Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton

Í dag leikar Ongland sín størsta dyst síðani 1990, og er hann móti Kroatia kl 19. Men tað er ikki lukkuligt um enska landsliðið tapur

Fleiri tíggjutúsund savnaðust við Champs-Elysées í kvøld at fegnast um sigurin hjá Fraklandi á Belgia í HM-kappingini. Frakland vann dystin 1-0

Umtiti skallaði bóltin í netið fyri Frakland, og tað var eisini einasta málið í dystinum móti Belgia

Eftir at hava leikt níggju ár í Real Madrid er Cristiano Ronaldo (33) seldur til Juventus fyri nakað undir eina milliard krónur. Ronaldo skoraði 451 mál hesi árini í Real Madrid

Fyrrverandi landsliðsleikarin Luis Enrique verður nýggjur venjari hjá spanska landsliðnum

Sambært útlendskum miðlum, so hevur FIFA boðið teilendska dreingjaliðnum, sum sat fast í hellinum í Teilandi, til HM-finaluna í Russlandi

Fernando Hierro ynskir ikki at halda fram sum venjari hjá spanska landsliðnum. Tað váttar spanska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag

Rakitic skoraði seinasta brotsspark í brotssparks kappingini millum Kroatia og Russland, og skal Kroatia leika móti Onglandi mikudagin í semifinaluni

Ongland hevur ikki verið í semifinalu í 28 ár, men tann keðiliga gongdin er brotin við sigrinum á Svøríki í kvartfinaluni - 2-0

- Um Ongland vinnur, skal eg keypa tær døgurða líkamikið hvar í verðini. Men um Svøríki vinnur, keypur tú mær alt, eg vil hava frá Ikea. OK? skrivar svenska superstjørnan til ensku superstjørnuna

Videodómararnir vóru alt og nógv upptiknar av um bólturin var úti ella ikki, og tí sóu teir ikki, tá ið talan veruliga var um brotsspark, sigur kendur danskur toppdómari

Belgia vann dystin móti Brasil við úrslitinum 2-1. Belgia er í semifinalu og skal leika móti Fraklandi

Frakland vann ein tryggan 2-0 sigur á Uruguai, sum hevði lítið at bjóða uttan Cavani

Sambært útlendskum miðlum í kvøld, so hevur Juventus boðið 88 milliónir pund fyri Ronaldo og hevur leiðslan í Real Nadrid kallað inn til snarfundar

Kolumbiari roynur at gera alt hann kann, so Harry Kane skal ikki fáa mál, tá ið Ongland fekk brotsspark í gjár. Her sparkar hann hol niður í vøllin

Ongland hevur ongantíð fyrr vunnið eina brotssparks kapping í fótbólts-HM, men í fótbóltsdramanum móti Kolumbia í kvøld var hesin statistikkurin soraður

Ongland skal leika móti Svøríki í kvartfinaluni. Málverjin Jordan Pickford tók eitt brotsspark og Ongland vann 5-4 á Kolumbia

Sviar høvdu eitt hav av møguleikum at skora í fyrra hálvleiki, men skotini fóru fleiri metrar við síðuna av. Nú hevur Svøríki lagt seg á odda, og Svøríki er víðari til kvartfinaluna

Belgia vísti sína styrki í seinna hálvleiki við at vinna 3-2 móti Japan. Nú skal Belgia leika móti Brasil í kvartfinaluni

Teir tólv dreingirnir, eitt dreingjalið, sum hava verið saknaðir í einum helli í Teilandi, eru funnir, skriva útlendskir miðlar. Eisini venjarin

Fáa vit aftur eina sensasjón í dag, tá Brasil og Meksiko bresta saman - Neymar er í toppformi, sigur landsliðsvenjarin Tite

Í døgunum 12. til 15. juli verður DM fyri íslandsross á stóru breytinum í MesseCenter Herning. Hetta er kapping á altjóða støði, ið verður fyriskipað av Dansk Islandshesteforening

Tann egyptiska superstjørnan bindur seg til Liverpool og verður hartil best betalti leikarin nakrantíð

At ein sonur er errin av sínum pápa og í hesum føri eisini sínum landsliði, er helst einki at siga um. Hoyr sonin hjá Liverpool-bakkinum Lovren lesa nøvnini á Kroatiska liðnum upp

Í 57. sekundi skoraði Danmark fyrsta málið. Og Kroatia hevur longu javnað, 1-1. 30 minuttir lagdir afturat. Eriksen brendi fyrsta brotssparkið, og Schmeichel bjargar aftur

