Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes

Longu í fjórða minutti skoraði Manchester United í dystinum móti Everton. Málið átti Valencia við eini volley-perlu

Árliga firmakappingin, sum Vinnulívið skipar fyri, ferð av bakkastokki nú um vikuskiftið. Kappingin verður 15. og 16. september í Hoyvíkshøllini, har útvið 150 vinnulívsfólk fara at dystast alt vikuskiftið

 

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Clementsen, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Kekkia í dag klokkan 19:00

Aftur í ár skipar VÍF fyri tí væl umtókta Intersport Night Cup fyri yngru deildunum

Fleiri bretskir miðlar, millum teir eisini BBC, skriva at Paul Pogba helst verður burtur ewinar 4-6 vikur eftir lárskaðan hann fekk í Champions League-dystinum móti Basel týsdagin

Seks dystir eru fyrsta vikuskiftið, tríggir í hvonn-deildini og tríggir í FTZ-deildini

FSF Varpið: Eyðvør Klakstein hevur sína dagligu gongd í Spania, men í hesum døgum er hon í Føroyum og fyrireikar seg til landsdyst ímóti Kekkia

Allir smálutir skulu sita, tí betri vit eru fyrireikaðar, betri gerst møguleikin at fáa góð úrslit, sigur Rannvá B. Andreasen. Hóskvøldið klokkan 19:00 spælir kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019

Leygardagin 16. september fara Mjølnir, KíF, U19 Norður/Vestur og U19 Suður/Eystur at kappast í Gundadalshøllini í Havn. Liðini møta kl. 12.00 og kappingin byrjar kl. 12.30

FSF Varpið: Hóskvøldið kl. 19:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019. FSF Varpið hevur fingið orðið á Áslu Johannesen, og hon lovar, at tær eru til reiðar at møta Kekkia

Magni Mohr er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki

Fyrrverandi forsetin í Ítróttasambandi Føroya, Petur Elias Petersen, heiðraður við gullmerki frá Íslendska Ítróttasambandinum

Marouane Fellaini og Romelu Lukaku vóru næstan einsamallir um at tryggja Manchester United fyrsta sigurin í Champions Leagu við at stúta bóltin í netið í fyrra- og seinna hálvleiki í dystinum móti Basel

Chelsea vann ein lættan 6-0-sigur á Qarabag í Champions League

Milja Reinert Simonsen, ið er skrásett fyri 14 dystir og fýra mál fyri Føroyar, er til reiðar, tá føroyska kvinnulandsliðið hósdagin klokkan 19:00 skal takast við Kekkia

Matchfixing er ein vaksandi trupulleiki, og eru smærri samfeløg serliga útsett og viðbrekin. Norðurlendsku ítróttasambondini hava avgjørt at arbeiða saman um, at verða fyrsta stórøki í heiminum við felags støðu ímóti matchfixing

Heidi Sevdal og hinar á kvinnulandsliðnum gleða seg av álvara til HM-undankappingini, ið fer av bakkastokki komandi hósdag, tá Kekkia vitjar á Tórsvølli

Crystal Palace hevur givið Frank de Boer fótin eftir bert fýra dystir, sambært The Guardian

Tað segði Gunvør Balle, varaborgarstjóri, tá hon helt røðu fyri Fleyr 40 ára føðingardagin leygardagin

Um vikuskiftið var HM í skjóting í Moskva. 20 ára gamli Emil Kjeldgaard Petersen vann kappingina og gjørdist heimsmeistari fyri juniorar í skeet skjóting

Tað vóru 8 kvinnur og 31 menn í fyrstu FM-kappingini leygardagin

Í dag var hátíðarløta í Reinsarínum í Havn

 

Fyrrverandi Barcelona-venjarin Louis van Gaal heldur at skiftið hjá Neymar til Paris Saint-Germain vísur at toppfótbóltur er vorðin «pillrotin»

Sum fyrsta danska par nakrantíð hava Bjørn Bitsch og Ashli Williamson vunnið HM-gull í showdance standard-dissiplin

Liverpool-leikarin Mané fekk reytt kort fyri at stoyta saman við málverjan hjá Manchester City, brasilska Ederson. Fóturin hjá Mané var nakað høgur, so málverjin fekk ein dyggan frammaná. Claudio Bravo er komin inn fyri ein annars vælleikandi Ederson

STEYPAFINALURNAR 2017: Fyrsti dysturin í steypafinaluvikuskiftinum fyri gentur og kvinnur verður spældur í kvøld, tá U17-genturnar hjá B68 og EB/Streymi fara á Tórsvøll at dystast um Mótasteypið

DM í føroyskum 6 mannaførum verður avgjørt leygardagin tann 9. september

Everton-venjarin Ronald Koeman er "sera skuffaður" av at Wayne Rooney var tikin fyri at koyra ávirkaður, men leggur afturat at Rooney helst verður við á liðnum móti Tottenham

Flogbóltsfelagið í Havn, Fleyr hevði í vár 40 ára stovningardag og leygardagin 9. september verður dagurin hildin í Gundadalshøllini

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, sum hevur sitið í nevndini síðan 2013, var á aðalfundinum afturvaldur í nevndina

Í mun til fólkatalið, so liggja Føroyar nummar eitt á styrkilista hjá FIFA, tað vil siga at slagkraftin hjá føroyska landslignum er ikki at spæla við, tóat vit eru fá

STEYPAFINALURNAR 2017: Allan Dybczak, venjari hjá HB, trýr upp á møguleikan, meðan Erik E. Nielsen, venjari hjá EBS/Skála er greiður yvir, at hansara lið er favorittur. Eingin ivi er kortini um, at báðir vilja vinna steypafinaluna hjá kvinnum

Týskland liggur aftur ovast á styrkilistanum hjá FIFA, tá ið hann verður almannakunngjørdur tann 14. september, frammanfyri Brasil og Portugal

Í døgunum 8. til 10. September skipar Ítróttasamband Føroya fyri ráðstevnuni Nordic Meeting 2017. Luttakarar á ráðstevnuni eru forsetar, aðalskrivarar og onnur umboð fyri tey norðurlendsku ítróttasambondini

Á heystkappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag leygardagin, var 81 ára gamli Svenning Reinert heiðraður við gullnálini hjá ÍSF

Leygardagin verður Elin Maria Isaksen aftur at síggja á Tórvølli. Tríggjar ferðir áður hevur Elin Maria spælt steypafinalu, og hvørja ferð er upplivingin endað við tapi. Tað er kortini týðiligt, at hon ikki hevur mist hugin

Sýria er so at siga sundurbumbað av krígnum seinastu seks árini, men mitt í øllum hesum sorgarleiki er landið klárt til playoff um eitt plás í sjálvum fótbólts-HM næsta ár

Russland gjørdist sunnukvøldið Evropameistari í flogbólti fyri menn, tá teir í einum sera tøttum og spennandi dysti vunnu 3-2 á Týsklandi

Tað verður sterkasta lið, sum mannast kann, ið fer at umboða Føroyar í EM-kappingini fyri landslið í talvi í heyst. Talvsamband Føroya hevur nú fingið tilsøgn frá teimum fremstu fimm á føroyska styrkilistanum til kappingina

 

Í øðrum talvinum í fyrsta umfari í stóru World Cup kappingini í Georgia í dag var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov.

Europeiska fótbóltssambandi UEFA hevur boðað frá kanning av Paris Saint-Germain. Nú biðjur spanska La Liga um at eisini Manchester City verður kannað

Nú á middegi verður farið undir seinna talvið í fyrsta umfari í stóru World Cup talvstevnuni í Tbilisi í Georgia

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í trap. Kappingin varð skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum

Gilli Sørensen skoraði fyri Føroyar í dag og var tað einasta málið, ið kom í dystinum móti Andorra. Føroyar hava nú 8 stig samanlagt, sum er met

Í kvøld verður finalan millum Týskland og Russland leikt í Krakow í Póllandi. Dysturin byrjar kl. 19,30 føroyska tíð, og sæst beinleiðis á YouTube

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava gjørt eina broyting í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Portugal

Liðskiparin á U21-landsliðnum, Hákun Edmundsson heldur, at dysturin móti Danmark skal gloymast, og nú skal hyggjast fram ímóti dystinum í Finnlandi, sum verður týsdagin

Høgri bakkurin á landsliðnum, Jónas Tór Næs hevði ein strævnan dyst í tapinum fyri Portugal, men væntar eisini ein harðan dyst ímóti Andorra

Danmark spældi í kvøld HM-dyst móti Póllandi og vann 4-0

Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár. Hetta er óivað eitt met, sum neyvan nakrantíð verður tikið