Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

– Alt er betri hjá okkum hesa sesongina. Fleiri stig, fleiri mál og færri tap

Manchester City hevði bjargað sær Premier League-gullið við at vinna á Manchester United – men tað vildi Paul Pogba ikki

Ein av heimsins sterkastu fótboltsfyritøkum hevur valt føroyska felagið til at skipa fyri sponskum venjingarlegum fyri ungdómar í teirra college

Bussurin stoytti saman við ein lastbil, sum leikararnir vóru á veg til ein dyst. Minst 14 hava mist lívið

Í gjár fekk Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, masterprógv í leiðslu innan ítrótt sum einasti og fyrsti føroyingur

Venjarin í Manchester City, Pep Guardiola, sigur seg hava fingið møguleikan at keypa bæði Paul Pogba og Henrikh Mkhitaryan í januar

Leygardagin 7. apríl verður stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo

18 pør skulu hetta vikuskiftið kappast um FM í bridge fyri pør. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn. Í ár verður spælt í tveir dagar - fríggjakvøld og leygardag - í alt 85 spøl

Nú verður farið undir at gera neyðugar umvælingar í svimjihøllini í Gundadali. Vegna umvælingarnar er svimjihøllin stongd allan dagin frá mánadegnum 9. apríl

Arsenal leveraði sjampanju-fótbólt og blásti CSKA Moskva av vøllinum í fyrra kvartfinaludystinum í Europaligaini í kvøld

Borðtennis: Tað verður helst sera tøtt kapping ímillum fýra fyrrverandi føroyameistarar

Um páskirnar vóru 8 føroyskir dartspælarar við í Iceland Open

Manchester City var ikki boðið vælkomið undan dystinum í gjákvøldið móti Liverpool á Anfield. Bussurin hjá teimum ljósabláu var fyri hørðum álopi

Í samband við Føroya størsta fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup 2018, kemur vitjan úr Danmark, tá freestyle fótbóltsleikararnir Lars Munck Petersen og Simon Atli Larsen frá MS Freestyle vitja

Fimleikarin Katelyn Ohashi verður nógv umtalað í hesum døgum - og tað av røttum

Barcelona hevur tveir lívshættisligar málslúkar í Lionel Messi og Luis Suárez, men í kvartfinaluni í kvøld fekk Barcelona góða hjálp frá Roma

Anfield hevði ikki upplivað eina Champions League-kvartfinalu í níggju ár, men so í kvøld eksploderaði tað fullkomiliga

Fyrrverandi Chelsea-leikarin Ray Wilkins er deyður. Tað skrivar Daily Mail

Hæddarpunktið í dystinum í Champions League millum Juventus og Real Madrid var málið sum Ronaldo skoraði í gott 63. minutti. Sí fantastisku perluna her

Manchester Evening News skrivar at Pogba heldur fast við at eingin sum helst trupulleiki er millum seg og Mourinho. Og Pogba hevur heldur ongar ætlanir um at gevast á Old Trafford

Sigurin hjá Tottenham á Stamford Bridge er tann fyrsti síðani 1990

City avgreiddi sín 27. sigur í Premier League hesa sesongina, tá ið Everton var yvirtúrað í gjárkvøldið

Zlatan Ibrahimovic tørvaði bara sjey minuttir so skoraði hann sítt fyrsta mál fyri LA Galaxy. Og tað var eitt dreymaskot frá nærri 40 metrum

Bert Micheal Owen, Robbie Fowler, Wayne Rooney og Harry Kane hava skorað sítt Premier League-mál nummar 100 í einum yngri aldri enn Lukaku

Fleiri enn 25 lið hava longu skrásett seg til fótbóltskappingina í summar, har onkur av teimum eisini eru útlendsk

So eru seinastu leikirnir fluttir í ársins FM-kapping í talvi fyri einstaklingar 2018. Sjeynda og seinasta umfar var avgreitt á Finsen í Havn í dag

Seinasta árið hevur Jesper verið í starvi hjá Lyngby BK sum topcenter leiðari. Topcentrini hava til endamáls at røkka út til ungir leikarar í aldrinum 10-12 ár

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag hevur endurvunnið FM-heitið í talvi 2018

Nú í vikuna fyri páskir, skipaði Føroya Ríðingarfelag fyri tí árligu Búrøkt Cup kappingini. Helst kennast tey flestu betri við heitið Dixie Cup

Zlatan Ibrahimovic var móttikin av 100 LA Galaxy-fjeppum. tá ið hann í gjár kom við privatflogfari til USA

Stórmeistarin og føroyameistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann í dag toppdystin móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag

Kappingin um føroyameistaraheitið í talvi stendur millum Helga Dam Ziska og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir eru javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum - eitt stig undan teimum næstu í røðini

Aftur í ár er unglingalandsliðið í badminton á veg til páskakapping í Berlin

Í Føroyum vóru frá 2010 til 2015 tilsamans 16 sjálvmorð. So eisini her heima er tað av størsta týdningi, at varpa ljós á hetta tabu-kenda evnið

Rógvi Egilstoft Nielsen bjóðar nú stórmeistaranum Helga Dam Ziska av í FM-orrustuni í talvi

Amerikanski telvarin Fabiano Caruana skal telva móti Magnus Carlsen um HM-tittulin

Eftir endahátíðina sunnudagin í Høllini á Hálsi, var avdúkað hvørjir leikarar vóru valdir til teir bestu á teimum ymisku leikaraplássunum

Christian Eriksen er besti miðvallaleikari beint nú í teimum fimm stóru ligaunum - La Liga, Premier League, Bundesliga, Serie A og Ligue 1

 

Støðan broyttist einki í oddanum í Landsliðsbólkinum eftir triðja umfar í FM-kappingini í talvi í dag. Á trimum av fýra borðum endaði tað javnt

Ísland boðar frá einum diplomatiskum boykotti av fótbólts-HM í Russlandi í summar, skrivar AFP

Eftir tvey umfør er Helgi Dam Ziska einsamallur á odda í meistaraflokkinum í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Stórmeistarin hevur sum tann einasti vunnið bæði talvini higartil

Føroyar vunnu seinasta settið 15-13 og dystin 3-2

Tað er støðug framgongd á føroyska liðnum, og við nøkrum góðum blokkum í triðja setti megnaði liðið at vinna 25-20 á Luksemborg

Føroyska U 20 liðið fekk ikki eina góða byrjan upp á dystin móti Luksemborg, sum hevur spælt sera væl og hevur lagt stórt trýst á servurnar, soleiðis at Føroyar hava trupult við at koma til álop

Ísland vann ein sannførandi 3-0 sigur á Skotlandi í dag. Settini endaðu 25-17, 25-16 og 25-10

 

Dagurin í dag verður avgerðandi fyri føroyska U 20 landsliðið

Føroyar gera aftur eina roynd at gerast limur í olympisku familjuni, skrivar Politiken

Telvararnir við hægsta styrkitalinum í Landsliðsbólkinum, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen, vunnu báðir í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar í gjár

Skotland vann 4. settið 25-20, so nú er støðan 2-2 í settum. So er bara at vóna, at Føroyar koma væl frá byrjan í 5. settinum

 

Eftir eina sera vánaliga byrjan, har Føroyar komu afturum 8-1, fótaðu føroysku leikararnir sær aftur