Ovurstórur áhugi hevur verið fyri einrøðuleikinum Eg eri Beinta, allar 3 sýningarnar eru útseldar. Av tí at konsertin við Lenu er avlýst, er avgjørt at hava eina eykasýning í Listastovuni týkvøldið 28. august kl. 21.00
- Tá ið eg var barn fortaldi mamma um ljósið á hennara oyggj, Vágoynni. Eg skilti, at Vesturskin er eitt serligt ljós. Eitt ljós, sum er heitt og heimligt
Millum tey fýra partafeløgini, ið stovnað vóru í farnu viku, var ÍVF Faroe Camper, hvørs endamál er at leiga út tjaldbilar (autocamparar) til ferðafólk og onnur áhugað
- Í tveimum av økjunum, sum hava fingið størstan lut í menningarkvotunum - Vágar og Vestmanna - er arbeiðsloysi so lágt, at tað helst verður neyðugt at finna starvsfólk uttanfyri bæði økini
Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær ph.d.-verkætlanir, 1 mió. kr. til hvørja. Onnur kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti í Vágum til smoltaling á landi”
Jógvan Pauli Haraldsen og Nely Romulu Balid Haraldsen, hava stovnað smápartafelagið Asian Food Restaurant, við heimstaði í Sandavági. Endamál felagsins er at reka matstovu, handil og annað starv í hesum sambandi
Rúni Olsen Ellefsen við bátinum Miu loysir frá landi í Klaksvík, og sigur, at hann fær viðstreym mest sum allan vegin, so um alt gongst væl, verður hann í Sandavági um einar fýra tímar
Av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum
Í fagrasta veðrið í fyrramorgunin stevndi nýbygningur nummar 50 hjá KJ út av Fuglafirði. Tvíkiljan er handað alifelagnum Luna, og hevur fingið navnið Ritunøva
Tað er spell, at stuðulin til kunningarstovurnar verður strikaður, tí kunningarstovurnar eru bæði týðandi og virknar, sigur borgarstjórin í Sørvági við Kringvarpið
Um ein mánaða er Snarfrost í Miðvági klárt at taka móti fiski, sigur Tummas Henriksen við Útvarpið. Felagið hevur eisini keypt norskan nótabát, treytað av, at reiðaríið fær lut í menningarkvotunum
Mikumorgunin endursendir Útvarpið Tónasláttur frá 2009, har brøðurnir Tummas Jákup og Valdemar á Løgmansbø greiða frá um tíðina í seksti- og sjeytiárunum, tá teir vóru partar av tónleikalívinum á Vágoynni
Kæran frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag um at økið Vesturi á Víkum í Vágum er umhvørvisgóðkent til aling, verður ikki gingin á møti, skrivar Kringvarpið
Ein asiatisk kvinna var dottin uppi á Egg í Mykinesi seinnapartin í dag. Fólk í feriu máttu hjálpa til fyri at fáa skaddu kvinnuna oman, so tyrlan kundi flyta hana á sjúkrahús
Í longri tíð hava fólk hjá Vága Ríðingarfelag, arbeitt á einum økið í Miðvági, har ætlanin er at tað skal koma bæði Ríðihøll og felagsfjós til vágafólk