Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Dortmund-leikarin Henrikh Mkhitaryan (í gulum), her saman við Franck Ribery, hevur gjørt sáttmála við Manchester United

Undir hesum EM eru tað serliga tvey lond sum hava gjørt vart við seg, og sum eingin hevði roknað við fóru at gera tað - fyrst og fremst Ísland og so Wales

Vit hava loyvi at ynskja tað, men tann perfekta EM-finalan hevði verið millum Ísland og Wales - eingin ivi

Wales hevur lagt seg á odda við einum framúr góðum máli - eini sannari Cruyff-skoring. Wales hevur 3 mál nú, Belgia 1 mál

Tað er eingin ivi ella gitingar meira. Zlatan Ibrahimovic (34) er púra klárur til Manchester United - «it's Zlatan time»

Svenskur miðil sigur seg vita at Zlatan yvirtekur troyggju nummar tíggju sum Rooney annars hevur havt í Manchester United

NRK hevur 16 grundir til at Zlatan er heimsins kulasti fótbóltsleikari, og ein av teimum er, tá ið Zlatan tveitti bóltin beint í andlitið á føroyska landsliðsmálverjanum

Paul Pogba hevur ikki imponerað undir EM, men er kortini ein leikari sum stóru feløgini vilja hava

Undir longdu leiktíðini í kvartfinaluni millum Pólland og Portugal rann ein ákskoðari inn á vøllin og hevði beina kós móti Cristiano Ronaldo

Við Cristiano Ronaldo á odda skoraði Portugal øll síni fimm brotsspark, meðan tjóðarhetjan Jakub «Kuba» Błaszczykowski bummaði í fjórða brotssparkinum hjá Póllandi

Zlatan Ibrahimovic váttar á síni Twitter-konto at hann er vorðin United-leikari

Tað íslendska landsliðið er stak væl nøgt við at vera ’underdog’. Men tað merkir ikki, liðið ikki kundi hugsað sær gullið

Sambært BBC verður Zlatan klárur hjá Manchester United seinast í hesi vikuni

Steve McClaren, fyrrverandi venjari hjá Onglandi, kommenteraði EM-dystin móti Íslandi hjá Sky. Tá ið Ísland fekk seinna málið, reageraði hann soleiðis at videoin er farin viralt

Persónlýsing av amerikanska, professionella tennisleikaranum, Serenu Williams, sum er heimsins besti kvinnuligi tennisleikari, umframt at hon er designari og handilskvinna

Hvør av teimum íslendsku landsliðshetjunum kann seta umleið eina hálva millión føroyskar krónur inn á sína konto fyri sigurin á Onglandi

EM-dysturin millum Ongland og Ísland er tann mest sæddi dysturin í EM higartil. Og tann mest sæddi fótbóltsdysturin í 2016 higartil í ár, skrivar NRK

Familjurnar hjá íslendsku risunum vóru við, tá ið landsliðið tveitti Ongland út úr EM. Sí stóru gleðina og vulkanska rúsin

Íslendska landsliðið hevur eisini undir EM víst, at sjálvt um tjóðin er lítil, tá ið talan er um fólkatal, so kunnu ellivu kempur á vølli avrika undur

Alnetið gløðir eftir at Ongland varð gippað út úr EM av íslendingum. Her eru nøkur tweets

Eftir pínliga EM-exitin er Roy Hodgson liðugur sum venjari hjá enska fótbóltslandsliðnum

Enskir journalistar og fótbóltsserfrøðingar kappast um at slakta Ongland eftir pínliga tapið móti Íslandi

Størsta sensasjónin síðan Føroyar vunnu á Eysturríki hendi fyri minuttum síðani, tá ið Ísland sendi Ongland til hús

Hálvleikastøðan er 2-1 til Ísland eftir ein sterkan fyrra hálvleik hjá íslendingum móti Onglandi. Ísland hevur leikt sín besta fyrra hálvleik higartil í EM

Italia gjørdi akkurát sum tað vildi móti europameistarunum Spania, og vann sín fyrsta dyst móti «La Roja» síðani HM í 1994

- Frank Lampard sendi mær eitt sms, har hann flenti at, at vit skulu møta Onglandi. Hví, hann flenti at tí, veit eg ikki, sigur Guðjohnsen

Argentina tapti sína triðju finalu í trý ár, tá ið finalan í nátt var spæld móti Kili í Copa America Centinental. Lionel Messi sveik í brotssparkskappingini og Argentina tapti 4-2

