Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

- Seinastu árini hevur tann stóri yrkisbólkurin, ið limirnir í Starvsmannafelagnum umboða verið fyri vanbýti. Hetta vísur eitt nú greining frá danska tjóðbankanum greitt og týðiliga

Víðkanin av Sundsverkinum, nevnd støð 3, er nú komin so væl áleiðis, at nýggju motorarnir eru settir í royndarframleiðslu

Móðurfelagið hjá Google, Alphabet, hevur nú eitt marknaðarvirði á túsund milliardir dollarar og er nú á støði við feløg sum Apple og Microsoft

Í gjár, 15. januar, fór frystilínuskipið Ågot avstað við kós móti Føroya Banka, har teir, í samstarvi við Havstovuna, skulu á royndarveiðu

Nakrar tímar um náttina tann 8. januar var í pørtum av Svøríki, Danmark og Finnlandi ein innkeypsprísur av streymi á næstan null, tað vil siga undir eitt oyra per kilowattima

Ben Arabo stevndi eftir fráfaringarløn og tí hann ikki vildi finna seg í at verða lagdur undir at hava mishildið sáttmálan

Norska blaðið Intrafish hevði samrøðu við nevndarformannin í Bakkafrost, Rúna M. Hansen, nakað eftir uppkeypið í Skotlandi

Um ikki so mong ár fara Føroyar at fáa ein spildurnýggjan Barentshavsflota

Fleiri danskir bankar eru farnir at selja sínar sjálvtøkur frá til onnur firma

Samanbering av brúkaraprísum fyri 4. ársfjórðing 2019 í mun til sama ársfjórðing í 2018 vísir millum annað, at prísir á klæðum og fótbúnaði eru øktir mest við 5,6 prosentum

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast stórliga á útsagnirnar í samband við mótmæli hjá feløgum um at víðka atgongdina til útlendska arbeiðsmegi

Talið á laksum var eitt vet minni men miðalvektin var størri

Sølan av Ford bilum í Kina minkaði triðja árið á rað. Minkingin var 26 prosent í 2019

Flestu av nýggju feløgunum fara at virka uttan fyri høvuðsstaðin. Bert eitt av feløgunum fer at fáast við fisk

Frágreiðingin eftir eftirlitsvitjanina í fjør er nú liðug

Nýggj samanbering, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, vísir, at føroyskar ídnaðarfyritøkur sum heild gjalda hægstu elprísirnar í Evropa

Í farnu viku varð farið undir arbeiðið at byggja vindmyllulundina í Porkerishaganum, sum eftir ætlan skal standa liðug í september 2020

- Eg hevði viljað, at Bakkafrost tók betri ábyrgd av starvsfólkunum og fekk teimum onnur størv, so at tað ikki er neyðugt í heilum hjá fyritøkuni at siga fólki upp, vísur Georg F. Hansen á

Fríggjadagin fingu umleið 40 fólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági uppsagnarbræv, tá tey fóru til hús, skrivar Suðuroyarportalurin

Innanhýsis teldupostar avdúka at starvsfólk hjá Boeing royndu at tiga fyri loftferðslu myndugleikanum um trupulleikar og skemtaðu við at teirra 737 Max-flogfar var «teknað av klovnum»

Hetta hevur verið ein góður túrur hjá flakatrolaranum Gadus, sum nú er farin at sigla heim við fullari last, har meginparturin er flak

Tá línuskip høvdu fingið makrel, segði KVF týskvøldið, at Hanus átti Klakk. Men tveir dagar seinni segði sami miðil, at nú áttu brøðurnir Líggjas og Bethuel í Klaksvík skipið

Higartil hevur sólorkuskipanin í Sumba klárað seg væl í illveðrinum, og úrtøkan er lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð

Svínapestin í Kina ger, at prísirnir á matvørum á heimsmarknaðinum nú er tann hægsti í fimm ár

Í 2019 gjørdist serliga sjónligt, at føroyska samfelagið hevur átrokandi tørv á næstu vindmyllulundini. Eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent í 2019

Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, er sera misnøgdur um, at ávís reiðarí hava fingið makrelkvotu

Eini hjún í Tórshavnar kommunu hava keypt Nólsoyarstovu í Gongini í Havn. Keyparin hevur ætlanir við húsunum, men vil ikki avdúka tær enn, skrivar KVF

Nýggi og snotuligi línubáturin Klakkur kom á Klaksvík seinnapartin í dag klokkan 13

Lenovo Thinkpad X1 Fold er akkurát víst fram á CES-messuni í Las Vegas og teldan er skjótt klár á marknaðinum

Flogfelagið SAS fleyg um 2 milliónir ferðafólk í desember. Tað er ein øking á yvir 2 prosent sammett við sama mánaða árið fyri

- Tey 190 tonsini av makreli, sum krabba- og línuskipið Borðoyarnes hevur fingið tillutað, koma á eitt turt stað fíggjarliga, sigur Christian Guttorm Mathisen við Útvarpið

Seinnapartin í morgin, helst um 13-tíðina, verður Klakkur væntandi á Klaksvík

Orsøkin er at telduskipanin við telefon er útgingin og verður ikki endurnýggjað

Trillikuffertið sum tú higartil hevur fingið lagt í viðførisskápið skalt tú skjótt gjalda fyri

- Her er bara eitt at gera, og tað er at binda skipið væl, geva tol og bíða til stormurin er av, siga Alli, Haukur og Elli, sum sigla við íslendska pelagiska trolaranum Víkingi

Ístaðin fyri at fimm skip fara eftir makrelinum í ES-sjógvi, so hevur eitt nú Gitte Henning 1 fiskað alla kvotuna hjá skipunum og spart okkum fyri nógv útlát

Starvsfólk hjá landinum kunnu hava rætt til løn, um tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Hinvegin hava kommunurnar ongar fastar reglur á økinum

Ikea skal gjalda yvir 312 milliónir krónur í semju til familjuna hjá einum 2 ára gomlum dreingi sum doyði, tá ið ein Malm-kommoda koppaði yvir hann í Kalifornia

- Somuleiðis er eisini negativ renta á onkrum av lánsbrøvunum - nøkur statslánsbrøv og stutt realkreditlánsbrøv, upplýsur Landsbankastjórin

Vit eru júst komin inn í 2020, og hjá fleiri merkir tað eitt nýtt ár við nýggjum ferðaupplivingum. Men tað eru pláss, sum vit helst ikki skulu fara til

Vørn boðar frá, at felags atgongdin, at fiska makrel í ES-sjógvi í 2020 er fiskað

Ein tunfiskur er seldur fyri 193,2 milliónir yen - svarandi til um 12 milliónir krónur á eini aksjón í Tokyo, Japan

Og um alt gongst eftir vild verður Klakkur á Klaksvíkini mikudagin, roknar Líggjas Johannesen, skipari, við

Frágreiðingar um ávirkaðar flogskiparar hava fingið fleiri stór flogfeløg av árliga listanum hjá heimasíðuni AirlineRatings.com, sum hevur eftirlit við 405 flogfeløgum

Oljuprísurin gjørdi eitt lop uppeftir við yvir fýra prosentum eftir fráboðanina um, at USA hevði framt álop móti einum iranskum generali í Irak