Í sambandi við at Vága Kommuna ger eitt øki byggibúgvið til sethúsabygging í Vatnsoyrum, hevur kommunan kunnandi fund á Zarepta í kvøld klokkan klokkan 19
Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir, og higartil í ár er vøksturin 12 prosent sammett við sama tíðarskeið í fjør. Stundvísið við fráferðir batnar eisini áhaldandi
VP hevur verið á gátt hjá Theodor Thomasen í Sørvági, nú hann fyllir 107 ár í dag. Theodor, sum er elsti føroyingur, hevur familju ið telur 142 tilsamans - børn við maka, abba-, langabba- og oldurabbabørn
- Hóast atgongd til sild og makrel og svartkjaft í føroyskum og altjóða sjógvi hevur felagið hjá Atlantsfarinum, Northwest Pelagic, vaksandi skuld og mistan eginpening, segði Útvarpið í tíðindunum klokkan 18
Aftur í dag er russiska flogfelagið Nordavia á flogvøllinum í Sørvági. Nordavia, sum stóra russiska flogfelagið AEROFLOT eigur 51% av, fæst mest við rutuflúgving
- Serliga vesturi í Vágum gongur tú í søguni. Her er Krígssavnið, her eru krígsminni, ið standa enn. Her er alt, sum fevnir um Føroya søgu eftir miðøld. Tú gongur bókstavliga í søguni vesturi í Vágum
Í vikuskiftinum skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Høvuðstalari er Johnn Hardang úr Noregi og væntandi luttaka fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum
Í Noregi hava vit sæð sera vakrar myndir av norðlýsinum í seinastuni, og tað var eisini at síggja á luftini í gjárkvøldið her hjá okkum, men tó í nakað væl minni mun
Í kvøld vóru kvinnurnar í Vágum aftur í eldinum, hesaferð var SÍ á útivølli ímóti grannunum Drátti. Lagt var upp til ein spennandi dyst, men so var ikki
- Sustainability, burðardygd, er ikki bara eitt orð vit brúka, tað er nakað vit meina. Vit skulu ikki gera nakað sum oyðileggur fyri komandi ættarlið, men vit skulu virka í samljóði við náttúruna
Málið er meldað til løgregluna í morgun, tí hetta er nakað sum er hent áður, og aftur í morgun, eftir at sandurin var skiftur í sandkassanum. Talan er um vøggustovu í Sandavági
Hans Erik Jakobsen frá Atlantsflog sigur við Norðlýsið, at fyrra tyrlan av AW 139-slagnum kemur til Føroya fyrst í desember mánað og seinna væntandi í februar
Í vikuskiftinum vera tvey eyka útgávukvøld við Svein í Prestgarði. Leygarkvøldið 3 okt. kl 20 í Marghøllini í Sørvági, og sunnukvøldið 4. okt. kl 19.30 í Siloa í Fuglafirði
Vága Floghavn skrivaði søgu seinnapartin í dag, tá ið vinnuráðharrin Poul Michelsen, var á vitjan hjá svigersoninum Jákupi Sverra Kass, sum er stjóri í Vága Floghavn
Tølini hjá Vága Floghavn vísa, at framgongdin fram til 1. oktober hevur verið 9,8%. Frá januar til og við september í 2015 ferðaðust 219,918 ferðafólk um flogvøllin í Sørvági
Nýggi vinnumálaráðharrin, Poul Michelsen, er á ferð í Vágum í dag. Poul Michelsen skal millum annað vitja Atlantic Airways, Vága Floghavn, Skipaeftirlitið og alifyritøkuna Luna
– Sarita fekk longu sum nýføðingur í 1988 serliga uppliving í kappróðri, tí hetta árið vann Miðvingur FM-heitið. Mamman Haldis og Sarita komu av Landssjúkrahúsinum vestur í Vágar saman við manningini á Miðvingi
Í góð 80 ár búleikaðust fólk á Víkum, sum er ein ógviliga fjarskotin og avbyrgd bygd í Vágum. Tá tey vóru flest, búðu 16 fólk har. Fyri umleið hundrað árum síðani fluttu tey seinastu burtur og bygdin varð avtoftað
Í dag var stór løta í Sørvági í sambandi við, at sørvingar hava fingið ikki minni enn trý bind um Sørvágs kommunu. Øll, sum umboða eitt húski í Sørvágs kommunu og í Vatnsoyrum, fingu útflýggjað eitt eintak av bókarøðini
Í dag eru 45 ár liðin síðani flogvanlukkuna á Knúki í Mykinesi. Dagurin var ein leygardagur, og dagurin í dag er eisini ein leygardagur. Vanlukkan hendi leygarmorgunin 26. septembur 1970
Halldis Joensen, leiðari, hevði eina framløgu av, hvussu hon uppfataði tað at vera leiðari og hvørjar tankar hon gjørdi sær í samband við nýggja arbeiðsplássið
Búnaðargrunnurin og ALS gjørdu í 2012 avtalu um, at ALS leigaði vakstrarhúsið í Sandavági, sum síðani hevur framleitt blómur og grønmeti, men nú verður hetta tilboð helst av ongum í framtíðini