Eden Hazard gjørdi alt rætt móti Ungarn: Mál, assist og fantastiskt spæl í 90 minuttir. Her feirar hann sína 3-0-skoring

Joachim Löw er aftur komin í fokus fyri sítt pilkarí á týska beinkinum, og hevur funnið ein nýggjan favorittlukt

Antoine Griezmann skoraði sítt triðja mál í EM-kappingini og bæði málini í dystinum móti Írlandi, sum endaði 2-1 til Fraklands

Kroatia hevði fleiri upplagdar málmøguleikar, men eydnan var ikki við kroatum í kvøld

Pólland sendi Sveis til hús í brotssparkskapping, eftir at støðan var 1-1 tá vanliga leiktíðin var úti. Saksasparkið hjá Xherdan Shaqiri var í heimsklassa og besta mál í EM-kappingini higartil

Brexit hjá Stórabretlandi kann fáa risastórar avleiðïngar fyri feløgini í Premier League. Tað verður nevniliga dýrari fyri feløgini at fáa leikarar úr øðrum londum

Ongland skal leika móti Íslandi í EM-kappingini mánadagin, men venjarin Lars Lagerbäck heldur ikki, at Brexit hjá bretum fær nakra ávirkan á dystin

Ari Skúlason feiraði sigurin við dóttrini - sum nátúrliganokk sá smáskeptisk út

- Eg haldi vit broyta tjóðardagin. So týðandi var hetta, segði íslendski hjálparvenjarin Heimir Hallgrimsson á tíðindafundinum eftir dystin móti Eysturríki

Tað eru fleiri passioneraðir frásøgumenn, men teir eru lítlir afturímóti hesum, sum var frásøgumaður undir dystinum hjá Íslandi móti Eysturríki. Hoyr hann her

Tað byrjaði fyri 15 árum síðani ímóti Føroyum, og í kvøld endaði landsliðsævintýrið hjá Zlatan. Svøríki tapti móti Belgia og reyk út úr EM-kappingini

Ísland hevur lagt seg á odda í dystinum móti Eysturríki. Jón Daði Böðvarsson hevur skorað fyri Ísland. Eysturríkarar hava júst brent eitt brotsspark. Alessandro Schoepf hevur skorað fyri Eysturríki

Ein sjónvarps-reportari frá portugisisku sjónvarpsrásini CMTV ætlaði at seta Ronaldo nakrar spurningar tá ið Portugal var úti og gekk túr fyrr í dag. Sí hvat hendi

Sambært einum svenskum dómara, so er ein prumpur at rokna sum ósportsligur atburður - og kann geva reytt kort

Tann super-fit, 80 ára gamla omman úr Baltimore, USA, fylgir einum strongum programmi við renning, vektlyfting og sunnum kosti og sigur seg fáa fullan stuðul frá 52 ára gamla manninum, Collin - sum gevur henni sunna matin

Ein bólkur av kroatiskum fjeppum hóttir við at sabotera dystin móti Spania, sum gjørt var undir dystinum móti Tjekkia

Gareth Bale kann gerast toppskorari undir EM. Í kvøld leiddi hann Wales til ein knúsandi 3-0-sigur á Russlandi og bólkasigur frammanfyri Onglandi

Fyrri hálvleikur hjá Onglandi var væleiktur, við kvikum og áloypandi spæli, men so vóru útskiftingar gjørdar í seinna hálvleiki, og tað góða spælið sovnaði

Sambært enskum miðlum, so hevur Hodgson gjørt seks broytingar á liðnum hjá Onglandi í kvøld móti Slovakia

Málleysi dysturin millum Frakland og Sveis fer helst at verða kendur fyri mangt annað enn sjálvt bóltspælið, tí fleiri av troyggjunum hjá sveisisku leikarunum vóru skræddar av

Portugal hevði eitt hav av møguleikum at fáa mál í dystinum móti Eysturríki, men kortini so megnaðu portugisar ikki at fáa bóltin í netið. Og Ronaldo brendi eitt brotsspark

Tað er eingin ivi um at íslendingar fylgja væl við landsliðnum undir EM. Bøði ferðslan og vatnbrúk minkaðu munandi undir dystinum móti Portugal, men sjónvarpstølini ruku upp í loft

Gylfi Sigurðsson var ísakaldur tá ið hann setti bóltin í netið til 1-0 til Ísland í fyrra hálvleiki, men í 87. minutti gjøredi Birkir Már Sævarsson sjálvmál, sum gjørdist endaliga støðan í dystinum millum Ísland og Ungarn