bara ein sangur, bara ein fado
Portugal vann ársins finalu í Eurovision Song Contest. Salvador Sobral hevði verið sjúkur og seingjaliggjandi heima í Portugal og kom seint til Kiev. So vann hann alla finaluna
Sambært eini kanning stúra helvtin av bretum fyri, at Europa fer at revsa teir í kvøld fyri at fara úr ES. Men bretski luttakarin Lucia Jones óttast tó ikki
20. mai verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni, Sement er ein tónleikakapping sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur
Undir Kórfestivali 2017 í Norðurlandahúsinum leygardagin vóru tað serliga tey ungu kórini, ið gjørdu seg galdandi, og tað er at frøðast um, heldur Kórsamband Føroya
Gøtu kirkju ungdómskór luttók á kórfestivali í Norðurlandahúsinum um vikuskifti og vann eina virðisløn – eitt herðaklapp – ið varð latin til eitt kór, ið hugók dómararnar á serligan hátt
Tað er ikki sæð áður í nýggjari tíð, at ein luttakari til Melodi Grand Prix sangkappingina ikki hevur møtt upp til royndarframførslu. Portugisiski Salvador Sobral kemur ikki til Ukraina fyrr enn tveir dagar áðrenn semifinaluna, verður sagt
Tað verða nakrir av teimum heilt stóru innan nýggjan elektroniskan popp, sum fara at pumpa lív í fjøldina á Tórsfest 2017. John Martin, sum vit kenna frá Swedish House Mafia og Michel Zitron verða við á Tórsfest 2017
Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 22. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fjórðu ferð skipar fyri Tórsfest
Yggdrasil er í kapping við 12 aðrar tónleikarar um at vinna Nordisk Råds musikkprís. Vinnarin verður avdúkaður tann 1. november í Finlandiahuset í Helsingfors