Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Høvuðsargumentið hjá samgonguni fyri uppboðssølu hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Tí uppboðssølan skuldi framyvir vera vegurin hjá nýggjum aktørum inn í vinnuna

Fleiri myndir eru lagdar í Myndasavnið frá tá ið Betri handaði FarGen-verkætlanini gávukekk áljóðandi 1,5 mió. krónur

Sjóvinnustýrið boðar frá, at Pf Líðin í Kollafirði hevur keypt Arctic Viking fyri 50 milliónir krónur

Skandinaviska flogfelagið hevur sett fram ynski um at sleppa undan at flúgva tveir dagar um vikuna. Hetta loyvi hevur SAS nú fingið frá Poul Michelsen, landsstýrismanni

Pólski drikkurin «John Lemon» broytur navn eftir hóttan við saftigum endurgjaldi frá John Lennons einkju Yoko Ono

Høgni Hoydal var í Radaranum nú seinnapartin, men tað var ikki altíð líka lætt at fáa eitt svar á spurningarnar, sum verturin og Hanus Hansen settu honum

FarGen-verkætlanin hevur á móttøku í dag fingið gávukekk áljóðandi 1,5 mió. kr frá Betri Stuðli, sum er stuðulsgrunnur hjá Betri samtakinum

Ført hevur verið fram, at JFK Trol er einasta reiðarí sum missur við nýggja fiskivinnu uppskotinum. Er tað nú satt?

Ongin nýggjur aktørur hevur keypt á teimum 7 uppboðssølunum, sum hava verið. Millum høvuðsargumentini hjá samgonguni fyri uppboðssølu er, at uppboðssølan vil geva atgongd til nýggjar aktørar

Fyri allar Føroyar gisti hvør persónur í miðal 2,4 nætur, tað sama sum sama tíðarskeið í 2016. Longst gista fólk, sum leiga íbúð ella hús, har miðaltalið er 3,8 nætur fyri alt landið

Tað vóru 75.602 gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 9% ella 6.205 fleiri gistingar enn sama tíðarskeið í fjør og knappliga 8.000 fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá annars sólarmyrkingin var

- Ikki ber til at endurnýta pappírið um plastið fylgir við, neyðugt er tí at taka plastið av, áðrenn pappírið fer í tann hvíta posan til endurnýtslu, sigur IRF

 

Tað er ein tung mótbrekka hjá unga bryggjarínum á Velbastað at kappast við aldargamla bryggjaríið í Klaksvík eins og tað útlendska sum verður innflutt. Hóast bruttovinningurin fleirfaldaðist, so restaðu yvir 3 milliónir í tá gjørt varð upp í fjør

Fyrstu sjey mánaðir í ár var útflutningurin 4,890 mia. kr. Tað 477 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør og svarar til ein vøkstur á 11%. Samstundis var innflutningurin 4,145 mia. kr., tað eru 462 mió. kr. ella 13% meir enn í fjør

Magnus Heinason var úti til hydrografikanningar um mánaðarskiftið august/september. Á slíkum túrum verða planktonkanningar gjørdar á flestu støðum. Eystanfyri og úti í Hetlandsrennuni var óvanliga nógv til av einum evarskum lítlum veingjasnigli, nevndur limacina

Virði á norska Oljugrunninum er fyri fyrstu ferð farið yvir 1.000 milliardir dollarar. Tað hendi klokkan 02.01 norska tíð í nátt tann 19. september 2017

 

Tilverugrundarlagið hjá miðlunum er hótt, tí lýsingarkrónurnar fossa út av landinum til Google og Facebook. Tað sigur danskur datagranskari, men hetta er ikki bert galdandi fyri danskar miðlar, tað sama er galdandi fyri føroyskar miðlar, sum verða heilt burtur um fá ár

Norska reiðarafelagið Fiskebåt hevur heitt á norsku myndugleikanrar um at seta bann fyri, at íslendsk og grønlendsk skip sleppa at landa makrel í Noregi

Vegna tekniskt brek tekur brennistøðin á Hagaleiti ikki ímóti buturkasti mánadagin 18. og týsdagin 19. september. Tó verða húsarhaldsposar heintaðir, sigur IRF

 

 

Á hvørjum ári tekur Betri samtakið nýggjar næmingar inn. Í ár eru ikki færri enn 8 ung fólk farin undir bankaútbúgving á Betri deildunum runt alt landið

Nýggj lýsing hjá Samsung er tikin upp í Føroyum. Sí lýsingina her

Danska løgreglan hevur skrivað út 17 bøtur til reiðarí, sum hava siglt við ov høgum svávulinnihaldi í brennievninum. Eitt er niðurlendskt, eitt er føroyskt og eitt úr Singapore

- Veiðuloyvið sjálvt, tað gullrandaða pappírið, sum útlendingar koma rennandi eftir og sum nú er í ogn hjá nøkrum heilt fáum føroyingum, tað er burturbeint. So er ikki neyðugt hjá tær at banka upp á hjá einum stórreiðara og bjóða honum 100 milliónir fyri at keypa hann út

Ein íslendingur var spurdur av íslendska útvarpinum í dag, hvat hann helt vera bestu uppliving á messuni, og var hann ikki í iva at grindin og spikið var tað besta

- Hetta fer at fáa øgiliga ávirkan á reiðaríini og manningarnar, sigur Hanus Hansen reiðari á JFK í samrøðu við Norðlýsið

Stóru reiðaríni hava allar fyrimunirnar við sínum føstu kvotum og nógvu pengum, sigur stjórin í Thor, Hans Andrias Kelduberg

Leygardagin klokkan 10 letur nýggjur handil upp í Havn, í Niels Finsensgøtu 32, sum selur barnaklæðir, leikutoy og annað

Alarm.fo er ein nýggj føroysk app, sum kunnar um týdningarmikil viðurskifti í samfelagnum. Til dømis broytingar hjá Strandfaraskipum landsins, broytingar í innheintingini hjá IRF, grindaboð, kunning frá kommunum um t.d. dálkað vatn

Samlaða úrslitið fyri samtakið var betri enn væntað í fyrra hálvári. Tó var tryggingarvirksemið merkt av endurgjaldi til ógvusligar skaðar. Úrslitið fyri samtakið var eitt avlop á 77,6 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt var avlopið 92,7 mió. kr.

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 28 hál vóru tikin. Nøgdin av hýsu er nú komin upp á sama støði, sum fyrr var vanligt

Vegna umlegging er alt VHF samskiftið hjá Tórshavn Radio, sum gongur yvir Sornfellið lagt stilt

Á fiskivinnuframsýningini Icelandic Fisheries Exhibition, sum er í hesum døgum í Kópavági, Ísland, hevur Vónin fingið heiðursløn fyri eina nýhugsan, ið verður nevnd Flyer. Nýhugsanin er ætlað at koma ístaðin fyri trolkúluna á høvuðslínuni

Á sumri 2020 fáa heimsins granskarar eitt amboð, sum teir neyvan høvdu torað at droymt um, til disposisjón. Gevari er ein av ríkastu reiðarunum í Noregi, Kjell Inge Røkke, sum sigur at havið hevur givið sær nógv og nú vísur hann sítt takksemi

Tað var gamalt at fiska makrel við nót, men seinnu árini hevur hann mest verið fiskaður við troli, og hetta kann geva ein mun í prísinum á 75 oyru kilo. Høgaberg fiskar við nót og hevur fingið í miðal 75 oyru meira fyri kilo frá Pelagos í Fuglafirði

Í ár eru 40 ár liðin, síðani vit fóru undir handilsvirksemi okkara – og við einum stórum føðingardagsátaki vilja vit takka tykkum øllum fyri góða samstarvið øll hesi mongu árini

Norðurlandahúsið og Samskip hava lagt lunnar undir nýtt samstarv, sum stuðlar undir flutningi av list til Føroya og úr Føroyum

Partaeigararnir dáma væl, tá ið eitt flogfelag tekur eina uppgerð við síni starvsfólk. Tað hendi eisini í gjár, tá ið SAS-partabrævið vaks 5,78 prosent í virði, sum er millum tað hægsta í ár, og samanlagt 71 prosent síðani á nýggjárinum

Tey ungu í dag hava eina broytta hugsan um, hvat ið gevur sosialan status, skrivar tíðarritið Forbes

Við einum donskum prísi á millum 8899 og 10.249 krónur alt eftir goymslukapasiteti, hevur nýggja telefonin millum annað størri skerm, betri kamera og longri battarítíð enn fyrru telefonirnar

Goanna brunnurin, sum Faroe Petroleum eigur 30% av, var eitt vónbrot. Men vit hava kortini fingið nýggja vitan, sigur Graham Stewart, stjóri

Seint í summar var Magnus Heinason á fjarðakanning, har havfrøðiligu viðurskiftini á Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum vórðu kannað

Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. september

Tøknifrøðiligir trupulleikar hava havt við sær, at elkundar, sum hava sjálvirkandi gjaldsavtalu í bankunum, fáa upplýst skeiva saldo, sjálvt um pengarnir eru farnir av kontum hjá kundunum

Bruttovinningurin minkaði við meiri enn eini helvt, samstundis sum starvsfólkakostnaðirnir nærum tvífaldaðust

Norðfra koyrir nú føroyskan fisk beinleiðis út til húsarhald í Danmark eisini

Í Grønlandi er dómur fallin í einum máli um ólógligan fiskiskap á eini stongdari leið. Skiparin metti seg ikki at hava fiskað á stongdu leiðini, men hann játtaði at hava siglt inni á leiðini

Fyri fyrstu ferð í Føroyum, verður skipað fyri FM kapping fyri handverkslærlingar. Tað vera lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari

Í juni vóru 26.029 løntakarar tilsamans, árstíðarjavnað. Hetta eru 695 fleiri í mun til juni í fjør

- Vinnupolitikkur landsins verður nú álaður sundur í fleiri liðir, har fiskivinnan og alivinnan fáa púra ymiskar karmar at virka undir – uttan haldgóðar grundgevingar

Í dag, mánadagin 11. september kl. 15, letur Myndlist upp nýggjan lista- og myndahandil í Tórsgøtu 16 í Havn. Myndlist er ein handil og rammuverkstaður, sum hjúnini Astrid og Ragnar Mouritsen eiga og reka