Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Á afturlatnari uppboðssølu vórðu í dag seld 1, 3 og 8 ára rættindi at veiða svartkjaft. Tey 39.160 tonsini av fólksins ogn góvu landskassanum 20.7 milliónir krónur í dag

- Við messuluttøkuni vóna vit at gerast meira kend og at fáa munagóðar samrøður við skipaeigarar. Tá tað fyrsta reiðaríið hevur valt FAS, so verður lættari at fáa fatur á tí næsta, sigur Hans Johannes á Brúgv

Talan er um eitt av minnu ferðamannaskipunum

Trý nýggj íverksetarafeløg og eitt nýtt smápartafelag settu dám á vinnuskránna í farnu viku

- Henda samgongan hevur, við hjálp frá almenna kringvarpinum, sett okkum øll upp ímóti hvør øðrum

Rakstrarúrslitið hjá Bústaðir fyri 2017 gjørdist 1,4 mió. kr. í halli fyri skatt, sum er 1,6 mió. kr. verri enn í 2016, tá ið úrslitið gjørdist 222 t.kr.

Í gjár kom Sjúrðarberg til Grønlands og sæst hann her við bryggju í Nuuk

- Vit kunna ikki siga nakað meira neyvt um umsóknir og býti millum øki, fyrr enn tilgongdin í viðgerðini er komin longur

Jákup Jacobsen sigur við Útvarpið, at viðurskiftini eru so ógreið, at felagið velur at binda um heilan fingur, og tí hevur felagið gjørt av at seta tvey av skipunum á sølulista

Tá ið Brimil hevur sleipað prámin inn á Vestmanna, skal hann avstaður beinanvegin tí Norðingur hevur fingið maskintrupulleikar eysturi móti markinum

Nógv plast og annað burturkast rekur inn á alifirðirnar, og alivinnan hevur sett sær fyri at hetta skal savnast saman og burturbeinast á rættan hátt

Síðani 2013 hevur AWI Boats í Runavík bygt sjey útróðrarbátar til Grønlands. Bara í fjør vóru fýra handaðir grønlandsku eigarunum

 

Meðan stóri parturin av yvirskotinum hjá føroyskum reiðaríum endar ymiskar vegir og á ymsikan hátt í landskassanum, byggja norðmenn nýggj og framkomin skip sum ongantíð fyrr

Ein stórur bati er, at maskinmeistararnir á landi nú fáa starvsaldurin at telja meira í lønarposanum

Á eftirlitsvitjan í februar staðfesti Fíggjareftirlitið, at sparikassin skal niðurskriva høvuðssætið við 2,7 mió. kr. umframt betra um mannagongdir og stýring á kredittøkinum

Eysturoyingar fingu høvið at royna nýggju maskinurnar í gjár 31. mai, og norðoyingar fingu høvið at royna tær í dag 1. juni

Fyrst varð +298 góðkent sum landakota hjá Apple, og nú hevur miðvísa og áhaldandi arbeiðið við Apple aftur givið úrslit. Føroya Tele er nú góðkent Apple verkstað

Heilt nógv fólk vóru møtt upp uttanfyri hjá Naomi Cosmetics í morgun. Naomi Cosmetics hevur í dag latið upp við nýggjum heimskendum kosmetik merkjum, og áhugin var stórur

Í 2017 fiskaðu føroysk skip samanlagt góð 700 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 132 túsund tons fleiri enn í 2016, tá heildarveiðan varð 568 túsund tons

Meirilutin í íslendsku vinnunevndini skjýtur upp at lækka veiðugjaldið á millum annað svartkjaft

Eftir eina oyðimarkargongd í 8 ár við reyðum tølum á botnlinjuni er aftur farið at bera til hjá donsku byggifyritøkuni í Føroyum. Í fjør lógu 4,8 mió kr eftir

Og tað eru ikki smá tøl, vit tosa um. 13 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni til eigararnar í fjør

- Hjartaliga til lukku við nýggja havnarlagnum øllum somul, við ynskinum um, at havnameistarin og stabur hansara fær uppaftur meiri lív og virksemi í økið, øllum til frama

Hesin grafurin vísur gongdina hjá Pf Næraberg seinnu árini

Um heystið og veturin rekur reyðæti norður ígjøgnum tann djúpa partin av Bankarennuni

