Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku

Grønlendska advokatsamskipanin Nunatsinni Advokatit heldur at politikarnir ikki hava ánilsi av avleiðingunum av nýggju fiskivinnulógini, tí lógin er ikki nóg væl lýst

Tað hevur ikki verið so nógv at fingið seinastu tíðina, og nú var tíðin eisini komin, so Gadus er farin at sigla heim. Seinastu 17 dagarnar fekk Gadus 40 tons og var hetta av keyptari kvotu

Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum

- Vit komu til Aliaga fríggjamorgunin 29. september kl. 8 á morgni. Longu klokkan 13.15 sigldu vit við gott 13 míla ferð upp á strondina, har skipið lyfti seg upp á sandin og síðani stóð fast

- Uppboðssølan er tað reina kasino við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sum kasinohaldari

Bretska lágprísfelagið Monarch Airlines boðar frá, at tað gevast at flúgva og er sett undir administrasjón. Hetta merkir at 110.000 ferðafólk sleppa ongan veg

Tjaldur er virkið innan fleiri vinnuøkir, og greinarar meta, at tað kann verða áhugavert hjá Tjaldur, at verða við í menningini av Faroe Petroleum

Danskir granskarar hava ment eitt nýtt slag av glasi, sum er so sterkt, at universitet var noytt at keypa nýggja útgerð til tess at fáa mált styrkina

Vøksturin er størstur í vørubólkinum búnýti og innbúgv við umleið 7%, meðan hann er um 3-4% í bólkunum matur og drekka og klædnavørur og fótbúnaður

Nærum 40.000 ferðafólk vitjaðu okkum við ferðamannaskipi í summar

Talan er um ein journalist, ein fotograf, tveir grafikarar og eitt skrivstovufólk, skrivar Kringvarpið

Tóat 17 fleiri nýggir persónbilar eru skrásettir í september 2017 enn í september 2016, so eru 106 færri persónbilar skrásettir á Akstovuni higartil í 2017 í mun til sama tíðarskeið í 2016

Kanningarstovan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava fingið endurnýggjaða góðkenning tey næstu fimm árini. Harumframt er kanningarstovan nú góðkend til íalt 118 kanningarhættir

Elektron hevur sett Christu R. Weihe í starv við ábyrgd fyri samskifti og marknaðarføring. Christa hevur lisið á Aarhus Universitet, og er júst vorðin liðug sum Cand. ling. Merc í 'Corporate Communication'

ICES hevur latið tilmæli fyri, hvussu nógv kann fiskast av svartkjafti, norðhavssild og makreli í 2018. Talan er um eina lækking í kvotunum av sild og makreli, og ein lítil hækking fyri svartkjaft, samanborið við 2017

Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging

Betri P/F hevur í dag sett Ben Arabo í starv sum samtaksstjóra

Nevndin í Atlantic Petroleum fer nú at leita eftir nýggjum stjóra, eftir at Ben Arabo hevur boðað frá, at hann leggur frá sær

Í allan dag er árliga Vísindavøkan í Reinsarínum, Perluni og á Perlutorginum í Tórsgøtu. Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki, har gransking og granskingarúrslit verða miðlað til allar borgarar

Bridgestone DriveGuard er nýggjasta dekkið á marknaðinum. Tað fæst bæði sum summar- og vetrardekk og er avbera snilt á tann hátt, at hóast tú punkterar við nógvari ferð, so missir tú ikki harradømið á bilinum

Felagið hjá Thorman og Mortani Vang, Sp/f MTV-byggivirki í Froðba, skal byggja Varðan Pelagic uppaftur. Tað var sama felag, sum ruddaði eftir eldsbrunan

 

- Hóast týðiligar batar í upplegginum til nýskipan av fiskivinnuni, spøkir framvegis ógreiði um hugtøk í tí ætlaðu lógini — eitt nú eru ásetingarnar um miðsavnan av fiskirættindum illa defineraðar og tí torførar at fyrihalda seg til

Altjóða tararáðstevnan Nordic Seaweed byrjaði í gjár við virkisvitjanum í Funningsfirði, har Ocean Rainforest hevur sína taraling. Tá bleiv avdúkað, at felagið er við í nýggjari verkætlan í USA

Ringarnir skulu leggjast út á Sandsvág

- Yvir eitt ár fær fráfarandi stjórin í Betri samtakinum 8,9 milliónir krónur. Tað er 741.667 krónur um mánaðin, skrivar Kringvarpið

Fær ferðavinnan røttu karmarnar at virka undir, kann hon skapa stórt virði fyri allar føroyingar

Svenska løgreglan misteinkir skipara og stýrimann umborð á føroyska farmaskipinum Atlantic fyri at vera ávirkaðir, tá ið teir leygarmorgunin rendu á land sunnan fyri Oskarshavn í Svøríki, skrivar Maritime Danmark

Føroya helst kendasta bakarí hevur skift eigara

- Slíkir eykakostnaðir kunnu ikki leggjast omaná raksturin hjá teimum skipum, sum frammanundan hava trongar fíggjarkarmar, sigur Felagið Línuskip, sum eisini sigur, at Bólkur 3 hevur einki yvirskot at keypa kvotur fyri

Partafelagið Tutl International minkar bruttovinningin við meira enn eini helvt og grannskoðarin lyftir aðru eygnabrúnna

Nú samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar, eru feløgini í Fakfelagssamstarvinum í tøttum samskifti hvørt við annað. Endamálið er at tryggja, at øll feløgini fáa sum mest burturúr, nú tað almenna hesaferð hevur samráðingar við fleiri fakfeløg um somu tíð

- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,3%, men tað er tó ein minking frá 6,5% mánaðin frammanundan. Minst er tað í Eysturoyar og Norðoya sýslum við ávikavist 1,2% og 1,3%

Minkingin er javnt stór bæði hjá kvinnum og monnum, har tað nú er 1,9% hjá monnum og 2,6% hjá kvinnum. Í tali er fulltíðararbeiðsloysið 621 persónar í august í ár, tað eru 172 færri enn í juli í fjør

Felagið Línuskip er ikki samt við fiskiráðharranum í, hvørjar avleiðingar uppskoti um fyrisiting av sjófeingi fær. Har sum fiskiráðharrin sigur, at uppskotið ikki fær sosialar avleiðingar og setur NEI, strikar Felagið Línuskip yvir og skrivar JA

- Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur síðani 1994 eggjað til effektiviseringar og samanleggingar av loyvum og døgum. Tí eigur antitrustmarkið at vera hægri enn tey 17,5 prosentini, sum eru í uppskotinum, sigur Felagið Línuskip millum annað í hoyringssvari

Súni Schwartz Jacobsen fekk 8,9 milliónir krónur og stjórabilin í fráfaringarløn, tá hann takkaði fyri seg sum forstjóri í Betri-samtakinum, skrivar Kringvarpið

Handverkarar og onnur, ið viðhvørt arbeiða við asbest, eiga at ansa sera væl eftir, tá ið asbest skal burturbeinast. Asbest kann viðføra ólekjandi krabbamein, um ein fæst við asbest í bara tvær til fýra vikur

Tað eru bert trý ár síðani Vónin byrjaði sítt virksemi í býnum Siauliai í Litava og tá var framleiðsluøkið 4000 fermetrar. Nú eru 5600 fermetrar komnnir afturat, og stravsfólkatalið fer skjótt úr 80 upp í 250

Týsdagin 19. september skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undir semju um nýggjan tveyára sáttmála millum feløgini

FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS dagarnar 5. og 6. oktober. Tá fara bestu lærlingarnir í timbur, rørsmíð og hárfríðkan at kappast um at gerast Føroyameistari

Elektriski bussurin hjá Proterra koyrdi yvir 1.770 kilometrar við einari løðing

Í einum 13 síður langum notati slær advokatfirmaið Gorrissen Federspiel fast, at ein uppsøgn av tíðaravmarkaðum loyvum viðvíkjandi rækju- og kalvakvotum í Grønlandi skal fráboðast yvir eitt tíðarskeið á minum 25 ár

Trupulleikar fáa okkum at vísa vøddar og vaksa, og tann sum bara livur í undanvindi fær ikki nógvar lívsroyndir. Nú hevur Forbes listað fimm royndir tú fært av eini uppsøgn

Bruttovinningurin var tann sami sum árið fyri, men útreiðslurnar til starvsfólk vuksu og tað gjørdu avskrivingar eisini. Tí endaði árið við einum halli uppá 1,7 mió kr

- Menningarkvoturnar eru ein máti hjá landsstýrismanninum at legalisera politiska útlutan, sigur Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum

Stjórnin og Danski Fólkaflokkurin eru komin ásamt um at lækka skrásetingargjøldini á bilum. Samráðingarnar hava vart í fýra vikur

L'Oreal-arvingurin Liliane Bettencourt, heimsins ríkasta kvinna, er deyð, 94 ára gomul

Høvuðsargumentið hjá samgonguni fyri uppboðssølu hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Tí uppboðssølan skuldi framyvir vera vegurin hjá nýggjum aktørum inn í vinnuna

Fleiri myndir eru lagdar í Myndasavnið frá tá ið Betri handaði FarGen-verkætlanini gávukekk áljóðandi 1,5 mió. krónur

Sjóvinnustýrið boðar frá, at Pf Líðin í Kollafirði hevur keypt Arctic Viking fyri 50 milliónir krónur