Vertslandið Russland er víðari í HM, meðan Spania er úti - endaliga úrslitið gjørdist 5-4 til Russland, eftir at Spania hevði brent tvey brotsspørk

Cavani hevur lagt Uruguai á odda við at stúta innlegg frá Suarez í netið, og stutt inn í seinna hálvleik, javnaði Pepe fyri Portugal, støðan er nú 2-1 til Uruguai, og Uruguai hevur vunnið dystin

Franska stjørnan Kylian Mbappé, 19 ár, hevur skorað fyri Frakland so støðan er nú 3-2 til Frakland, og Mbappé hevur aftur skorað til 4-2, og Sergio Agüero stútar bóltin í netið

Bæði Ongland og Belgia eru komin víðari til áttandapartsfinaluna, so slagið stendur um at gerast nummar 1 og 2 í bólkinum, og Belgia gjørdist nummar 1 við at vinna á Onglandi

Tað stóð á jøvnum millum Japan og Senegal, og so máttu kortini avgera, hvør kom víðari - Japan hevði 4 og Senegal 6, so saman við Kolumbia er Japan komið víðari fyri fyrstu ferð

Sambært BBC er talan um ein nýggjan tvey ára sáttmála, sum miðvallaleikarin ætlandi skjótt skrivar undur

Henda pólska kvinnan og stuðulin hjá pólska landsliðnum skilti at slagið var tapt móti Kolumbia sunnudagin

Vit fáa meira brasilskan fótbólt undir HM og meira Neymar, sum í kvøld vunnu ein tryggan 2-0 sigur á Serbia

Heimsmeistarin Týskland fær neyvan eina mjúka heimkomu sum týsku miðlarnir skriva

Svøríki er komið víðari í HM, og Suðurkorea hevur skrivað HM-søgu við at vinna 2-0 á Týsklandi og gippað Týskland út úr HM, sum var óhugsandi undan HM

Brasil kemur víðari við minst at leika javnt móti Serbia í dag, og Svøríki kvalifiserar seg um Svøríki fær eitt betri úrslit enn Týskland

Diego Maradona var koyrdur á sjúkrahús í Santa Pætursborg eftir at hann sá Argentina vinna á Nigeria. Á hesi video upptøkuni verður hann leiddur út

Manchester United leikarin, verjuleikarin Marcos Rojo, skoraði fyri Argentina, so støðan gjørdist 2-1 til Argentina móti Nigeria

Ísland tapti móti Kroatia, so Ísland kom ikki víðari, tóat at tað sá leingi ljóst út hjá Íslandi

Danmark og Frakland leiktu 0-0 og við javnleikinum eru bæði í áttandapartsfinaluni, sum er fyrstu ferð hjá Danmark í 16 ár

Sambært DBU eru umleið 4500 danskarar í Moskva til HM-dystin nú seinnapartin millum Danmark og Frakland, og danskir miðlar vita akkurát, hvussu Danmark kemur víðari

Zlatan Ibrahimovic er ikki smæðin í nýggjastu útgávuni av ESPN og vísur sína nýggjastu tatovering

Fyrst skoraði Khalid Boutaïb fyri Marokko og síðani setti Isco bóltin í netið fyri Spania, og fyri løtu síðani setti En-Nesyri bóltin í netið fyri Marokko

Sambært Daily Mirror so hevur Anthony Martial skjótt funnið eina leið út av Old Trafford, eftir at hava sitið stóran part av síðstu sesong á beinkinum

Málverjin hjá Egyptalandi, El-Hadary, er 45 ár og 161 dagar gamal, og í dystinum í dag móti Saudi Arabia HM-debuteraði hann við eini brotssparksbjarging

Bæði liðini hava ongan tjans at koma víðari, tí tey taptu báðar teir fyrru dystirnar

Kolumbia vann ein tryggan 3-0 sigur á Póllandi sum nú er á veg út úr HM-kappingini við fullari ferð

Kane hevur longu sett fleiri met í dystinum móti Panama - hann er fyrsti enski leikari nakrantíð at skora tvey mál í dysti undir HM, og eisini fyrsti at skora tvey mál í sama hálvleiki

Týskland vann 2-1 móti Svøríki, og var tað Toni Kroos sum skoraði í 4.42 minutti av teimum 5 minuttunum sum vóru lagdir afturat

Lukaku hevur skorað tvey av teimum trimum málunum hjá Belgia í dystinum móti Tunesia. Støðan í hálvleikinum er 3-1 til Belgia