Einaferð um 21-tíðina í kvøld fer Akraberg nýggjan túr eftir toski í Barentshavinum

- Tað er serliga gjaldið á uppboðssøluni, sum í framtíðini fer at gera ein enda á føroysku fiskivinnuni

Úrslitið í P/F Nærabergi fyri 2017 er ein stór afturgongd í mun til ársúrslitið í 2016, frá 17,9 mió. kr til 2 mió. kr

Nýggju sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum staðfesta nú, at uppsagnir skulu vera rímiligar ella sakligar

Verturin í Radaranum í dag vísti til, at Høgni Hoydal hevði tosað um at andin í lógini er at manningarnar ikki skulu gjalda, men hesum var Jørgen Niclasen ikki heilt samdur í

Fyrstu fýra mánaðirnar í fjør vóru 23.683 tons avreidd, meðan somu tíð í ár er hetta tal 26.372 tons, ella ein øking á 2.689 tons

- Betri fer nú á marknaðin við nýggjum biltryggingum. Nýggju biltryggingarnar hava fleiri dekningar enn tær gomlu, og fleiri av hesum dekningum eru púra nýggjar á føroyska marknaðinum

Ólavur Mortensen, bioinformatikari hjá FarGen, fekk í gjár játtað útvið 950.000 kr. í fígging frá Granskingarráðnum til Ph.d.-verkætlanina Greining av genetiska fjølbroytninum hjá føroyingum

Slakar seks milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni í fjør. Tá hevði landið fingið 455 tkr í skatti

Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.246.591 kr. til verkætlanir

Flestu umsóknirnar eru frá smærri feløgum. Tó er eisini okkurt stórt felag, sum hevur søkt um menningarkvotu, skrivar R7

- Við at elva til heilt nýggjan ótryggleika og økja um fíggjarligan váða kann uppboðssøla av fiskirættindum gerast ein álvarslig hóttan ímóti kappingarføri og burðardygd í fiskivinnuni

Tá ein handil lýsir við, at vørur verða leveraðar innan 24 tímar, so er tað góður marknaðarføringssiður at upplýsa, um summar vørur eru undantiknar

Klokkan 02 í nátt fekk Vørn fráboðan um at Smaragd hevði fingið um skrúvuna

Fyrireikingarnar til aling Vesturi á Víkum eru komnar so mikið langt, at fyrsti aliringurin nú er lagdur út

Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði hevði eitt sera gott ár í fjør. Men so gott verður tað neyvan tey komandi árini, sigur leiðslan

- Vit hava ikki sæð nakra avrokning enn, men um so er at uppboðssølan er trekt frá, so manningin skal gjalda, so leggja vit sak beinanvegin

Undir finaluni í størstu vinnulívskappingini í Europa, European Business Awards, var norska bioteknologifelagið, Aker BioMarine, kosið til Europas mest innovativa felag

Smyril Line er fyrsta fyritøkan sum hevur brúkt teir møguleikar sum víðkanin av havnini í Hirtshals hevur at bjóða, og í dag var hildið stovugildi

Tá ræður um vitan um reinsifisk er Fiskaaling rættiliga frammalaga í gransking og royndum við rognkelsum, ið verða nýtt til at berja niður lýs í alibrúkum

Marine Harvest og Bakkafrost hava gjørt avtalu um, at Marine Harvest keypir kryvjivirkið á Strondum frá Bakkafrost

- P.P. Faroe Pelagic hevur gjørt av at steðga rættarmálinum móti TAKS, hóast felagið framhaldandi metir, at P.P. Faroe Pelagic ikki hevur gjørt nakað skeivt skattliga

Akraberg hevur roynt uppi við Novaja Semlja og hevur henda túrin 737 tons av rækjum, men hevur fiskað tilsamans 1470 tons í ár í tveimum góðum túrum - hesin seinni var 23 fiskidagar

Eitt av teimum 11 nýggju feløgunum, ið vóru stovnað í farnu viku, er P/F Heimbýli, hvørs endamál er at byggja og selja íbúðir, íbúðarhús og býli í Føroyum

Fyri fyrstu ferð í 226 ár fær New York-børsurin ein kvinnuligan toppsjef