Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum

Lið hjá SÍ vóru í 10 steypafinalum í flogbólti, og øll liðini vunnu sína finalu. Flogbóltsbygdin Sørvágur hevur alla grund at vera stolt

Í eini javnari finalu hjá gentum 19 vann SÍ 2-0 á Fleyr. Settini endaðu 25-21, 25-22

 

Enn einaferð vann SÍ eitt gullheiðursmerki í Høllini á Hálsi í Havn, tá dreingir 15 vunnu 2-0 á Fleyr. Settini endaðu 25-18, 26-24 og 15-10

 

Í einum sera spennandi og jøvnum 3-settara eydnaðist tað SÍ gentur 16 at vinna á Fleyr. Settini endaðu 25-14, 26-24 og 15-10

Eftir eitt sera spennandi 2. sett megnaði SÍ G 14 at vinna steypafinaluna á TB

Tað vóru føgur orð at hoyra frá formanninum í Flogbóltssambandinum, tá ið ið hann segði nøkur orð og heilsaði venjaranum hjá SÍ sum hevði sína finalu nummar 100 - og vann hana eisini

Tað gjørdist SÍ gentur 12 ár sum vunnu steypafinaluna móti Ternuni. Dysturin endaði 2-0

Aftur í dag er Høllin á Hálsi karmur um steypafinalur í flogbólti. Byrjað var klokkan 13,00, og hildið verður áfram til klokkan umleið 21,30. Fyrsti dyrurin er millum gentur 12 hjá SÍ og Ternuni

Tað hava ongantíð fyrr verið so nógv fólk úr Sørvágs kommunu í Høllini á Hálsi sum til steypafinalurnar í gjár. Í dag klokkan 14.15 verður Rajko við í finalu nummar 100

Tað gjørdist SÍ dreingir 12 ár sum vunnu seinasta gullheiðursmerkið í kvøld, tá teir vunnu 2-0 á Ternuni. Av fýra finaludystum í dag gjørdist hetta triði sigurin hjá SÍ

Fleiri myndir eru nú at síggja frá steypafinaluni hjá monnum í flogbólti tá b-liðið hjá SÍ skrivaði føroyska søgu

SÍb er fyrsta b-lið sum hevur vunnið eina steypafinalu í meistaradeildini í flogbólti, men formaðurin í Flogbóltssambandinum helt, at hetta var eitt sterkt b-lið

Her eru nakrar myndir frá spennandi steypafinaluni hjá monnum í flogbólti millum SÍ og ÍF

Tað er spennandi og javnt í Høllini á Hálsi í steypafinaluni millum SÍ og ÍF. Støðan í settum er nú 2-1 til ÍF

Í dag hava Atlantic Airways og Flogbóltssambandið undirskrivað sáttmála fyri 2018

Sørvingar eru møttir manssterkir í Høllini á Hálsi til steypafinaluna millum SÍ og ÍF. Í níggju av tíggju finalum eru lið úr SÍ. Fylg við spennandi finaluni her

Tað gjørdist SÍ dreingir 17 ár sum vunnu næstu steypafinaluna í einum sera tøttum dysti í móti Fleyr. Dysturin endaði 2-1

Tað er stórur dagur í flogbóltsbygdini Sørvágur í dag og frá klokkan 10 bjóðaði Sørvágs kommuna til morgunkaffi í Marghøllini. Her eru nakrar myndir

Tað gjørdist SÍ b gentur 14 ár sum vunnu fyrstu kappingina við at vinna 2-0 á Ternuni

Leygarkvøldið 24. februar kl. 19:30 hava Oasubrøður útgávukonsert í Marghøllini í Sørvági í sambandi við, at teir hava givið sína fyrstu fløgu út

SÍ hevur kvalifiserað seg í 9 av 10 steypafinalum hjá teim yngru í flogbólti, sum vera um vikuskiftið. Hjá øllum SÍ-liðunum eitur venjarin Rajko Petrovic

Sørvágs Kommuna bjóðar morgunmat í Marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 10 leygarmorgunin. Steypafinalan ​í flogbólti hjá monnum millum SÍ og ÍF byrjar leygardagin kl 13,30 í Høllini á Hálsi í Havn

Atlantic Airways og eftirlønarfelagið LÍV eru farin í gongd við nýggja hotellverkætlan í høvuðsstaðnum, sum skal vera við til at menna føroysku ferðavinnuna

