Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

SÍ gjørdist liðið, sum vann finaluna hjá mansunglingunum á Fleyr. Dysturin endaði 3-1 og settúrslitini vóru 25-18, 23-25, 25-15 og 25-21

Í eini sannførandi finalu móti TB, vunnu SÍ-genturnar 3-0. SÍ hevur nú vunnið 5 føroyameistaraheiti fyri yngri deildir

SÍ gjørdist liðið, sum vann finaluna hjá gentum 19. Dysturin endaði 3-1 og settúrslitini vóru 25-19, 20-25, 25-22 og 25-19

Flogfarið hjá Atlantic sum fór í morgun mátti venda við aftur, tí tað fekk ein fugl í motorin, visti Útvarpið at siga nú klokkan 10

SÍ gjørdist liðið, sum vann finaluna hjá dreingjum. Dysturin endaði 3-0 og settúrslitini vóru 25-20, 25-20 og 25-14

Tað vóru tvey SÍ lið í finaluni hjá gentum 16, so lítil ivi var um hvaðar steypið fór

Vága Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund, og nýggja nevndin hevur skipað seg

Earth Hour er tá øll ljós verða sløkt í ein tíma fyri at spara streym

Sørvágs kommuna samtykti á bygdaráðsfundi 23. januar 2019 at keypa nýggjar bátabrúgvar frá S.J.H Commercial Divers. Talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum

Temadagur var í Vágum mikudagin um verkætlanina ”Demensvinarligar Vágar” fyri lokal politikarar og Eldrafelagið í Vágum

Einki er sum at síggja vakrar myndir av brimi

Streymurin er harðastur í dag

Móttøkan verður fríggjadagin 22. mars kl. 16.15 í móttøkuhøllini á flogvøllinum í Sørvági

Pól Sundskarð hevur tikið nakrar myndir sum hann kallar "Úr Sørvági út til Drangarnar". Í gjár var nakað av brimi vestanfyri

Í kvøld klokkan 20 verður møti í Kedron í Sørvági við Tom Roberts og manskórinum í Ebenezer

Marjus Dam, fyrverandi løgtingslimur, hevur í kvøld greitt bornholmarum frá, hvussu gjørt var í sambandi við at fáa fast samband um Vestmannasund

- Magni er føddur og uppvaksin í Sandavági og hevur búð har stórt sæð øll 85 árini

Petur M Solmunde, fotografur, hevur tikið hesa gigapixel myndina av Mykinesi í góðveðrinum í dag

Støðan er óbroytt í oddanum eftir dystirnar í dag í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi

SÍ hevur longu vunnið steypakappingina og nú fara sørvingar eftir greipuni, sigur venjarin, Annika á Stongum, við Kringvarpið

Sandavágur verður sunnudagin tann 24. mars 2019 karmur um hátíðarhald

EUR-Express høvuðsstuðul hjá 1. deildarliðnum hjá 07Vestur í 2019

Men tað er stórur munur á ferðamálum. Ímeðan vøksturin á Danmarkarleiðunum er 13% og Íslandsleiðini 16%, so var stór afturgongd á Noregsleiðini. Afturgongdin var heili 45%

Í mars er tað 69-ára gamli Eyðálvur Niclasen, sum sýnir modelskip fram í Betri í Miðvági

Local.fo og Faroe Sheep hava gjørt samstarvsavtalu um at selja væl umtóktu seyðaskinnini úr Bø á nethandlinum hjá Local.fo

SÍ vann heili átta steypafinalur í vikuskiftinum, harímillum kvinnufinaluna leygardagin

Hesi hava vunnið á lutaseðlinum hjá Lions Club Vágar

Enn ein tryggur sigur til SÍ – hesuferð gekk tað út yvir D 19 hjá Fleyr,. SÍ vann 2-0

Enn eitt steypaheitið til Sørvágs. Hesuferð var tað G 19, sum vunnu ein tryggan sigur á KÍF upp á 2-0

Hjá dreingjum 17 var ongantíð ivi um, hvat var sterkara liðið. Fleiri leikarar hjá Fleyr vóru á námsferð, so Fleyr hevði trupult við at vinna seg inn í dystin, sum SÍ vann trygt 2-0

 

 

SÍ genturnar vunnu ein tryggan sigur á Fleyr gentur 16. SÍ var omaná allan dystin, og sigurin var ongantíð í vanda

Enn eitt steyp til Sørvágs. KÍF genturnar fylgdu væl við í fyrsta setti og løgdu seg á odda stóran part av settinum, men móti endanum á settinum gjørdist feilirnir ov nógvir

Fylg við steypafinalunum í dag í Høllini á Hálsi

SÍ vann finaluna hjá mansunglingum og var sigurin ongantíð í vanda, hóast at ÍF í løtum fylgdi væl við SÍ. Sørvingar vunnu settini 25-18 og 25-19

Steypafinalan hjá kvinnum er júst liðug og endaði 3-2 til SÍ

Í lokalu Vágauppgerðini millum gentur 12 hjá Drátti og SÍ, var tað SÍ sum vann eftir eina spennandi finalu

SÍ hevur spælt seg í 10 steypafinalur í stóra flogbóltsvikuskiftinum í morgin og sunnudagin. Upphiting verður í marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 10 í morgin

Tó at Krígssavnið er stongt fyri vitjandi í løtuni, tykist áhugin fyri savninum vera stórur. Tað sást á aðalfundinum, sum var hildin í Marghøllini í Sørvágs Skúla í gjárkvøldið

Hóskvøldið 28. februar kl.19.30 samlast sjómanskvinnuringarnir í Vágum í missiónshúsinum Libanon í Sørvági

Av tekniskum trupulleikum hjá flogfarinum úr Los Angeles, er móttøkan fyri heimsmeistaranum, Saritu Kristinu Hansen, útsett til í annaðkvøld

Í sambandi við, at Sarita Kristina Hansen í Miðvági gjørdist gullvinnari í HM kappingini í inniróðri í Long Beach California, skipar Vága kommuna fyri almennari móttøku

Gorpur úr Sandavági og Jónvør úr Kvívík rendu saman á útróðri vestanfyri í dag

Eitt ferðafólk sum kom við Atlantic Airways fríggjadagin, sigur við VP, at viðkomandi trúði, at seinasta løtan var komin

Í morgun varð arbeiðið at seta upp nýggj ljós í Vágatunlinum latið tunnilsfelagnum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, var til staðar

Hetta var sjeynda og seinasta landingin í Saint-Pierre hesa sesongina, og landaði vóru tilsamans 1800 tons av frystum toski

SÍ kvinnurnar vunnu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 - 2 sigri á KÍF

Flogførini úr Bergen klokkan 19:55 og úr Keypmannahavn klokkan 20:15 eru avlýst í kvøld, sæst á heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag

- Í 1925 brúktu vit í besta føri ein heilan dag: Tórshavn-Kollafjørð-Kvívík-Vestmanna-Fútaklett-Sandavág-Miðvág-Vatnsoyrar-Sørvág

- Hetta var ein ótespulig sjón vit vaknaðu upp til í Vatnsoyrum mikumorgunin, sigur Anna Dánjalsdóttir, sum hevur sent VP nakrar myndir