Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Fólkaflokkurin fær fiskimál, fíggjarmál og almannamál, Miðflokkurin fær uttanríkis- og mentamál, meðan Sambandsflokkurin fær vinnumál, heilsumál og løgmann

Bárður á Steig Nielsen er inni hjá tingformanninum nú. KVF sendur beinleiðis

Tað segði hann við Útvarpið á veg frá tingingum við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. KVF sendur beinleiðis

Kristin Michelsen skal velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin. Býráðið hevur enn einaferð samtykt, at hann ikki kann sita í báðum støðum, skrivar KVF

- Vit hava fingið váttað, at borgarliga samgongan er komin í hús, skrivar Norðlýsið

Bárður á Steig Nielsen segði beinleiðis í Útvarpinum, at hann nú fer at tosa við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

Tað segði Jenis av Rana beint eftir at Bárður á Steig Nielsen hevði boðað frá sliti

Við Útvarpið segði Bárður á Steig Nielsen, at samráðingarnar eru slitnaðar millum teir tríggjar flokkarnar sum hava samráðst, men sum VP skilur, so eru samráðingar enn millum flokkarnar

Samráðingarleiðarin hevur fingið freist til klokkan 11 frá tingformanninum

Um 02 tíðina í nátt góvust formenninir at samráðast, men hava ein tíma fyrrpartin í dag til at fáa tað seinasta upp á pláss

Tóat samráðingarleiðarin boðaði frá fyrr í dag at ongar samráðingar fóru at vera í dag, so hittust formenninir aftur í kvøld klokkan 22

- men allar súður eru ikki syftar enn, sigur Bárður á Steig Nielsen við VP

Útvarpið tosaði við viðmerkjaran Jóhann Lützen, stjóra á Norðlýsinum, sum ikki ánar hvat hann tosar um. Hann gevur fiskivinnuni skuldina fyri ósemju um málsøkir

Tað sum gevur avbjóðingar at loysa beint nú er ynski frá Miðflokkinum, at fáa tvey landsstýrisfólk

Flokkarnir sum samráðast um at skipa landsstýri funnu onga semju um málsøkini

Íslendska stjórnin hevur tikið stig til at seta skipan í verk, so til ber at fáa lán í økjum, har trupult kann vera at fáa lán

Eftir at flokkarnir hava havt fund innanhýsis, hava formenninir aftur sett seg í royndini at fáa tað seinasta upp á pláss viðvíkjandi stjórnarráðum, landsstýrisfólkum og málsøkjum

Niðri í Miðbýnum hekk Aksel V Johannasen á húsaveggi og her er ein onnur plakat hjá Javnaðarflokkinum, sum ikki enn er tikin niður

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen, segði við Útvarpið á middegi, at onkrar broytingar fara at verða framdar í sambandi við stjórnarráðini

Blaðstjórin á Portalinum útlegði eina mynd frá fundarhøli av eini talvu við nógvum teksti á, og helt at talan var um stjórnarráð. Men yvirlitið var um arbeiðsbólkar

Bárður á Steig Nielsen hevur júst boðað tingformanninum frá at samráðingarnar halda fram

Bjarni Árting Rubeksen, fotografur hjá Kringvarpinum, hevur fylgt samgongusamráðingunum síðani hósdagin

293 atkvøður fyri at útskriva val, meðan 46 atkvøddu ímóti

Jenis av Rana upplýsti fyri Norðlýsinum í kvøld at hann væntar at biðið verður um nakrar dagar eyka at samráðast í

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen hevur enn góðar vónir um at fáa eina samgongu burtur úr samráðingunum

Bretski parlamentsformaðurin John Bercow gevst síðst í oktober. Hann gevst bæði sum parlamentsformaður og sum umboð fyri parlamentið

- Ongin óvanlig rokning liggur og bíðar

Formenninir í samráðingarflokkunum hava sitið saman allan fyrrapartin, og nú klokkan 13.30 kemur øll tann nýggja samgongan saman. Nú er farið undir rættlestur av samgonguskjalinum

- Tað sær út til, at vit fáa eina borgarliga-konservativa stjórn heldur enn eina breiða savningarstjórn

Bretska parlamentið verður suspenderað tá ið fundurin endar í dag, skrivar Sky News

Á lokalvalinum í Moskva í gjár misti flokkurin hjá Putin forseta, Sameint Russland, fleiri sessir

Av teimum ellivu borgarstjórunum sum stillaðu upp á løgtingsvalinum 2019, var bert Kristin Michelsen valdur. Sí yvirlit her yvir borgarstjórar og fyrrverandi borgarstjórar

Tað var friðarligt tá ið russar fóru á val í Moskva og øðrum býum í Russlandi í dag - ein týðiligur mótsetningur til ófriðin sum hevur herjað í fleiri mánaðir

Samgongusamráðingarnar millum A, B og H eru við at bera á mál, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, við Útvarpið

Arbeiðs- og pensjónsráðharrin í Stórabretlandi, Amber Rudd, tekur seg úr stjórnini hjá Boris Johnson, skrivar BBC

Tað er eitt skriv frá leiðslu á Universitetinum í Keypmannahavn, har mint verður á ikki at siga hann og hon við tey lesandi, sum hevur fingið øði í danska politikaran Søren Espersen

Sambært samráðingarleiðaranum, so verður hugt gjøgnum alt tilfarið í dag og tikið samanum, og seint í dag verður mett at komið er rættiliga langt. Í morgin verður hildin ein steðgur

- Vitjanin verður gott høvi hjá komandi landsstýri at gera greitt, at politiskt og strategiskt hoyra Føroyar til NATO, hóast handilsligt samstarv við Russland og Kina

Útsøgnin hjá formanninum í Miðflokkinum lokkar helst fyrrverandi samgongulimir oman á Gamla Apotek at fregnast, hvussu stendur til við samráðingunum

- So væl sum tað gongur, vænti eg, at vit longu leygarkvøldið eru komin undir land - og mánakvøldið burdi verið so gott sum liðugt, skrivar formaðurin í Miðflokkinum

Hóast nakað av hvøssum markeringum í gjár frá einum formanni, sum neyvan kom óvart á nakran, so halda samráðingarnar fram í morgun í góðum treysti

- Hjúnabandslógin sum loyvir samkyndum borgarliga vígslu er samtykt og verður ikki broytt. Soleiðis verður tað, skrivar fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum og løgmaður

- Vit heita á tykkum at standa stinn í samgongusamráðingunum og halda fast við, at vit hvørki rulla hjúnabandslógina aftur ella broyta núverandi lóg

- Tey vilja bara hava og hava, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum krevur at fáa "hjúnabandið reinsað", skrivar KVF

Bárður á Steig Nielsen segði við Útvarpið á middegi at hann hevur kallað Fíggjarmálaráðið á fund seinnapartin. Møguliga liggja eykarokningar fyri 100 milliónir og bíða

Fleiri miðlar skriva at Jo Johnson, beiggi forsætisráðharran, gevst í politikki. Jo Johnson hevur verið parlamentslimur í níggju ár. Hann hevur eisini verið partur av stjórnini

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen hevur góðar vónir um at fáa skipa stjórn

Bretska parlamentið hevur samtykt at tað verður ikki nýval. Hetta eftir eitt lívligt tjak í Undirhúsinum í kvøld

Undirhúsið atkvøddi ja, í tveimum umførum, til uppskotið sum noyður stjórnina at biðja ES um brexit-útseting. Málið verður nú sent til snarviðgerðar í Yvirhúsinum

- Um illa vil til, kann úrslitið av valinum gerast katastrofalt. Vinnuliga, búskaparliga og etiskt kunnu vit verða skotin aftur í fortíðina