Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Nýggja tilmælið hjá ICES um heldarkvotuna av norðhavssild í 2018 verður kunngjørt í morgin. Hetta er greitt eftir ein fund í ICES fríggjadagin

Fólk frá Reinsitænstuni hjá IRF hava støðugt trupulleikar við at reinsa rottangar vegna mongdir av óviðkomandi tilfari, sum er í tangunum

- Hetta uppskotið sum fyriliggur nú, tekur næstan øll fiskirættindini frá Kambi við Føroyar. Í 2017 eigur Kambur 249 dagar, og framyvir 600 tons, sum vit klára at fiska upp á 80 dagar, tvs. ein niðurskurð á 68%

- Vit heita á Vinnunevndina og allar løgtingslimir í Norðoyggjum, og serliga løgtingslimir í samgonguni um at broyta tær ásetingar, sum hava neiliga ávirkan á virksemið í Norðoyggjum

Føroya Rættur hevur júst felt dóm í sakarmálinum millum TAKS og Vinnuna í Gøtu. TAKS skal gjalda sakarmálskostnaðin á 2 milliónir krónur

Nú ber til at bíleggja bíligar ferðaseðlar við Norrönu til summarið 2018

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár vóru 143 mió kr eftir áðrenn skatt hjá BankNordik, og tað samsvarar við upprunaliga væntanirnar

Fiskivinnunýskipanin fær kaldliga móttøku frá teimum flestu sum í hesum døgum siga sína hugsan í Vinnunevndini

Fríggjadagin tann 27. oktober hevur Mikkeller Tórshavn tað sum nevnist Soft Opening, men leygardagin tann 28. oktober verður opið fyri øllum

Triðja tvíkiljan í røðini til Bakkafrost er sjósett í dag. Tvíkiljan verður knýtt at alibrúkinum í Norðdepli

Klaksvíkar kommuna fer í næstum undir útstykking og tilgerð av vinnuøki við Borðoyarvík fyri at betra um karmarnar fyri vinnuligum virksemi nú og í framtíðini

– IRF megnar ikki at brenna undan

Toskur plagar at hava longri gýtingarferðing, tá nógv nebbasild er til, umleið 30 fjórðingar samanborið við umleið 15 fjórðingar, tá lítið er til av nebbasild

Íslendingar hava ikki góðar royndir av at krevja gjald frá ferðafólki sum vilja sleppa at vitja eitt av væl umtóktu ferðamálunum

 

- og starvsfólkaútreiðslurnar hjá samtakinum fara frá 300 mio kr. niður í 172 mio kr., sigur JFK Trol millum annað í hoyringssvarinum til Vinnunevndina

Í morgun kom Næreberg úr Hollandi har hann hevur verið og landa gott 3000 tons av sild, tí allar frostgoymslur í Føroyum eru fullar. Longu í kvøld fer hann nýggjan túr

- Eitt skjal, sum ikki hevur verið frammi fyrr, vísir, at Spekt, sum var grannskoðari hjá Eik Banka, als ikki var ímóti, at bankin fekk tann stóra frádráttin

- Sendingarnar hjá KvF um skattamálið hjá Eik eru fakliga so illa úr hondum greiddar, at tað er beinleiðis vandi fyri rættartrygdini hjá teimum, sum sendingin snýr seg um

- Tað finst ein útrokning - helst gjørd í Fiskimálaráðnum - sum ger sonevndu veruligu tilfeingisrentuna í fiskivinnuni í 2015 upp til eina slaka milliard krónur. Sama roknistykki vísir, at hetta árið var samlaða avlopið hjá øllum flotanum eftir skatt 306 mió. kr.

- Nótaskip halda, at lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum ov víðar heimildir til at skipa framtíðar fiskivinnupolitikkin

Øll vilja vera ævintýrarar. Men íslendingar halda, at bikarið er um at vera fult

 

Samlaða inntøkan av íslendsku ferðavinnuni í fjør var 466 milliardir íslendskar krónur, ella einar 28 milliardir í okkara pengum

Fyrsta FM fyri handverkslærlingar varð hildið á Torginum í SMS tann 5. og 6. oktober. Tiltakið var sera væl eydna, og hava fyriskipararnir longu avgjørt, at FM skal haldast aftur

Í øllum sýslum uttan Vága og Sandoyar sýslum er arbeiðsloysi munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Í Sandoyar sýslu er tað 1,3% hjá kvinnum, samanborið 6,4% í Suðuroy

Í september var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,4%, samanborið við 2,3% mánaðin frammanundan og 2,8% fyri einum ári síðani

- Tað er okkara greiða fatan, at Vinnunevndin, og tískil heldur ikki løgtingið, er upplýst um, at bólkur 4 og 5 (húk) í lógaruppskotinum eru settir í eina serstøðu og sum einastu bólkar í nýggju lógini um sjófeingi de facto eru uttan lógartryggjaði vinnulig rættindi

Elsta danska kavarablaðið Sportsdykkeren hevur í seinastu útgávuni, eina stóra grein á heilar fimm síður um ferðavinnukaving í Føroyum

Rognkelsini muna best ímóti laksalúsini sigur stjórin í Luna

Ikki ein tann einasti laksur hevur fingið skaða, hóast yvir 500 mió lýs eru skotnar við framkomnu lasaratøknini. Føroyskir alarar brúka eisini lasara at beina fyri lúsum

Eftir at hava mist marknaðarpart til Boeing 787 Dreamliner lanserar nú Airbus A330neo. Og tað gjørdist ein væleydnaður jomfrútúrur

Iver Espersen hevur selt Skagerak Pelagic, sum umsetur fyri yvir 600 milliónir krónur árliga. Felagið, sum keypt hevur er FF Skagen. Ein av partaeigarunum í felagnum FF Skagen er Bakkafrost ígjøgnum Havsbrún sum eigur eini 15-20%

Føroyska felagið sum bjóðar fyritøkum smidligar gjaldsloysnir, hevði stórt hall í fjør men sær ljós fyri framman

Við Bústaðarbók um føroysk viðurskifti og bústaðarkvøldum kring landið setir Betri fokus á bygging og umbygging av privatum bústøðum

- Av tí at uppskotið er sera fløkt, settu vit okkum í samband við fiskimálaráðið fyri at vita hvussu ásetingarnar skuldu skiljast, og hvørjar fortreytir vóru galdandi tá ið man roknaði avleiðingarnar. Men fiskimálaráðið dugdi ikki at svara

Nú er klárt hjá privatum tíðindamiðlum at søkja um miðlastuðul fyri 2017. Á fíggjarlógini eru í ár settar tvær milliónir krónur av, sum privatir tíðindamiðlar kunnu søkja um

 

Brunnbáturin, sum Empresas Maritimas of Chile eigur, men er í sáttmála við børsskrásetta felagið Camanchaca, sakk klokkan 11 lokala tíð mikumorgunin

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,8 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,3 prosent

3D-printað sement kann designast í øllum hugsandi formum og er meira umhvørvisligt enn vanliga framleitt sement, sigur verkfrøðingafirmaið sum hevur gjørt brúnna

- Vónandi vilja tit vísa tann kristna andan og lata skína ígjøgnum lógaruppskotið og forbjóða teimum, íð skulu gagnyta okkara tilfengi, at sleppa at kasta burtur stórar mongdir av mati, sigur stjórin í Faroe Marine Products, Eirikur á Húsamørk, í hoyringssvari til Vinnunevndina

Fyrstu átta mánaðirnar í ár var útflutningurin 5,4 mia. kr. Tað eru 581 mió. kr. ella 12% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin var somu mánaðir 4,7 mia. kr. Tað eru 497 mió. kr. ella 12% meir enn í fjør

Tað er kent at 19 nýggir elbilar fara at koma á marknaðin innan endan av 2019. Í dag eru umleið 17 persónbilar við reinari battaríelektriskari drift á marknaðinum

Tá bókin “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum” kom út í 2014, var Ingi Jacobsen skrivaður sum “elsti maður í Barentshavinum”

Føroysk heimasíða/portalur við øllum til hús og heim - Bæði inni og úti. Urtagarð, tún, bilhús, garð, innrætting, bygging - ALT

Hetta er trekkstongin sum var farin á Norrønu sum nú verður skift út. At skifta trekkstongina gevur eina seinking, so Norrøna verður ikki í sigling aftur fyrr enn leygardagin, var kunnað um á kunningarfundi fyrrapartin

Yvir 1 millión Mercedes-bilar verða afturkallaðir eftir at feilur er funnin við kollisjónspútu sum útloysist uttan grund

Her eru nakrar einastandi vakrar myndir tiknar yvir Varðan Pelagic fyrrapartin í dag

Belgiskir trygdarserfrøðingar hava brotið krypteringina sum verjir tráðleysa netverkið móti óbodnum gestum

Laila og Óla Jákup Rólantsson - sum eiga felagið Pólandsferðir - komu við einum ferðalagi í bussi úr Pólandi til Hirtshals fríggjakvøldið. Har var als ongin ónøgd at hoyra um tænastuna hjá Smyril Line

Tórshavnar kommuna fer í næstum at bjóða økið fyri skrivstovulutir út, og tí verða veitarar bodnir til kunnandi fund um útboðið

Í dag tekur Johnni Poulsen við sum nýggjur stjóri á Magn