Fyri løtu síðani setti so gott sum fullsett flogfar seg á altjóða flogvøllinum í Sørvági við gestum sum koma hendavegin at halda páskir. Og føroyingar fara so við flogfarinum aftur, at halda páskafrí í Riga
Søvn Landsins halda ikki, at Norðlýsið og Dragin eru verd at varðveita longur, og tí hava tey mist allan stuðul til viðlíkahald og rakstur. Men hinvegin heldur Søvn Landsins at eitt gamalt barakkgólv frá krígnum ikki skal rørast á flogvøllinum
- Ongin ivi skal vera um, at hjá Atlantic Airways seta vit altíð trygdina fremst, og tað er júst tí vit hava valt at fáa okkum RNP AR 0.1 tøknina. Hendan tøknin er tað, ið ger munin ein dag sum hósdagin
Fyrstu ferð í søguni hjá Vága Floghavn hava trý A320 flogfør verið á flogvøllinum samtíðis. Á forplássinum vóru eitt A320 og eitt A319 hjá Atlantsflog, tvey A320 hjá SAS og eitt minni privatflogfar
Fyrstu tríggjar mánarnir í ár er ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn minkað við 9,9%. Higartil eru 50,586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 5552 ferðafólk færri enn saman tíðarskeið í 2016
Fyri stuttari tíð síðan fekk Vága Floghavn ein talgildan boardingkort-skannara og í hesi vikuni kemur ein skannari til handviðførið afturat, soleiðis at trygdareftirlitið verður skjótari enn í dag
Hjá Sannu handilin sum í mong ár hevur verið í Sørvági letur nú aftur og skal lata upp í Miðvági ístaðin fyri. Hjá Sannu flytur nú inn í handilin Hjá Jákup og letur upp seinni í hesum mánaðinum
Beint nú arbeiðir Atlantic Airways við at fáa IATA Operational Safety Audit (IOSA) góðkenning, sum helst verður klár í september. Hetta gevur flogfelagnum møguleika at bjóða flogførini út til wet lease - tað vil siga at bæði flogfar og manning verða leigað út
Nevndin hevur gjørt av at lata Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen Listaflog-stuðulin fyri 2017. Øll upphæddin á 100.000 krónur verður latin hesum báðum listafólkunum
Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, verður høvuðsstuðul hjá øllum teimum føroysku íðkarunum, sum luttaka á Oyggjaleikunum 2017, sum í summar verða í Gotlandi
Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á Føroyaleiðini ímillum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006
- Fyri Vága Floghavn er ongin ivi um, at føroyski marknaðurin væl tolir, at kapping er á marknaðinum, eins og kapping er á øðrum føroyskum marknaðum, segði stjórin á Vága Floghavn á SAS-fundi fyrrapartin
- Hetta er ein sterk og dygdargóð skipan til fyrimuns fyri okkara trúgvu viðskiftafólk. Vit fegnast um, at tað er eydnast at menna okkara egnu, talgildu bonusskipan uppá lutfalsliga stutta tíð, sum eisini er lagað til okkara tørv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2016 gjørdist eitt avlop á 0,4 mió. kr., sum er 0,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,3 mió. kr. Umsetningurin var 15,1 mió. kr. í 2016 og 13,4 mió. kr. í 2015
Tøl hjá tunnilsfelagnum vísa, at hóast samlaði byggikostnaðurin fyri Vágatunnilin var 280 mió. kr. hevur tunnilsfelagið pr. 31/12-2016 kravt inn 310,7 mió. kr. í bummgjaldi
Pensjónistar í Vágum fara í dag at "Syngja og Dansa við" í Marghøll í Sørvági. Nógv og forkunnugt til gaman og álvara verður á skránni, siga fyrireikararnir
Á Giljanesi vann Dráttur 3-0 á ÍF í gjár. Settúrslit: 25-17, 25-8 og 25-11. Samstundis tryggjaði Dráttur sær annað plássið í FM-finaluni, ið verður spæld í tveimum umførum á páskum
Komandi týsdag 21. mars kl. 1900 verður forkunnug konsert í Sørvágs skúla. Konsertin er í samband við at klaversnillingurin og føroyavinurin Martin Pollard í løtuni vitjar í Føroyum
- Bummgjald má vera til tess at halda tunlarnar í góðum og tryggum standi, og ein undirsjóvartunnil kann sjálvandi ikki sammetast við tunlarnar upp á landi
- Vit hoyra aftur og aftur, at viðlíkahald og rakstur av undirsjóvartunlum, er so ógvuliga nógv dýrari enn av vanligu tunlunum - tí noyðast vit av hava bummgjald
- Arbeitt verður við at gera ein felagsskap fyri pápar. Felagsskapurin fer at seta ljós á rættindi hjá børnum til pápa sín. Møguliga verður seinni settur á stovn ein stuðulsbólkur fyri bæði kynini
- Mittasti ljóssteyrin við fótbóltsvøllin í Sørvági helt ikki til nógva vindin, sum hevur verið. Hann datt útí Stórá og tók nøkur av áskoðaraplássunum við sær í fallinum