Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Árligu møtini í Buli á Signabø byrja fríggjakvøldið kl. 20. Talarar Poul Færø, Arne Simonsen, John í Skemmuni og Jákup N. Olsen

Jobmatch er eitt fjøltáttað tiltak, og í ár verður kvøldseta við práti og kjaki við føroyingar, sum í sínum dagliga starvi virka heima og úti í heimi

Um tú ynskir at bíleggja tær eitt JobPrát við ein ella fleiri av luttakarunum á Jobmatch 2015, so skalt tú skunda tær. Seinasta freist at bíleggja JobPrát er í dag sunnudagin 27. desember á midnátt

Tað er lagt upp til eitt lívligt borðhald eftir landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag týsdagin 29. desember. Tveir av okkara kendastau undirhaldarum fara at skipa fyri borðhaldinum

4. jóladag verður forvitnisligt tiltak í Sandágerði. Tiltakið, ið ber heitið Vetrardypp, gevur luttakandi møguleikan at njóta vælveruna úti í náttúruni eftir nakrar dagar um jólaborðið

Í annaðkvøld, týskvøldið kl. 20.00, verður vónargudstænasta í Vesturkirkjuni – annað árið á rað

Sunnukvøldið, 20. desember kl. 20, verður sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði

Í dag leygardagin 19. desember koma jólamennirnir á vitjan við brandbilinum. Og teir hava okkurt gott við til børnini

Innbjóðing til evnisdag, ella ein sokallaðan “Skiparafund” í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Dagurin verður skipaður soleiðis, at ymiskar fyritøkur og aktørar koma at greiða frá tí nýggjastu tøknini á teirra økjum innan fiskivinnu

Frá 18. desember til 4. januar eru upplatingartíðirnar í Snarskivuni frá kl. 9:00-13:00

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inn, nærkast. Konsertin verður sunnudagin 20. desember kl. 19.00

Í samband við tiltakið Norðurjól, sum Kunningarstovan skipar fyri, verður ikki koyrandi eftir einum parti av Biskupsstøðgøtu fríggjakvøldið og leygardagin

Kl. 21 komandi leygarkvøld 19. desember verður eins og í fjør ein jólasangløta við 17 sangarum. – Kórið hevur verið rættiliga virkið í ár

 

Mikukvøldið 16. desember kl. 20.00 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju

Um vikuskiftið vitjar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, saman við konu síni, Kristianna, á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík

Á Skála verður skipað fyri jólasølum og framsýningum v.m. leygardagin 12. desember

3. sunnudag í advent verða jólini sungin inn í Fuglafjarðar kirkju kl. 16.30 og í Glyvra kirkju kl. 20

Fá pláss eftir til spennandi grundskeiðið í Revit 11.- 13. januar. Skeiðið er til tey, sum arbeiða ella hava royndir/útbúgving innan byggivinnuna

Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Konsertin verður leygarkvøldið 12. desember klokkan 19.30

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 12. desember klokkan 15

Leiðarar hava sera stóran áhuga í Leiðararáðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum 29. januar. Tað streymar inn við tilmeldingum til Leiðaradagin 2016. Serligt tilboð er til tey, ið tekna seg áðrenn kl. 12 í dag

Eg lovaði, at varð eg valdur, so vildi eg halda ein jólafrokost fyri veljarunum frá mær, skrivar løgtingslimurin fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri. Freistin at melda til er í kvøld

Fríggjadagin 11. desember kl. 16 verður alment tiltak í Skúlanum á Argjahamri, har úrslitið av projektkappingini um nýggja kirkju á Argjum verður almannakunngjørt

Leiðaradagurin 2016 verður á Hotel Føroyum 29. januar. Tey, sum tekna seg áðrenn nú hósdagin 10. desember kl. 12, fáa 1. floks pakka frá Norðfra á 500 kr. við ókeypis

Nú hóskvøldið, 10 desember, kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri "Í menniskjum góður tokki"

Komandi vikuskifti vitjar Lyle Shelton, dagligur leiðari í Australian Christian Lobby, í Føroyum. Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina

Sunnudagin 6. desember verður stórsligin konsert við Eystanljóð. Konsertin verður í Gøtu kirkju klokkan 17:00

Í morgin 5. desember verða jólatræið og jólabygdin á Ljósafløtti á Sandi tendrað

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2015/16. Vælumtókta skoytubreytin er fyri aðru ferð í fyrrverandi kommunuskúlagarðinum í Tróndargøtu

Arbeiðir tú við pivottabellum, diagrammum o.a. í Excel uttan veruliga at hava lært tað? Kom og lætt tær um arbeiðsdagin, lær tað uppá rætta mátan. Skeið 7. og 8. desember

Leygardagin 5. des. kl. 17.30 verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Sangkóri

Leygardagin 5. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum Barnajól

Komandi vikuskifti verður møti og næsta vikuskifti verður familjumøti á Ørkini í Reykjavík

Føroysk jólaguðstænasta verður í Donsku kirkjuni í London sunnudagin tann 6. desember, 2. sunnudag í advent, klokkan 14. Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Vágum, prædikar

Áhugaverdur fyrilestur í Vesturkirkjuni um relatiónir, sum hava týdning fyri øll

Marin Elisabeth Poulsen hevur jólahugleiðingar. Marin Elisabeth dugir sera væl at siga frá og hevur ferðast víða, m.a. í Afriku

Stóra altjóða leiðsluráðstevnan GLS (The Global Leadership Summit) verður 15. og 16. januar hildin í Norðurlandahúsnium fyri áttindu ferð

Nú sunnudagin verður Guðstænasta á enskum máli í Christianskirkjuni

- Ert tú sum flestu aðrir leiðarar? So er skjótt at ivamálini stinga seg upp, tá starvsfólk gerast sjúk. Skeið í HR-løgfrøði: 4. desember 2015 | kl. 09.00-13.30

Aftur í ár ferð Føroya Klartinettorkestur at hava jólakonsert í Mariukirkjuni

Tann 3. desember kl. 09.00-13.30 verður skeið fyri leiðarar og HR-fólk um loyalitetsskyldu, Facebook, sosialir miðlar og whistleblowing

Aftur í ár verður skipað fyri føroyskari guðstænastu í Randers. Guðstænastan verður 6. dec. kl. 16.30 í Genesis, Eriksvej 13, 8960 Randers SØ

Komandi vikuskifti verður skipað fyri 11 jólahaldum í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður

Árliga jólasølan í Tilhaldinum byrjaði í gjár og heldur fram alla vikuna

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ‘Ársins Fyrstahjálpara 2015’

Í dag, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju, har eitt nú Vestmanna Kirkjukór fer at syngja jólasálmar og jólasangir

Leygadagin skipar Frelsunarherurin í Havn fyri jólaverkstaði fyri alla familjuna

"Syngið við" kvøld, saman við Harmonikuvinum, verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygarkvøldið 28. november

Um vikuskiftið verður stóra jólatræið í Vágstúni tendrað, og í døgunum eftir verða hini jólatrøini í kommununi somuleiðis tendraði

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki