- Tíðarhóskandi ferðasamband til leysu oyggjarnar er bráðneyðugt, og tí eigur ein nýggj samgonga beinanvegin at gera semju um stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum
- Vegna persónligar umstøður‚ havi eg valt at trekkja meg sum valevni hjá Sambandsflokkinum. Hettar er tó ikki so torført fyri meg, skrivar Gerhard Lognberg í kvøld á Facebook
- Tað finnast nógvir ymiskir fakbólkar við ymiskum tørvi, tí mugu vit eisini broyta hugsan um arbeiðsmarknaðin og tora at viðgera hann við atliti til hvønn einstakan bólk
- Tað liggur eitt ómenniskjaligt stórt trýst á avvarðandi, tá ein av teirra kæru verða rakt av álvarsligum langtíðar likamligum ella sálarligum sjúkum ella breki
- At landið hevur latið grótkastið á Skerinum fara í havið, uttan at hava lagt tað aftur, hevur broytt sjógangin, soleiðis at størra grótkastið eisini hevur fingið stóran skaða
- Seinastu árini hevur verið arbeitt við at varpa ljós á Føroyar sum ein tænastudepil av maritimum veitingum til altjóða fyritøkur og reiðarí. Tíðin er nú búgvin til at seta ferð á hetta arbeiðið
- Av teimum 8 mió.kr., sum eru játtaðar í fíggjarlógini 2011 og 2018, er 7,1 mió. við átekning flutt til 2019. Restin er hesi átta árini nýtt til løntímar, ferðaútreiðslur og fundarpening
- Í einari tíð, har alt skal ganga so skjótt og effektivt sum gjørligt, og alt fokus er á búskaparvøkstur, er eisini stórur vandi fyri at familjurnar koma undir trýst
Til fólkatingsvalið var Beinta Løwe vertinna í Kringvarpinum, men nú hon stillar upp fyri Tjóðveldi, er nýggj vertinna komin í hennara stað. Sí formansumfarið her
Í formansumfarinum tók Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, dømi fram um ein ungan tímaløntan familjupápa við tveimum smáum børnum, sum hevði arbeitt yvir, fyri at fáa eitt sindur meira til familjuna
- Verði eg valdur á Ting, fari eg beinavegin at taka hesi og onnur viðurskifti hjá útisiglarum okkara upp, tí at tað má kunna loysa seg at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlanda
- Vit eiga sjálvsagt eisini at veita borgarum undir 67 ár endurmenning og rehabilitering. At veita endurmenning til borgarar undir 67 er ein landsuppgáva
- Eg fylgdi við allari umrøðuni av løgmannsrøðuni, og eg má siga, at sjálvdan havi eg sæð ein so ólátaðan persón sum Elsebeth M. Gunnleygsdóttir á tingsins røðarapalli!
- Undir umrøðuni av løgmansrøðuni, brúkti Jørgen Niclasen ein stóran part av sínari talutíð upp á at umrøða hesi 600 óneyðugt settu fólkini í almenna sektorinum
- Tey sum siga seg halda, at vit búgva í einum ríkisfelagsskapi, tí at vit eru innlimaði í Danmark og liva undir donsku grundlógini, eru tí til miklan vanda fyri fakfelagsrørsluna í Føroyum
- Fyri at minka um gjónna millum tey, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, og tey, ið hava eginuppsparing, vilja vit hækka viðbótina við 800 krónum
- Vit skulu øll í hægri deild og tað gerst ikki við at toga eldsálirnar niður og við at leggja fótonglar fyri vinnulívi. Lokomotivið skal hava so góðar fyritreytir sum til ber
- Vit hava bæði ráð og skyldu til, at geva okkara íkast til at fáa heimin til eitt betri stað. Tað kunnu vit gera við at rationalisera okkara framkomnu høvuðsvinna enn meir
- Heldur enn at seta donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum, skulu vit gera okkara egnu lóggávu á økinum, sum er tillagað serlig føroysk viðurskifti
- Tá barnsburðarfarloyvið er liðugt, munnu tað verða nógv foreldur, sum hava ynskt sær eina viku, ein mánaða ella nakrar mánaðir aftrat, heima við lítla alvanum
- Fólkaheilsa í eygnahædd og føroyskar loysnir. Tað haldi eg skal setast ovarlaga á politisku dagsskránna, sigur Snorri Patursson, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi