Tyrludeildin hjá Atlantsflog hevur hesa vikuna havt vitjan av einum útlendskum instruktøri, sum undirvísur bjargarunum og flogskiparunum hjá bjargingartyrluni í tí nýggjasta sum er komið fram innan bjarging av fólki
Í gamla býlinginum á Sondum í Sandavági verður farið húsagongd, har menn og kvinnur ganga hús úr húsi og húsfólkið bjóðar vælkomin innar í stovu at lurta eftir tónleiki, við onkrúm góðum afturvið
Í sambandi við at tað eru 40 ár síðani Suni Joensen, tannlækni í Sandavági, byrjaði sítt virksemi í Sandavági, hevur Rósa Samuelsen, borgarstjóri, verið og heilsa uppá
- Eg veit ikki, hvussu standurin er hjá næsta mínum, tá tað kemur til at hita húsini upp við olju, men her hjá okkum hevur ein ella fleiri persónar verið inni í kjallaranum og næstan tømt oljitangan hjá okkum
Higartil í ár hava 73.900 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 9 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Av tí at páskirnar lógu tíðliga í ár, vóru 2 prosent færri við rutuflogførum okkara í apríl
Hósdagin í síðstu viku var móttøka í Hangarinum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum í sambandi við, at Uni Svabo Joensen, Bjarti Jøkladal og Einar Vesturklett sum teir fyrstu í Norðurlondum hava lokið útbúgving sum A-flogmekanikarar
1. flokkur hevur súkklað minni strekkir rundan um frítíðarheimið og út á Bakka í Miðvági, meðan 2. flokkur hevur havt størri avbjóðingar, so sum at súkkla millum Miðvág og Sandavág
- Teir ringdu upp til Preben Hansen og spurdu, um bygningurin veruliga var yvir 70 ára gamal, tí betongið var á hædd við nýtt betong, greiddi Karl Jóhan Nielsen frá á aðalfundi í kvøld
Krígssavnið hevur havt aðalfund á Krígssavninum í Miðvági í kvøld, og greitt er, at Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður. Hann og Poul Arni Jacobsen vóru upp á val hesaferð, og tóku teir báðir við afturvali
Sjóvinnustýrið er fyribilsflutt út á ídnaðarøkið við Flogvøllin, tí bygningurin í Miðvági skal umvælast. Bygningurin lak og so er staðfestur soppur í honum eisini, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum
Landssjúkrahúsið hevur í dag skrivað undir avtalu við Rósu Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, um høli til Økispsykiatriina í Heilsumiðstøðini í Miðvági
Kollfirðingar, miðvingar, kvívíkingar, eiðisfólk og fleiri onnur kunnu fegnast, tí nú hava tey eisini atgongd til 4G LTE og nýggja fartelefonnetið hjá Føroya Tele
Eitt Widerø-flogfar, sum skuldi fara klokkan 13.30 seinnapartin í dag, stendur enn á flogvøllinum í Sørvági. Flogfarið hevði tekniskar trupulleikar við eina motorinum
Hesi flogførini millumlendu í Føroyum ávegis til Kanada. Flogførini eru nýggj og gjørd í Eysturríki og løgdu leiðina til Íslands í gjár. Í dag koma nøkur flogfør afturat
Tað er ikki smávegis rós sum Atli Gregersen og Luna fáa frá dagliga leiðaranum í Salmon Group í Noregi. Nils Inge Hitland sigur, at Atli Gregersen er ein undangongumaður og alifyritøkan Luna ein fyrimynd
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2015 gjørdist eitt avlop á 0,3 mió. kr., sum er 3,4 mió. kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 3,7 mió. kr. Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár
- Eftir fundin fyrrapartin við løgmann, kunnu vit staðfesta, at eingin broyting verður í tunnilsgjaldinum fram til føðingardagin í desember 2016, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Frá januar til og við mars hava 56.821 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5% í mun til somu tíð í 2015
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar ikki at taka av bummgjaldið í Vágatunlinum. Í kvøld verður skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum á Giljanesi, har millum annað spurningurin um tunnilsgjaldið verður á skránni
Skal bummgjaldið takast av nú, ella skulu tær 160 mió kr, sum landið upprunaliga setti í felagið, eisini gjaldast fyrst? Tað var spurningurin í kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld
Seks SÍ-leikarar eru úttiknir til unglingalandsliðini, sum skula royna seg í European Championsship í flogbólti. Kappingin hjá kvinnum verður í Edinborg, og kappingin hjá monnum verður á Kýpros, í tíðarskeiðinum 1. - 3. apríl 2016
Annan páskadag, í dag tann 28. mars 2016, kl.15.00, verður ein bringumynd í bronsu av Sandavágsmanninum og skaldinum Jens Paula Heinesen, avdúkað á miðstaðarøkinum í Sandavági