Fyrrverandi Beatles-limurin er farin undir samstarv við Skype um at komponera tónleik og ljóð til emoji, sum videosamtalutænastan lanserar í sambandi við Valentines Day
Allan februar mánaða ferðast Niels Midjord og Eilin Hansen kring landið og framføra tilfar burtur úr nýggju útgávu teirra: ”Faðir vár sálmarøðin hjá Mikkjali á Ryggi sungin til føroysk fólkaløg”
Tað eru meira enn 45 ár síðani, at tann legendariski tónleikarin Jimi Hendrix var funnin deyður í íbúð síni í London. Nú kunnu allir Hendrix-fjeppar síggja íbúðina
Pápin mátti bara filma lítlu Claire, tá ið hon fór at syngja av hjartans lyst. Nú ferðast sangur hennara runt á alnetinum og hava yvir 5 milliónir hoyrt lítlu gentuna
Í februar fagnar Norðurlandahúsið íslendskari list og mentan - og javnrættindum. 10 menn og 11 kvinnur mynda listafólkahópin, sum kemur til Land í Eygsjón
Fyriskipararnir av Voxbotn kunnu í dag avdúka, at føroyski bólkurin Danny & The Veetos verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Voxbotn 2016, sum verður leygardagin 25. juni
Nú er stundin komin til ársins vetrarjazz viku í høvuðsstaðnum. Hetta er áttanda árið á rað, at vetrarjazz er á skránni í Tórshavn, seinastu viku í januar, myrkastu tíð á árinum
Amerikanski sangarin Dwight Yoakam, sigur, at tá hann møtti David Bowie í 1997, fortaldi hann, at 20 ár innan hevði Elvis spurt, um Bowie kundi verða produsari á næstu plátunum
Øll fýra ABBA fólkini møttu upp í smbandi við at Benny Ulvaeus hevur latið upp eina musikkmatstovu í Stokkhólmi, undir heitinum “Mamma Mia, The Party!”
Hann hevur hildið jólaferiu - nokk eisini tiltrongt, men longu nú, so hevur toymið handan klovnina BUBU rørt uppá seg, og leggur nú nýtt videolag á youtube rásina
Sum lítlar gentur máttu systrarnar Azilda og Anilde flýggja úr heimlandinum Angola, men tær tóku tónleikin við sær. Og undurfagra tónleikin deildu tær við okkum sum hoyrdi og sóu X Factor í kvøld
Man tað fara at blíva Steintór Rasmussen, sum umframt hópin av sangum, eisini skrivaði egna ævisøgu í ár? Ella heimskendi sangarin Teitur, sum eisini hevur upphav í Klaksvík?
Søgan um tónleikabólkin Faroe Boys er áhugaverd, men lítið hava vit hoyrt um upprunan til tónleikabólkin, sum var stovnaður í 1961. Nú greiður Vagnur Michelsen frá søguni í samrøðu við stovnaran Milson Zachariassen
«Blackstar» hjá Bowie kann geva rocklegenduni nakað sum hann ongantíð upplivdi, meðan hann var á lívi: Eitt nummar 1 album á heimsins størsta marknaði - tí amerikanska
- Hansara seinasta album var ein skilnaðarkvøða, sigur útgevarin av Blackstar, Tony Visconti, sum arbeiddi saman við David Bowie. "Look up here, I'm in Heaven!" byrjar sangurin Lazarus
Hvørt ár síðani 2003 hevur BBC presenterað ein lista yvir nøvn sum kunnu roknast at fáa sítt stóra gjøgnumbrot í nýggja árinum, og nú er listin fyri 2016 klárur
Eftir at hava ligið úti á tænastum sum Apple Music, Deezer, Rhapsody, Spotify og Tidal síðani jólaaftan, hava milliónir brúkt jólini til at hoyra The Beatles
Forsetin á Sri Lanka, Maithripala Sirisena, er gruggutur eftir eina konsert við Enrique Iglesias undan jólum og heldur at fyrireikarnir skuldu «fingið koyrilin við eitrandi stingskøtuhalum»
Aftur í ár skipaði Løkshøll fyri konsertini Jól við Løkin. Konsertin var fyrstu ferð í fjør, eftir at tað í fleiri ár hevur verið tosað um at skipa fyri tílíkari konsert á Skálafjørðinum