07 Vestur styrkir enn meira um ungdómsarbeiðið, nú Svenn Olsen úr Gøtu tekur við sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum, og gerst annar ungdómsvenjarin í fulltíðarstarvi

- Hvørja ferð vit eru farnir á vøllin, hava fólk roknað við, at vit fóru at tapa, og tað broytist neyvan til finaluna, sigur Jørgen Niclasen, venjari og formaður í felagnum

- Á býráðsfundi 26. februar 2018 ætlar býráði at endaliga samtykkja annað av tveimun uppskotum um annahvørt at víðka um verandi kirkjugarð ella gera nýggjan kirkjugarð úti á Bakka

Tað er Vága Útvarp, sum fer at leggja podcast út á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu og Vága kommunu

- Eg haldi sum útgangstøði, at man fyrst og fremst skal hugsa um, at tey sum enn liva og virka í bygdini, skulu hava allarbestu kor

Óli Jacobsen heldur fyrilestur við myndum í Kedron mikukvøldið 14. februar kl. 20.00 um Dollan, sum broytti heimssøguna og setti Føroyar á heimskortið

- Eitt tað vakrasta útsýni av einum fjallatoppi er á Árnafjalli omanfyri Gásadal, sum er hægsta fjall í Vágum og mátar 722 metrar, skrivar Pól Sundskarð á hiking.fo

Atlantic Airways og amerikanska felagið, Air Lease, hava í dag undirskrivað sáttmála um, at Atlantic Airways langtíðarleigar eitt nýbygt Airbus A320neo flogfar

Vinnarar á lutaseðli hjá Lions Club Vágar drigið á Giljanesi 11. februar 2018

- Nú landsstýrismaðurin ætlar at leggja undirsjóvartunlar og tey “stóru” strandfaraskipini í eina gjaldskipan

Um vikuskiftið skipaði bogaskjótifelagið Vágaskot fyri kappingum í Miðvági

SAS-flogfarið sum skuldi seta seg klokkan 11.30, bíðar nú eftir at líkindini gerast betri

Fleiri myndir eru frá flogbóltskappingini í Klaksvík í dag

Royndu leikararnir á SÍ b gjørdust ov drúgvir fyri unga Sí a liðið. SÍ b vann eisini 3. og avgerandi settið við settmuninum 25-22

Næsta settið gjørdist eisini ein sigur til SÍ b – settið endaði 25-18. Fyrsta settið endaði 25-21

 

Liðini byrjaðu sera javnt, men so fekk SÍ b sett nakrar effektivar blokkar á unga a-liðið, og eitt glopp gjørdist millum liðini

Dráttur hevur leikt seg í steypafinaluna í flogbólti. Bragdið varð staðfest, tá tær vunnu 4. Settið á Mjølni 25-16, og harvið dystin 3-1. Samanumtikið ein uppiborðin sigur

 

Mjølnir megnaði ikki at gera nakað við Drátt í øðrum setti. Dráttur vann greitt 25-17. Fyrsta settið endaðir 25-21

 

Dráttur vann fyrsta settið 25-21 á Mjølni, eftir at Mjølnir kom best frá byrjan og førdi 6-1

Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn so var økingin í ferðafólkatalinum í januar 2018 heili 10,3 prosent

Á árliga Giljanestiltakinum 11. februar, fer Liona at savna inn brúktar brillur til sjónveik í Afrika

Tað sigur formaðurin í kommunulæknafelagnum, sum hevur sagt sáttmálan við Heilsutrygd og Heilsumálaráðið upp fyri at fáa gongd á samráðingarnar

Mikukvøldið 7. februar skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í skúlanum á Giljanesi

- Tunlarnir báðir verða minni enn ein kilometur longri enn ein beinleiðis, og Miðvágur og Sandavágur blíva ikki ein blindtarmur

3. februar 2013 kom aftur gongd á skótavirksemi í Vágum. Henda dag var Skótalið Einar Petersens sett á stovn í Sørvági, og vóru tað Tordis Nielsen og Borgarhjørt Larsen, ið tóku stig til tað

Seinnapartin í dag, millum klokkan 17.30 og 20, var móttøka í Ungdómshúsinum í Sørvági, sum nú er tikið í nýtslu

Í februar er tað sandavágsmaðurin Tony av Sondum, ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági