Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen

Betri hevur vent sær til Umboðsmannin um kanningina, sum Bárður Larsen hevur gjørt fyri Fíggjarmálaráðið um skattamálið. Tað váttar Torben Nielsen, formaður í nevndini fyri Betri Banka, fyri útvarpinum

”Tað er rættiliga sannlíkt, at leiðslan í Eik hevur afturhildið upplýsingar fyri TAKS í 2013, fyri at sleppa undan at rinda skatt”

 

 

Við einum nýgjørdum platti, har pláss verður fyri umleið 50 sitandi gestum, verður nú møguligt at njóta mat og drekka úti

Nettosølan vaks munandi og tað gjørdi endaliga ársúrslitið eisini

Orðini eigur Andor Isaksen, skipari á Baki, sum samtrolarolar við Stelk. Í morgun landaðu teir 220 kør til Faroe Origin í Runavík

 

Árið í fjør var gott men ikki eins gott og árið frammanundan hjá Føroya elsta bryggjaríi

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2017 var eitt avlop á 8,1 mió. kr. í mun til 9,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016

- Tað er ikki ráðiligt seta eina fiskivinnunýskipan í verk 1. januar, sum er so kollveltandi, sum uppskotið var í seinastu tingsetu. Tað sigur Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

 

Umhvørvisstovan er komin við nýggjari reglugerð um brenning og tyrving. Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað skal ístaðin tyrvast saman við asbesti

Bretski ráðharrin Michael Gove kemur til Føroya mánadagin og fer avstað aftur týsdagin, tá ið leiðin gongur til Íslands. Í dag var hann á fundi við Eivind Jacobsen, har tosað var um føroysku fiskidagaskipanina

Tróndur í Gøtu kom farnu viku aftur av rannsóknartúri, har Havstovan hevur kannað nøgdir og útbreiðslu av uppsjóvarfiski í havøkjunum kring Føroyar. Kanningarnar vísa, at heldur minni var at fáa av makreli í ár enn í fjør

- Eitt eygnakast á tær umfatandi skerjingar sum fiskiflotin undir Føroyum hevur verið útsettur fyri, vísir at skipanin við fiskidøgum er álað sundur av politiskum inntrivum og áhaldandi fiskifrøðiligari ráðgeving undir skeivum fyritreytum

Seinastu vikurnar hevur sera nógv virksemi verið á MEST, bæði á Skála, í Runavík og í Havn. Bedingar og dokk hava verið fult upptiknar og nógv ferð er á í løtuni

- Tað Norðurlandið, ið er nummar tvey í fiskaðari vekt per íbúgva er Ísland, men íslendingar røkka ikki føroyingum upp á hálvan skógv í veiðinøgd per íbúgva

Fyrra hálvár 2017 hava bert verið sjey álvarsamar flogvanlukkur við tilsamans 18 umkomnum. Hetta er væl undir miðal fyri sama tíðarskeið tey seinastu fimm árini

Tað nógva av brenda stálinum er skorið niður, lagt í rúgvur og klárt at flyta av landinum. Her eru nakrar myndir tiknar í dag

Dreymurin um eitt føroyskt destillarí byrjaði fyri nógvum árum síðani

Tað skortar ikki við gitingum um hvørjar nýggjar funksjónir iPhonin fer at fáa nú, og tað serliga í ár, á tíggjuára degnum hjá iPhonini

Millennials - tey 18 til 35 ára gomlu - fáa nú sítt egna "einkla, djarva og altjóða" flogfelag, sum er skræddaraseymað til teirra tørv

Akraberg verður í Båtsfjørðinum tíðliga í morgin og skal landa 900 tons av heilfrystum fiski, sum hann hevur fiskað í 14 dagar, so hetta hevur verið ein roktúrur hjá Akraberg. Skift verður eisini manning

Elbilurin ID er líka stórur sum ein VW Golf, men innan er sama pláss sum í einum Passat

Onnur “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 31. august 2017

Skipskvinnan Helene Kristoffersen vísur, hvussu tú tryggjar tær bestu rækjurnar, og hvussu rækjan eigur at pilkast

Oljuprísurin er yvir 50 dollarar fyri fyrstu ferð síðani 1. juni

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur síðani 23.juni ikki undirskrivað loyvini, sum krevjast til útflutningin til Russlands

Business.dk skrivar, at TAKS í juni 2015 tók eina avgerð í Eik-skattamálinum á einum grundarlagi, sum ikki var nóg fullfíggjað. Og at TAKS ikki hevur havt greiðar mannagongdir fyri, hvussu stór og torgreidd mál skulu viðgerðast. TAKS átti at latið løgregluni málið

Remøy Havfiske AS og skiparin skulu gjalda umleið 30 milliónir norskar krónur, sambært dóminum hjá russiskum dómstóli. Trolarin «Remøy» var afturhildin í Murmansk í næstan tríggjar vikur

Nevndin í Betri Banka vil hava, at skattamálið verður latið fútanum til nærri støðutakan

Fleiri handlar fáa ikki tikið ímóti gjaldi frá gjaldskortum, tí Nets hevur stórar trupulleikar í løtuni. Á heimasíðuni hjá Nets verður sagt, at teir hava trupulleikar, men arbeiða við málinum

Treystitalið er nú 26, hetta er ein lítil minking síðani januar, tá talið var 31, men er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006

Feløgini aftanfyri Dimmalætting og Sosialin høvdu ikki nøktandi rakstur í fjør ásanna leiðslurnar

Føroyar hava síðani 2010 goldið 74.004.000 krónur í limagjaldi til ES, FP7 og Horizon 2020, og Føroyar hava fingið 46.320.459 krónur aftur sum stuðul til ymiskar verkætlanir. Tað vísur yvirlit sum VP hevur fingið frá Granskingarráðnum

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn fyrsta ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,2 prosent

Netstaðið Business Insider hevur eitt áhugavert intervju við stovnaran av WOW Air, Skúla Mogensen. Hann sær fyri sær eina spennandi framtíð fyri brúkaran av WOW Air

Stórur og góður makrelur, sær leskiligt út, og riggar væl at grilla, bæði sum heilur fiskur og sum flak

- Taks-frágreiðingin hjá Bárði Larsen kom í síðstu viku, og Súni Schwartz Jacobsen er farin frá. Men onnur hava orsøk at óttast, heldur reportarin Jan Lamhauge hjá Kringvarpinum

Fjarskiftiseftirlitið er komið uppí leikin í stríði ímillum Føroya Tele og Vodafone, og fer í næstum at kunngerða sín úrskurð. Vodafone heldur, at TotalView skipanin hjá Føroya Tele gevur felagnum ein kappingarfyrimun

Rakul Maria Johannesen og Elin Sofía á Tjaldrarfløtti Vestergaard hava fingið kr. 15.000 í part til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving. Áhugin fyri legatinum var aftur hesaferð stórur og 15 umsóknir komu inn

Tá lúsakunngerðin varð broytt á sumri í fjør, var ein broyting tann, at allar lúsateljingar, sum kunngerðin áleggur, skulu fremjast av Fiskaaling. Hetta álitið tekur felagið í størsta álvara og strembar áhaldandi eftir, at tænastan koyrir so væl og álítandi sum gjørligt

Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin 3,5 mia. og innflutningurin 3,0 mia.

Fyrrapartin kom ein russiskur trolari á Sund, tí fyra mans eru deyðir umborð

Bob & Marilyn’s hava sum fyrsta føroyska fyritøkan fingið fígging úr Flex Funding. Lánið bleiv longu fullteknað eftir átta tímum á uppboðssøluni, og tá uppboðssølan lat aftur var lánið yvirteknað heili 247%

Nevndin fyri Betri Banka P/F hevur í dag avgjørt at seta Bjørn Mortensen í starv sum fyribilsstjóra í Betri Banka, og nevndin fyri Betri P/F hevur avgjørt at seta Mortan Poulsen sum fyribilsstjóra í Betri P/F

Fyrsta “opna” uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin 22. august 2017

Íslendska fiskimálaráðið tekur rívan til, nú veiðigjaldið fyri næsta fiskiár er ásett. Men veiðigjaldið verður goldið av yvirskotinum hjá reiðarínum

- Ein partur av frágreiðingini, hví vit hava so nógvar ringar leiðarar er, at fleiri forsøma at fokusera upp á starvsfólkini. Í staðin renna leiðararnir runt frá fundi til fund, hugsa um rokniørk, kursir, endurskipanir og umleggingar

Fyrsta “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 24. august 2017

Per Sjørup Christiansen er settur í starv sum sølustjóri við ábyrgd fyri Føroyum, Danmark og Grønlandi. Høvuðsarbeiðsstað hansara verður í Keypmannahavn

Fyri løtu síðani legði týska hernaðarskipið Main at bryggju í Havn

Business.dk skrivar at tað er óvist um Torben Nielsen nevndarformaður í Betri Banka kann halda fram. Business heldur at tað er áhugavert, at tað er formaðurin í móðurfelagnum Betri P/F, Birgir Nielsen, sum úttalar seg og viðmerkir exittin hjá Súna Schwartz Jacobsen